Fangað millum skriðulop

Fyri Marjuna á Høvdanum Andreasen av Viðareiði skuldi biltúrurin hjá henni frá Klaksvík til hús sunnumorgunin vísa seg at verða ein lagnutúrur. Herviligt áarføri var, og tað leyp í fleiri gilum fram við vegnum. Marjun rendi á eina grótrúgvu og aftan fyri hana ? nakrar fáar metrar burtur ? lá ein onnur grótrúgva

Leitið:
Klokkan er júst farin av hálvgum fimm sunnumorgunin. 24 ára gamla Marjun á Høvdanum Andreasen er í bili sínum á veg til hús. Hon býr á Viðareiði, og koyrir sum vanligt eftir bygdarvegnum.
Tað er bølamyrkt, og regnið oysir niður uttanfyri. Tað er næstan, sum onkur stendur og spular inn á bilrútin. Marjun koyrir spakuliga, tí hon veit, at við ringum sýni er Viðareiðisvegurin ikki at spæla við. Hon er tó ikki bangin, tí hon er von við at koyra hendan vegin. Ger tað vanliga fleiri ferðir um dagin. Tankin um skriðjulop er henni ikki nærri enn vanligt. Viðareiðisfólk hugsa ofta um, at tað kann brádliga leypa, tí tað er hent so ofta fyrr, men tað er ikki ein tanki, sum sleppur at taka yvir hjá teimum.
Tá Marjun er komin niðan gjøgnum Leitisbrekkuna, sum er stutt frá bygdini, byrjar hon at kenna smásteinar undir hjólunum á bilinum. Men hon heldur tó leiðina áfram. Brádliga sær hon eina sera stóra grótrúgvu mitt á vegnum. Hon bremsar, men bremsurnar taka ikki rættiliga við, og tað endar við, at hon rennur upp á rúgvuna. Marjun veit beinanvegin, hvat er á vási. Hóast tað er bølaniða og vánaligt sýni. Omanlop, hugsar hon við sær sjálvari. Fyrst roynir hon at bakka bilin av aftur rúgvuni. Ætlar at royna at sleppa sær burtur, men tað ber ikki til. Bilurin vikast ikki. Seinni vísir tað seg, at tað var gott tað sama, at hon ikki slapp av rúgvuni. Tí tað, sum Marjun ikki veit av, er, at longri niðri á Leitinum leypir eisini, og tí hevði hon bert sloppið nakrar metrar.
Hon byrjar at blíva bangin, men tíbetur hevur hon fartelefon. Eftir einari lítlari løtu hevur hon fingið fatur á pápa sínum og boðað honum frá. Tey gera av, at hon skal sita í bilinum og bíða, til hann kemur eftir henni. Túrurin frá heiminum hjá teimum á Viðareiði til Leitið tekur vanliga onga tíð. Men hesa myrku náttina í øllum regninum og óvissuni, tykist tað sum tímar, meðan hon situr og bíðar.
Púra einsamøll í myrkrinum í sínum vínreyða Peugeout situr hon og lurtar eftir smásteinum, sum raka bilin. Túsund tankar fara í gjøgnum hennara høvur, meðan vatnið fossar tvørtur um vegin og framvið bilinum. Av og á kennist tað sum at bilurin hevur hug at flyta seg, men Marjun sannførir seg sjálva um, at tað bert kennist so, tí hon er bangin.
Pápin kemur so eftir henni, men hann sleppur ikki so nær, tí grótrúgvan er stór og breið. Marjun fer so úr sínum bili og má klúgva upp um rúgvuna, sum menn frá Landsverkinum seinni mettu at vera um tveir metrar til hæddar í støðum. Hon kemur í øllum góðum í bilin hjá pápa sínum. Fingið ein ordans skelk og er á kroppi, men annars ikki fingið nakran skaða. Pápin og hon koyra beint heim, har Marjun tástani kann anda lættliga og gleðast um, at hon slapp væl frá hesum álvarsliga tilburðinum, sum kundi, um illa vildi til, endað nógv verri.
Hon setur ein film frá, tá ein løta er gingin, og tað endar við, at hon sovnar frá honum?

Øll ringja
Sunnudagurin kemur, og tað regnar framvegis líka illa. Allastaðni eftir Viðareiðisvegnum eru smærri og størri grótrúgvur, har lopið er í ógvusliga áarførinum. Onkrir menn siga seg ikki vita so ógvusligt áarføri fyrr. Vegurin er stongdur fyri ferðslu, fyri tað fyrsta tí at tað ikki er koyrandi fyri vatni og gróti, men eisini tí at tað framvegis regnar illa.
Marjun er á fótum, og tíðindini um hennara tilburð eru langt síðani farin at ganga. Telefonin ringir nógv, og fólk fregnast at vita, hvussu hon hevur tað.
Marjun sigur, at ræðslan, sum kom í hana, meðan hon sat í bilinum, ongantíð fekk takið á henni.
? Men jú, eg var ræðuliga bangin. Tað var ólekkurt at sita har einsamøll í bilinum, sigur hon og leggur afturat, at tað ber ikki til at greiða frá, hvussu og hvat ein hugsar í slíkari støðu.
? Eg dugi ikki at greiða frá tí. Men har var nú heldur ikki nógv annað hjá mær at gera enn at bíða. Eg slapp jú ongan veg, staðfestir hon.
Hon heldur fram, at tá hon rakti grótrúgvuna ljóðaði tað sum, at bilurin fór í knús. Men so var tó ikki. Tá hann um middagsleitið sunnudagin, varð tikin burtur frá staðnum, koyrdi hann. Men hann skal tó ein túr á verkstað, tí botnurin fekk eina harða viðferð.
Marjun sigur, at hon nú fyrst og fremst fer at royna at koma yvir hetta. Hon hevur tað eftir umstøðunum gott. Men skelkurin situr í henni, og hon sigur, at um hon framhaldandi fer at hava tað, sum hon hevði tað sunnukvøldið, so verður tað ikki stuttligt at koyra eftir Viðareiðisvegnum framyvir. Veturin liggur fyri framman, og ofta eru keðilig líkindi tá.
Sunnukvøldið svav Marjun í Klaksvík, tí hon vildi sleppa undan at koyra á Viðareiðisvegnum longu aftur mánamorgunin. Og gott tað sama, tí mánamorgunin regnaði í sama lag.
? Eg vóni ikki, at hetta heldur fram, tí eg má koyra eftir vegnum aftur. Eg kann ikki vera bangin fyri tí. Eg búgvi jú á Viðareiði og arbeiði í Klaksvík, sigur Marjun á Høvdanum Andreasen.