Listsnobbarí valdast

Eyðun á Lakjuni

Eg minnist, tá ið vit vóru yngri, - plagdu vit viðhvørt at sita saman og lurta eftir klassiskum tónleiki, - og so skemtaðu vit okkum eisini onkuntíð við »at spæla kontrapunkt« (tit minnast norðurlendsku spurnarkappingina um tónleik í sjónvarpinum). Hetta kundi vera sera trupult, - t. d. at hoyra, um orkesturmusikkurin var skrivaður av Händel ella Bach, ella um nú Schumann ella Mendelsohn høvdu skrivað lítla klaverstykkið, vit lurtaðu eftir.
Hetta rann fram fyri meg, nú eg las greinina »Íblástur valdast« hjá Kinnu Poulsen í vikuskiftissosialinum 4. september.
Eftir at hava lisið greinina, fann eg út av, at eisini eg var so heppin at hava hitt umtalaðu donsku pelskløddu konuna í greinini. Hetta var til eina konsert í Havn einaferð í 90?unum. Hon situr beint aftan fyri meg. Tað er nakað trongligt inni, og tætt er millum stólarnar. Vit hoyra eina strúkikvartett av Mozart. Eg siti og njóti tónleikin. Eg veit, at Mozart var ein meistari á hesum økinum. Eg havi jú skil fyri hesum. - Men við eitt verði eg órógvaður, hoyri okkurt tesk aftanfyri. Pelsklædda danska konan er jú ikki einsamøll, hon er sjálv triðja, og eg hoyri hana siga: »Ja, det ER jo Haydn, - et vidunderligt værk. Der er jo så typisk Haydnsk med alle disse lette skalaløb?..« Eg hoyri ikki alt, men til seinast mannar hon seg rættuliga upp og sigur: »Det er jo kun Haydn, der kan få de toner frem på den måde, ikke sandt?«
Eftir konsertina kann eg ikki bara mær, men fari stillisliga yvir til konuna og sigi henni, at tað er also Mozart, ið hevur skrivað tónleikin, og ikki Haydn. Konan er bæði forharmað og fornermað um, at hon kundi taka so dyggiliga feil. Eg royni at trávissa hana um listarliga gløggskygni og líkheitina millum Haydn og Mozart, - um at Haydn er faðirin at strúkikvartettini, og sigi henni, at Mozart var yngri og sikkurt bygdi á herðarnar á Haydn, men lítið batti. Hetta gerst pelskløddu donsku konuni ov mikið, og hon fer.
Nú kanst tú kanska spyrja, um kvartettin bleiv verri av vitanini um, hvør hevði komponerað hana? Ella - tá ið tú stendur og ert bergtikin av eini mynd hjá Zachariasi Heinesen og fært at vita, at Øssur Mohr hevur málað hana - um myndin tá verður verri. Nei, tað er tvætl, ella onkur vildi sagt: »tað reina snobbarí«. Ja, tað skal bara valdast.
Men aftur til greinina »Íblástur valdast«. Hví Kinna Poulsen í fleiri ummælum júst dregur viðurkenda listamálara okkara Øssur Mohr fram og viðger hansara málingalist á ein negativan hátt og ákærir hann fyri at vera plagierandi, er fyri mær ein gáta, tí tær nýtist ikki at vera serfrøðingur á økinum (um nakað eitur so) fyri at síggja, at flest allir okkara ungu listamenn byggja á herðarnar og fáa íblátur frá teimum eldru. Eg kundi nevnt so nógvar, sum hava hingið í listaskálanum imillum ár og dag. Hetta er jo púra natúrligt.
Øssur, hóast ikki blaðungur, er jú ungur listamálari, sum hevur havt serligt hegni at mála og vísa sína list fram bæði her heima, men ikki minst í útlondum, og kanska er tað júst hetta, ið kemur illa við hjá onkrum. Spennandi verður kortini at fylgja honum í komandi árum. Spennandi at síggja, hvussu hansara motiv, »bygdin við havið«, víðari fer at broytast og mennast, og hvussu hann fer at taka onnur enn ókend element inn í myndina.
Kanska eins og Beethoven. - Lurta vit eftir einum av hansara seinastu stúkikvartettum, t. d. op. 131, komponarað seint í 1825, hoyra vit eitt tónleikamál, ið heilt og fult er broytt í mun til kamartónleikin hjá tí unga Beethoven frá uml. aldarskiftinum, sum tá í nógv størri mun er bygdur á herðarnar á teimum, sum fóru undan.
Til seinast vil eg siga, at tað er gott, at vit hava listakennarar sum Kinnu Poulsen o. o., ið kunnu siga okkum, nær støðið er høgt, og nær tað er lágt, - sum kunnu fortelja teimum røttu persónunum, ið hava ávirkan, »hvat fólkið SKAL hava« - soleiðis, at vit, ið lítið skil hava á hesum, ikki verða villleidd í okkara ansi fyri list. Hugsið tykkum, um ein listamálari sleppur inn í listaskálan, okkara tjóðlistasavn - uttan at vera inni í hitanum hjá ovastu mentanarelituni í Havn!
At ein málari sum Øssur Mohr so hevur fingið sera stóra viðurkenning av fólkinum - bæði í Føroyum og í útlondum, er sakini púra óviðkomandi.