vaksnum - og tað var jú einki at siga til, nú hetta snotiliga húsið, sum hevur staðið í gerð í fleiri ár, endiliga kundi takast í nýtslu. Tað var ein einastandi kensla at koma inn í sjálvan møtisalin, [...] myndum at siga frá ungdómsmøtinum. Á heimasíðuni, www.keldan.fo, finnast upplýsingar um Kelduna. Har kanst tú eisini lesa um visjónirnar fyri samkomuna, har millum annað stendur: ?Okkara mál er at náa menniskju [...] útgjørda húsið stendur liðugt, kunnu vit samanbera tað við eitt nýtt fiskifar og siga, at nú er upp til hin almáttuga at signa verkið.
negativan hátt og ákærir hann fyri at vera plagierandi, er fyri mær ein gáta, tí tær nýtist ikki at vera serfrøðingur á økinum (um nakað eitur so) fyri at síggja, at flest allir okkara ungu listamenn byggja [...] á herðarnar á teimum, sum fóru undan. Til seinast vil eg siga, at tað er gott, at vit hava listakennarar sum Kinnu Poulsen o. o., ið kunnu siga okkum, nær støðið er høgt, og nær tað er lágt, - sum kunnu [...] Eyðun á Lakjuni Eg minnist, tá ið vit vóru yngri, - plagdu vit viðhvørt at sita saman og lurta eftir klassiskum tónleiki, - og so skemtaðu vit okkum eisini onkuntíð við »at spæla kontrapunkt« (tit minnast
veruliga visti til sín sum tónaskald, dugi eg ikki at siga nakað um. Vit hava hoyrt um, at hann longu sum smádrongur spældi sær við ljóðum og rytmum, At lýsa persónin Hans Jákup Højgaard við orðum er ikki [...] vera bæði eymur, stuttligur og kátur. Um Hans Jacob Højgaard verður sagt, at hann frá barnsbeini var øðrvísi enn onnur børn, sat ofta fyri seg sjálvan og ruggaði og sang og gav gætur eftir ljóðligum vi [...] ljóðføri, men sang kórinum stemmurnar inn í sál og sinni og kom soleiðis á heilt serligan hátt til at seta sín persónliga dám á framburð og tónalag. Upplesari var hann av teim allarbestu og hevði hartil
ikki hevði kunna greitt frá, uttan at kunna tekna tað niður. Eisini haldi eg at tekningin fær ov lítla virðing. Sjálvur haldi eg, at tað er tí at tað eru eingir litir á tekningini, og tí sýnist hon køld [...] framsýning. Eg haldi at tað er alt ov sjáldan at slíkt er at síggja í Føroyum. Annars eri eg rættuliga nógv eksperimenterandi í løtuni, men havi tó ikki blaka tekningina til viks. Hon fer altíð at verða hornasteinur [...] vil hon? "Eg vil sum so einki", sigur hon, og hyggur uppeftir. "Men jú, eg vil nógv. Eg havi nógv at siga, og tað skrivi eg niður. Eg skrivi tankar niður, tá eg eri í døpurhuga ella tá eg eri glað. Ella
ikki sum nú, at tað varð farið at leitað soleiðis beinanveg, minnist Alma. Morgunin eftir vórðu boð send eftir mær at koma heim til eina fastur mína, sum búði í Vestmanna. Har fekk eg at vita, hvussu vorðið [...] dámdi ikki, at hann var farin, uttan at nakar visti av. So tá teir komu aftur, fór Sigmund til eingilskmannin og seðgi við hann, at hatta mátti hann ongantíð gera aftur. Hann var bangin fyri, at ein slíkur [...] teir sleppa at berjast, skuldu teir eisini sleppa at berjast. Teir vóru sendir til Onglands, og tað frættist, at teir fóru líka í frontin. Alma steðgar eitt sindur á og tekur so aftur í aftur, at kanska mistu
Yvirgangur, var satt at siga ikki tað fyrsta, ið einum kom til hugs. Og so óttin sjálvandi. Hvat verður tað næsta. Fer kríggj at bresta á ella fer ein heilur herur av sjálvsmorðsbumbumonnum at koma. Nógvar [...] tankin var, at tað kundi ikki passað, at slíkt hendi. Tað kundi simpulten ikki bera til. Tá so tann fyrsta vantrúgvin hevði lagt seg, gekk ein fyrst og fremst og hugsaði um, hvør kundi finna upp á at gera slíkt [...] Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna: ? Tað minnist eg so sera væl. Eg stóð á tíðindadeildini í útvarpinum og hugdi at live myndum frá CNN, meðan tað seinna flogfarið rendi á World Trade Center. Nakrir starvsfelagar
hevur gjørt tað lætt hjá mær at siga mína hugsan, tí eg veit, at hon ikki fellur í fátt, fyri tað um eg ikki eri samd. Tað má vera uppgávan hjá foreldrunum at læra síni børn at trúgva uppá seg sjálvan. Og [...] teimum, sum ein møguleika. Tí ber tað ikki til at siga, at eg gekk við einum innilæstum dreymi, sum eg ikki slapp at royna. Hinvegin hevði eg neyvan evnini, um tað skuldi verið, heldur Sædis. ? Sovorði tvætl [...] fyri eyga, at hon skuldi gerast ein kend stjørna. ? Eg vildi bara so gjarna, at Eivør eisini skuldi upplivað gleðina við at syngja. Eg havi ongantíð havt aðrar ambitiónir fyri Eivør, enn at hon skuldi
kronikk er at enda komin. Úrslitið av hesum er, at eg og mín fylgisneyti mánakvøldið tann 19. juli 2004 stíga úr flogfarinum á Schönefeld flogvølli, at vit í tríggjar dagar dvølja í Berlin, at vit tær komandi [...] vera eitt av aldarinnar undrum, at eitt land og eitt fólk, sum í 1945 lá í skeljasori, hungrað inn at beini og moralskt, at vísa seg, óbøtiliga fallið, nú tykist at hava rist myrkrið uttan av sær, gloymt (um [...] Onkuntíð kundi hann siga nakað soleiðis: "Og nú, góðu børn, leggja við bøkurnar til viks, og so skulu vit práta". Hann hevði nú leiklutin sum orðstýrari, meðan vit sluppu at siga okkara hugsan um mentan
eru ongar ætlanir um at geva hetta út ella nakað. Hetta er bara nakað, sum mær dámar at gera, greiðir Hjalmar lítillátin frá. Hann heldur fyri, at tað man vera munandi lættari at finna hetta ættarliðið [...] hann sigur við einum smíli, at hann hevur altíð nóg mikið at takast við. Altíð siglt Hjalmar hevur eina heila lívssøgu á sjónum at greiða frá. Flennandi greiðir hann frá, at hann byrjaði í real, men hann [...] altíð var at líta á. Tað var hart, minnist hann aftur á, men hann heldur samstundis, at føroyingar vóru so vanir við tað tá. Tað var ikki nakað, sum teir góvu sær stórt far um. ? Men tað er gott, at tað er
Ætlar at royna at sleppa sær burtur, men tað ber ikki til. Bilurin vikast ikki. Seinni vísir tað seg, at tað var gott tað sama, at hon ikki slapp av rúgvuni. Tí tað, sum Marjun ikki veit av, er, at longri [...] viðferð. Marjun sigur, at hon nú fyrst og fremst fer at royna at koma yvir hetta. Hon hevur tað eftir umstøðunum gott. Men skelkurin situr í henni, og hon sigur, at um hon framhaldandi fer at hava tað, sum hon [...] hennara tilburð eru langt síðani farin at ganga. Telefonin ringir nógv, og fólk fregnast at vita, hvussu hon hevur tað. Marjun sigur, at ræðslan, sum kom í hana, meðan hon sat í bilinum, ongantíð fekk takið á