Klaksvík: Yvir av vaskarínum býr Hjalmar Waag Høgnesen. Ein maður, ið júst hevur rundað tey 75 árini. Hann er hóast tað væl fyri og sást nógv í býnum. Aloftast á súkklu.
Í dag fæst Hjalmar við at føra ættarliðið víðari, um ein kann siga tað soleiðis. Fyri nógvum árum síðani komu nakrar ættarbøkur út, sum Símun Hansen skrivaði. Hjalmar er nú farin í holt við finna tað hálvtannað ættarliðið, sum er komið, síðani bøkurnar hjá Símuni komu út.
? Tað eru ongar ætlanir um at geva hetta út ella nakað. Hetta er bara nakað, sum mær dámar at gera, greiðir Hjalmar lítillátin frá.
Hann heldur fyri, at tað man vera munandi lættari at finna hetta ættarliðið enn tað hevur verið hjá Símuni tann tíð tað var.
? Fleiri av teimum vóru jú ikki á lívi, tá Símun fóru í holt við bøkurnar. Tað er ikki galdandi í hesum førinum. Tey allarflestu eru framvegis á lívi, sigur hann.
Hjalmar hevur eisini engt nakað nú, síðani hann fór av Barsskori, og hann sigur við einum smíli, at hann hevur altíð nóg mikið at takast við.
Altíð siglt
Hjalmar hevur eina heila lívssøgu á sjónum at greiða frá. Flennandi greiðir hann frá, at hann byrjaði í real, men hann tímdi ikki skúlan so væl, so hann gavst. Hugurin lá til sjógvin, sum hjá so mongum ungum drongi tá á døgum.
? Eg mundi sigla í eini trý ár, áðrenn eg fór á skiparaskúla. Tað var mest um várarnar tá ið tíðini, í Grønlandi, men tað var ein spennandi tíð, sigur hann.
Sum 19 ára gamal fór hann á skiparaskúla, og útbúgvingin tók seks mánaðir.
Eitt tíðarskeið upp á fýra ár arbeiddi hann tó á bryggjarínum hjá Føroya Bjór, men hóast hetta var mest landarbeiði, so sigldi hann eisini av og á.
? Tá var tað ein ølbátur, sum sigldi til allar tær smáu bygdirnar, og eg sigldi við honum. Vit sigldu einar tveir ella tríggjar túrar um vikuna, greiðir Hjalmar frá.
Eftir fýra ár á landi fór longsulin til sjógvin aftur at gera um seg, og Hjalmar sigldi í nøkur ár. Eisini arbeiddi hann í Føringahavnini í Grønlandi eitt skifti og búði í Íslandi í hálvt triðja ár. Hann fann sær konu í 1956 og búsettust tey í húsinum, sum tey búgva í tann dag í dag. Yvir av vaskarínum tætt við Borðoyavík, har arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin koyrir við fullari megi.
Onki samband
Hjalmar var burtur heimanífrá í fýra mánaðir tað fyrra árið, hann arbeiddi í Føringahavnini, og sjey mánaðir tað seinna. Sambandið heim var millum lítið og onki. Bert brævasamband, sum ikki altíð var at líta á.
Tað var hart, minnist hann aftur á, men hann heldur samstundis, at føroyingar vóru so vanir við tað tá. Tað var ikki nakað, sum teir góvu sær stórt far um.
? Men tað er gott, at tað er broytt í dag, púra vist, sigur hann.
Hann greiðir frá eini minni hugnaligari hending, meðan hann arbeiddi í Føringahavnini. Ein trolari sakk. Manningin taldi 42, og vórðu teir tiknir upp av einum øðrum trolara, sum førdi teir til Føringahavnina.
Av teimum 42 vóru heili 27 deyðir, og Hjalmar og ein annar fingu til uppgávu at leggja teir í kistu.
? Tað var sera ringt at gera, men eg eri vísur í, at eg neyvan hevði megnað tað, um tað vóru føroyingar, sigur hann stillur á málinum.
Barsskor
Í 1965 fór Hjalmar at sigla við Barsskor, sum tá ikki var strandfaraskip. Leiðin teir sigldu tá var tann gamla Leirvíksfjarðaleiðin. Tað vil siga, at teir sigldu yvir á Kalsoynna og Kunoynna umframt hetta eisini til tær norðaru bygdirnar á Eysturoynni - tó ikki Gjógv.
Hjalmar greiðir hugaliga frá, at av og á loystu teir eisini Másan og Sildberan av, so tá kom hann víða um í sínum heimlandi.
? Eg haldi, at vit mundu sigla til flestu smæstu bygdirnar í Føroyum hesi árini, sigur hann og ressast í stólinum. Sólin skínur inn gjøgnum vindeygað, og hóast komið er út í september, so er bakandi heitt í stovuni hjá Hjalmari.
Fráflyting
Hesa fyrstu tíðina Barsskor sigldi millum oyggjarnar, var heilt fitt av fólki við. Flytingin av smáplássunum hevði ikki tikið rættiliga dyk á seg, men tað byrjaði skjótt eftir, sigur Hjalmar.
? Tá línuflotin kom, byrjaði fráflytingin av røttum at merkjast, greiðir hann frá.
So ger hann sær nakrar tankar um hesa fráflyting, sum í dag er við at taka lívið av fleiri smábygdum í landinum.
? Hví gera øll so nógv burturúr? Tað skilji eg ikki. Hetta er ikki nakað eindømi, men hetta fer fram í øllum heiminum. Eg meini so við, hygg bara at Meksiko til dømis. Har búgva túsundtals fólk í neyð og fátækradømi uttan fyri býirnar, men hvat gera tey? Tey flyta kortini inn í býin at búgva, og flestu koma enn verri fyri enn tey vóru frammanundan, vísir Hjalmar á.
Góður við Barsskor
Tá nýggja ferjulegan á Kalsoynni verður liðug, væntandi 1. januar, verður Barsskor lagdur. Hetta er nakað, sum Hjalmar gevur sær nógv far um, tí hann eftir 30 ár umborð á bátinum er vorðin góður við hann.
? Tað vildi verðið løgið annars. Sjálvandi verður ein góður við eitt far, sum ein hevur siglt við so longi. Eg toli ikki, at nakar sigur nakað ilt um Barsskor, hóast eg væl veit, at eitthvørt er, sum ikki er so gott. Eg kundi so aldrin funnið upp á at sagt eitt ilt orð um bátin sjálvur, tað er púra vist, sigur Hjalmar við einum skeivum smíli.
Hann greiðir frá, at Barsskor varð bygdur á Akranesi í Íslandi av einum føroyingi, sum æt Peter Viglund í 1929.
? Tað sigst, at hann var slektaður úr Porkeri, men hann fór sum blaðungur til Íslands. Hann hevði konu í Grindavík, tað veit eg, sigur Hjalmar brosandi.
Javnaldrar
Í dag siglir Barsskor bert til Syðradals og onkuntíð til Húsar. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Áðrenn tunlarnir á oynni vórðu sprongdir ígjøgnum, sigldi Barsskor eisini norður til Mikladals og Trøllanes.
Hjalmar minnist mangan baldrutan túrin norður til Trøllanesar, tá lítli bátur varð nýttur at flyta farm og fólk frá Barsskor til ta brimkløddu støðna á Trøllanesi.
? Men ongantíð var nakar vandi á ferð, hóast tað mangan leikaði hart á, heldur hann seigliga fyri.
Harafturímóti vóru tað mangir túrar til Trøllanesar, sum vórðu avlýstir, tí veðrið heilt einfalt ikki loyvdi tí. Tá var ikki nógv annað hjá bygdarfólkunum at gera enn at brynja seg við toli og bíða eftir frægari líkindum, so vøra, postur og annað kundi fáast til bygdina.
Men í januar í 1985 vórðu tunlarnir á Kalsoynni sprongdir ígjøgnum, og teir góvust at sigla til Mikladals og Trøllanes sama dag. Ongin vegur var oman til bygdina, Trøllanes, so ta fyrstu tíðina fleyg tyrlan norður. Inntil vegurin var liðugur.
Uppi á vegginum í stovuni hanga í einum vøkrum ramma nakrar myndir av Barsskori, Kalsoynni og Hjalmari. Hetta fekk Hjalmar í gávu, tá hann fór av Barsskori. Tað sást á honum, at hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri hann.
Hjalmar byrjaði umborð á Barsskor í mai í 1965 og sum skipari í september sama ár. Og hann førdi Barsskor øll árini líka til hann fór av.
? Jákup var skipari frammanundan, men so fór hann at sigla við Leirvíksfjarðaleiðini, og tá bleiv eg so skipari. Men eg lærdi ómetaliga nógv av honum teir mánaðirnar vit sigldu saman, sigur Hjalmar, sum eisini heldur, at Barsskor hevur tænt fyri sítt breyð á sjónum.
? Vit eru javnaldrar, Barsskor og eg. Og fyrst í komandi ári verður hann lagdur, sigur Hjalmar.
Myndamaður
Eitt annað, sum altíð hevur hugtikið Hjalmar, er myndatøka. Hann hevur tikið eina ørgrynnu av myndum gjøgnum sítt lív, og man myndasavnið hjá honum vera gull vert.
Fyrstu ferð hann hevði myndatólið við til skips, var hann blaðungur. Hann minnist, at tað ikki var vældámt av teimum eldru monnunum, ið hann sigldi saman við.
? Teir hava ivaleyst ikki dugað at sæð minnisvirðið í myndum. Teir hoyrdu jú til eina aðra tíð, sigur hann og flennir.
Men Hjalmar tók kortini nógvar myndir og helt fram við tí inntil fyri fáum árum síðani.
? Í dag taki eg ikki nógvar myndir, men tað er stuttligt at eiga, heldur hann fyri.
Fyri tveimum árum síðani hevði Hjalmar eina myndaframsýning á norðoyastevnu. Allar tær myndirnar hevur hann latið Norðoya Fornminnissavni.
? Eg haldi, at tað er best at lata teimum myndirnar, tí tað er ikki vist, at tey, ið koma aftaná, fara at duga at síggja týdningin av teimum. So har verða tær helst best varðveittar, sigur hann, meðan hann blaðar ígjøgnum eitt av sínum mongu albummum.
Har eru nógvar myndir frá tíðini, meðan hann sigdi við Barsskor. Og tað er ongin ivi um, at tað er við nakað av sorgblídni, at Hjalmar ásannar, at javnaldrin skjótt eisini fer frá fyri aldur.