Fíggjarmálaráðharrin og Vinnumálini

Spell, at skeivir upplýsingar tilætlað verða varpaðir til almenningin í almennum orðaskifti.

Í SvF-kjaksending millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og formannin í fíggjarnevndini herfyri og eisini bløðunum aftaná, hava verið sjónarmið um øktu nýtsluna hjá Vinnumálaráðnum, sum ikki samsvara við veruleikan. Fyri ikki leysir pástandir skulu lýsa støðuna og soleiðis snara fatanina hjá fólki frá veruleikanum, skal í stuttum verða greinaðar rakstrar- og løgujáttanirnar í Vinnumálum.
Í kjaksendingini legði landstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, at trupult verður at spara av teimum nærum 200 mio, sum fíggjarlógin hækkar í 2003, tí um 130 mio er lógarbundnar útreiðslur og at barsils-skipanin fer avstað við munandi parti av hesi upphædd. Hetta seinasta er bein-leiðis skeivt.
Barsilsskipanin kom í gildi í fjør. Hon er á fíggjarlógini fyri í ár og verður annars mett at kosta 3 mio kr minni í 2003. Umframt minnikostnaðin, hevur undirritaði skotið upp annað útrokningargrundarlag, sum fer at gera skipanina enn bíligari. Verður uppskotið samtykt, fer barsilsskipanin at kosta uml. 13 mio kr minni samanlagt í 2003 enn í ár.
Barsilsskipanin hevur tí einki við øktar lógarbundnar útreiðslur at gera - tvørturímóti.

Vinnumálaráðið minni nýtslu
Eisini helt landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at lætt er at spara i vinnumálum, tí har er bert spurningur um at skerja stuðulsjáttanir, sum ikki gevu sama órógv, sum aðrar sparingar. Her er at viðmerkja, at eingin stuðulsjáttan hjá Vinnumálum er skorin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003. Sostatt var hesin pástandur skeivur. Spart er aðrastaðni. Støðan er henda:

Rakstrarkarmur fyri inniverandi ár
fíggjarlógin 02)351,5 mio kr
Flytingar millum ráð og
reguleringar-9,0 mio kr
Sparingar (ikki stuðul)-9,8 mio kr
Fíggjarlógaruppskotið 2003332,7 mio kr(avrundað)

Harumframt hevur undirritaði skotið upp at gera sparingar í barsilsskipanini, hjá SL og postv erkinum fyri uml. 13 mio kr netto. Verða hesar sparingar samtyktar, so verður rakstrarkarmurin í vinnumálum
fyri 2003:319,9 mio kr (t.e. 9% í skurði).

Arbeitt verður við øðrum sparingum uppá uml. 15 - 20 mio kr. Hesar sparingar krevja størri forarbeiði, og kunnu ikki setast í verk frá ársskiftinum komandi. Verða tær tó rokn-aðar við, fer rakstrarkarmurin hjá Vinnumálaráðnum at nærkast teimum 300 mio kr árliga. Ein skurður útvið 17%.

Úr leysum lofti
Í somu SvF-sending segði landsstýrismaðurin (og floksfelagi hjá honum í bløðunum aftaná), at einki málsøki á rakstrar- og løgusíðuni var vaksið so nóg farnu árini sum Vinnumál. Hetta er eisini tikið úr leysum lofti.
Frá 2001 til 2002 var meirjáttanin til Vinnumál um 114 mio kr. Orsøkirnar vóru:

Barsilsskipanin (frágreiðing niðanfyri)61,0 mio kr
Lønarhækking (sáttmálasamráðingar) 8,0 mio kr
Hald av landsvegum og asfaltstudn. (frágreiðing niðanfyri)16,0 mio kr
Ymiskar yvirtøkur (sambært
samgonguskjalinum)16,0 mio kr
Tunnil undir Leirvíksfjørð(politisk semja)5,0 mio kr
Kanning av djórasjúkum
(veterinæravtala við ES)7,5 mio kr

Rakstrarvøkstur frá 2001 til 2002113,5 mio kr

Íløguvøkstur (nýggi Smyril) 90,0 mio kr

Nýggjar útreiðslur í 2002203,7 mio kr

Nakrar orsøkir til øktu nýtsluna
Barsilsskipanin er fíggjað soleiðis (rundað tøl):

Burðarfarloyvi hjá Fíggjarmálum strikað
- flutt til Vinnumál10 mio kr
Dagpeningaskipan hjá Almannamálum
minkað - flutt til Vinnumál15 mio kr
Gjald frá arbeiðsmarknaðinum27 mio kr
Lógarbroyting í løgtinginum10 mio kr

Samanlagt (øll skipanin)62 mio kr
Hóast helvtin av skipanini vóru flytingar frá øðrum ráðum til Vinnumál, so kundi ikki staðfestast samsvarandi sparingar hjá hesum ráðum. Hinvegin var øll skipanin (eisini gjøldini hjá arbeiðsmarknaðinum) útreiðsluførd undir Vinnumál, so her gjørdist vøksturin sjálvsagt sera sjónligur.
Hald av landsvegum og asfaltstudningur (16 mio kr netto) varð flutt til Vinnumál orsakað av politiskari semju gjørd millum Fíggjarmálaráðið og løgmann øðrumegin og kommunurnar hinumegin. Vinnumálaráðið hevði onga ávirkan á hesa avtalu, men fekk tillutað útreiðslurnar.

Flytingar til Vinnumál
Sambært frágreiðingini frá Fíggjarmálaráðnum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000, sæst á síðu 17, at rakstrar- og løguútreiðslurnar hjá Vinnumálum økjast frá uml. 66 mio til nærum 260 mio kr frá 1998 til 1999. Orsøkin er einføld. Hetta árið verður kontoin Mentan & Samskifti niðurløgd og nærum øll flutt til Vinnumál.
Frá 1997 er komnar aðrar stórar árligar útreiðslur, sum er endaðar á Vinnumálum. M.a. er bygt strandfaraskip til Sandoyarsiglingina. Játtanin til SL er økt munandi orsakað av øktum virksemi, samstundis sum SL ikki er sloppið at regulera ferðaseðlaprísirnar síðani 1991.
Peningur er játtaður til undirsjóvar-tunnil undir Vestmannasundi. Skjótt eru játtaðar uml. 65 mio til Norðoyartunnilin, umframt størri og smærri løgu-játtanir, sum allar samanlagt farna fimm ára skeiðið hava hækkað løgujáttanirnar í Vinnumálum úr nærum ongum til uml. 150 mio kr árliga, harav nýggi Smyril við havnaløgum fer við 132 mio í 2003.
Verða flytingar og íløgur tiknar frá, er nýtslan í Vinnumálum lítið broytt farnu árini. Hetta burdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verið varugur við. Hvussu er við førninginum hjá tí einstaka, tá um politiskan orðadrátt ræður, er sjálvsagt ymiskt. Tað er tó bæði spell og átaluvert, verða skeivir upplýsingar tilætlað varpaðir til almenningin í almennum orðaskifti.