Myndaframsýning og hugleiðingar á Toftum

Leygarkvøldið 4. september læt ein framsýning upp í kjallaranum á Fríðrikskirkjuni á Toftum um tónaskaldi Hans Jacob Højgaard. Komandi leygardag eru liðin 100 ár síðan hann var føddur

Nógv fólk vóru komin saman í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni seinasta leygarkvøld, tá ein framsýning við myndum læt upp kl. 19.00.

Á framsýningini eru m.a. myndir og avísútklipp frá konsertferðum í Føroyum og uttanlands.

Kl. 20.00 hevði Ólavur Hátún áhugaverdar hugleiðingar um tónaskaldið Hans Jacob Højgaard. Hann segði m.a. "hann er gitnasta kórleiðaranavn í Føroyum higartil.

Á Toftum brúkti hann ikki ljóðføri, men sang kórinum stemmurnar inn í sál og sinni og kom soleiðis á heilt serligan hátt til at seta sín persónliga dám á framburð og tónalag. Upplesari var hann av teim allarbestu og hevði hartil sannførandi sjónleikaragávur.

Tað, sum dreiv verkið, var tann persónliga útstrálingin, ein sinnislig megi, sum eg neyvan havi kent makan til.

Hvussu tíðliga Hans J. Højgaard veruliga visti til sín sum tónaskald, dugi eg ikki at siga nakað um. Vit hava hoyrt um, at hann longu sum smádrongur spældi sær við ljóðum og rytmum,

At lýsa persónin Hans Jákup Højgaard við orðum er ikki so einfalt. Hann var ein samansett natúr við nógvum og sterkum lyndiseyðkennum. At síggja til var hann heldur illbrýntur, og onkur spurdi nú út fra myndini av honum, um hann altíð var so bítskur. Nei, tað var hann ikki, hann kundi vera bæði eymur, stuttligur og kátur.

Um Hans Jacob Højgaard verður sagt, at hann frá barnsbeini var øðrvísi enn onnur børn, sat ofta fyri seg sjálvan og ruggaði og sang og gav gætur eftir ljóðligum viðurskiftum".

Framsýningin verður opin týskvøldini 14. og 21. september frá kl. 19-21.