Bara hon er lukkulig

? Eg veit altíð, hvar hon er, og hvat hon ger, men eg havi ongantíð roynt at stýrt henni. Mín einasta ambitión fyri hana er, at hon verður eitt eydnuríkt menniskja. Onki annað hevur týdning, tá saman um kemur, sigur Sædis Eilifsdóttir, mamma Eivør Pálsdóttir

Prix Føroyar finalan 2001. Clickhaze og Eivør Pálsdóttir hava júst vunnið kappingina, og pallurin er allur ein hurlivasi av royki, fólki, blómutyssum, mussum og klemmum. Eivør situr á kantinum á pallinum og hyggur eitt sindur leitandi út yvir fjøldina, tá tað eydnast einum tíðindamanni at fáa orðið ár ársins stjørnu.
? Nú Eivør. Hvussu hevur tú tað beint nú?
? Beint nú kundi eg hugsað mær at verið heima hjá mammu, sigur Eivør, í tí hon rakar við onkran í mongdini, smílist og vinkar ...
Tíðindamaðurin verður gloymdur eina løtu, tí mitt í stóru áskoðarafjøldini stendur mamma Eivør, Sædis, og smílist aftur, sum vóru bara tær báðar til staðar í stóru høllini.
? Hatta kvøldið visti Eivør sjálvandi, at eg var har, men tað ger tað sama, um hon veit tað ella ikki. Hon fangar altíð eyguni á mær á konsertunum. Tað er næstan sum gandur. Ella er tað bara eitt serligt samband millum okkum báðar, sigur Sædis.
Eivør nikkar samtykkjandi
? Mamma er altíð við í øllum tí, sum eg geri. Tað er bara ikki altíð, hon veit av tí. Var tað ikki fyri hana, var eg als ikki, har eg eri. So einfalt er tað, sigur hon púra sannførd.
Mamma er coolast!
Serliga sambandið millum Eivør og mammu hennara er týðiligt frá fyrstu løtu, tú hittir tær báðar saman. Eitt orð frá aðrari, og hin er klár at gera setningin lidnan. Eitt lítið eygnabrá, og báðar liggja í skellilátri, uttan at nakar annar skilur, hvat tær flenna eftir. Og Eivør hevur heldur ikki sínar sang- og tónleikagávur frá fremmandum, hóast Sædis heldur tað vera púra burturvið at samanbera tær á tí økinum. Men stjørnudreymin, sum dótturin livir beint nú, hevur mamman tó ongantíð av álvara havt.
? Eg havi altíð sungið nógv, og eg og vinkonurnar høvdu ivaleyst eisini okkara dreymar. Men tú kanst ikki samanbera tað við dreymarnar, nógv ung hava í dag, tí tey hava heilt aðrar møguleikar at gera álvara av teimum. Eg var ung í Syðrugøtu í 70unum, og í okkara hugaheimi lógu slíkir dreymar so fjart frá okkara verð, at vit ongantíð av álvara hýstu teimum, sum ein møguleika. Tí ber tað ikki til at siga, at eg gekk við einum innilæstum dreymi, sum eg ikki slapp at royna. Hinvegin hevði eg neyvan evnini, um tað skuldi verið, heldur Sædis.
? Sovorði tvætl, brýtur Eivør av. Mamma var mín stóra fyrimynd. Í mínum eygum var mamma coolast í allari verðini, ikki minst tá hon og ein vinmaður plagdu at syngja "Dream, dream, dream" hjá Everly Brothers. Eg havi hoyrt mammu sungið alt mítt lív, men tað var nakað heilt serligt, tá eg onkuntíð slapp við í losjuna at lurta. Eg sat bara púra býtt og gapaði, og droymdi meg burtur. Eg havi altíð droymt um at blíva sangarinna, men tær løturnar gjørdist dreymurin mest livandi, sigur Eivør.
Væntanir
Frá tí Eivør var heilt lítil, lat Sædis hana vera uppi í allastaðni, har sangur og tónleikur var. Men tað var ongantíð við tí fyri eyga, at hon skuldi gerast ein kend stjørna.
? Eg vildi bara so gjarna, at Eivør eisini skuldi upplivað gleðina við at syngja. Eg havi ongantíð havt aðrar ambitiónir fyri Eivør, enn at hon skuldi gerast eitt eydnuríkt menniskja. Alt annað er uttan týdning, tá saman um kemur. So í so máta, havi eg ongantíð lagt trýst á hana. Jú, eg havi vist onkuntíð sett hana uppá eitt borð í onkrum føðingardegi, tá hon var heilt lítil, so hon kundi sleppa at syngja fyri øllum, men tað mundi vera, tí hon sjálv vildi sleppa.
? Á ja ? eg elskaði at hava nógvar áhoyrarar, sigur Eivør droymandi og heldur fram
Eg havi ongantíð kent tað, sum eg skuldi liva upp til nakrar væntanir. Tað var heldur øvut, tí vit hildu okkum oftast duga nógv betri, enn tey vaksnu trúðu. Eg gloymi ongantíð, tá eg og Petsy (Tvørfoss, blaðkv.) skrivaðu til eina barnasending í sjónvarpinum, sum æt "Hvat vilt tú verða, tá tú verður stór" ella okkurt sovorði. Tá vit endiliga komu so langt, vildu tey hava okkum at syngja "Lítla Elsa". Nei, álvara - tað kundu tey ikki meina! Vit hildu tað bara vera so giggut og flovisligt. Vit vóru 7 ár, men høvdu í minsta lagi ætlað okkum at sungið "Gloria", sigur Eivør í skellilátri.
Stúrdi
At lata dótturina fylgja dreyminum um at gerast sangarinna, hevur ongantíð verið nakað ivamál fyri Sædis. Eivør var neyvan meir enn eini 2-3 ár, tá tað var eyðsæð fyri øllum, at hon ikki bara hevði heilt óvanligar sanggávur, men eisni eitt oyra fyri tónleiki, fá duga at ímynda sær, var gjørligt. Og tá Eivør 13 ára gomul meldaði seg til ársins songrødd, himpraðist Sædis ikki við at lata hana royna. Ta einastu ferðina, Sædis minnist seg hava stúrt fyri, hvussu tað nú mundi fara at ganga, var tá Eivør boðaði frá, at hon fór at gevast í skúlanum aftaná 9. flokk og fáast við tónleik í staðin.
? Hon hevði onki arbeiði, onki lærupláss, ongar pengar. Og hatta við tónleikinum - hvussu seriøst var nú tað ...? So eg sá sjálvandi fyri mær, at hon fór at liggja og sova dagin burtur. Men tá hini byrjaðu aftur í skúlanum, setti Eivør seg at skriva tónleik og søkja stuðul, og árið eftir gav hon sína fyrstu fløgu út við "Eivør Pálsdótttir Band". Eg havi ongantíð ivast í evnunum hjá Eivør, men tað árið sannførdi meg av álvara um, at hon eisini hevði tað sjálvsálitið og áræðið, sum skuldi til fyri at gera álvara av sínum ætlanum. Og tað hevur verið hennara avgjørda styrki líka síðani, sigur Sædis.
Kritikarin
Áhugin hjá Sædis fyri tónleiki avmarkar seg ikki bara til hennara egna ungdóm. Hon fylgir sera væl við, serliga í tónleikinum, sum upptekur tey ungu beint nú, og hon er javnan at síggja á ymsum rockkonsertum. Á fløguspælaranum hjá Sædis liggur altíð onkur av nýggjastu fløguútgávunum, men sjáldan nøkur hjá Eivør.
? Eivør havi eg hoyrt sungið næstan hvønn dag seinastu 20 árini ? eg vil heldur sleppa at hoyra okkurt, sum eg ikki kenni, sigur Sædis, sum tó altíð er ein tann fyrsta, Eivør spyr til ráðs, tá hon skrivar tónleik ella ivast í onkrum verkætlanum.
? Mamma hevur gott skil fyri tónleiki og hon er ongantíð bangin fyri at siga sína meining og koma við øðrum hugskotum. Uppá tann mátan hevur hon altíð verið mín besti ella ringasti kritikari, sigur Eivør.
Sædis dylur ikki yvir, at henni ikki altíð hevur dámað allan tónleikin hjá Eivør líka væl, men hon hevur ongantíð roynt at ávirkað hana til at broyta kós.
? Ætlar tú at gerast meir enn ein døgnfluga í tónleikaheimin-um, mást tú trúgva uppá tað, tú gert og tora at halda fast í tí. Eivør hevur ofta verið í andróðri, tí fólk antin ikki hava skilt hennara tónleik, ella høvdu væntað okkkurt annað, men hon letur seg ikki ávirka. Tað er jú rættiliga óvanligt, tá tú hugsar um hennara aldur, men tað hevur gjørt tað lætt hjá mær at siga mína hugsan, tí eg veit, at hon ikki fellur í fátt, fyri tað um eg ikki eri samd. Tað má vera uppgávan hjá foreldrunum at læra síni børn at trúgva uppá seg sjálvan. Og míni børn hava altíð vitað, at ongin her í húsinum kemur og sigur, "Hvat segði eg?", um tingini kiksað, tí tað kann ongin brúka til nakað. Tað bara brýtur niður, sigur Sædis avgjørd.
? Tá plagar hon at siga, at gongur tað ikki, sum tú ætlaði, finnur tú bara uppá okkurt annað, góða. Tað er eitt tað besta við mammu. Hon er so positiv og sjálvt um vit ikki eru samdar, lurti eg altíð eftir hennara meiningum. Oftast styrkja aðrar meiningar meg bara uppaftur meir í trunni uppá mínar egnu, sigur Eivør.
? Tað er eisini hatta sjálvsálitið hjá Eivør, sum ger, at eg tori at lata hana fara allastaðni og ongantíð eri bangin fyri, at hon verður rend um koll, sjálvt um tað ofta leikar hart á rundanum hana, sigur Sædis og minnir á, at Eivør jú hevur fingið helvtina av sínum viðføddu evnum og verumáta frá pápa sínum.
? Ikki minst tað róliga og mynduga, sum ger, at hon altíð hevur bæði beinini á jørðini ella á pallinum. Hatta hevur hon avgjørt ikki eftir mær. Eg hevði heilt sikkurt farið upp flákra, um ein mikrofon knappliga ikki riggaði, flennir Sædis.
Í tuflunum hjá babba
Hóast fá foreldur nakrantíð koma at standa í somu støðu, sum Sædis og maður hennara, hava tað neyvan nakrantíð áður verið fleiri ung, sum droyma somu dreymar, sum Eivør. Og uttan iva eru tað nógv foreldur, sum stúra fyri, hvussu tey skulu bera seg at, um teirra barn ætlar at gera álvara av dreyminum. Tað besta ráðið, Sædis kann geva teimum, er at vera púra erlig fyri barninum, tí tað eru foreldrini, sum kenna sítt barn best. Tí duga tey eisini best at sígga, um barnið veruliga hevur tey evni, sum skulu til, fyri at ein slíkur dreymur kann gerast veruleiki.
? Tað ber illa til at samanbera, tí eg trúgvi ikki, at tað finnast so nógv menniskju sum, Eivør. Men eg trúgvi, at tað, sum hevur allarstørst týdning, er at foreldur stuðla børnunum í tí, sum fyrst og fremst ger barnið og ikki foreldrini ella onkran annan lukkulig og verja tey móti at vassa út, har tey ikki grynna. Tað er ikki nokk, at barnið hevur ein dreym og nakrar serligar listarligar gávur. Tað má eisini hava styrkina til at kenna sínar avmarkingar, duga at taka vónbrot og vita, nær tað skal siga ja ella nei. Hevið eg havt varhuga av, at Eivør til dømis var løtt at lokka ella særa, hevði eg steðga henni alt fyri eitt, tí so hevði hon aldrin verðið lukkulig í hasum umhvørvinum.
? Eg skilji væl, hvat mamma meinar. Eg hopi heldur ikki, at lítlusystrarnar hjá mær finna uppá at gera tað sama, sum eg. Eg orki ikki tankan um, at tær skulu standa mitt í øllum hesum, taka avgerðir allatíðina og kanska verða buuaðar av pallinum .... Hendan verðin er ikki altíð so ljósareyð, sum hon sær út, og gribbarnir standa altíð klárir allastaðni
? Verður tað ov nógv av tí góða, kann hon jú altíð koma heim, uggar Sædis.
? Onki er betri enn at koma heim til mammu og tey í Gøtu. Tað minnir meg á, at eg ongantíð eri púra einsamøll, sigur Eivør.
? Og tá eg so síggi hana fara sjaggandi omaneftir í mínum jakka og tuflunum hjá pápa sínum, veit eg, at lítladiddan hjá mær allíkavæl ikki er farin so øgiliga langt. Men tað allarbesta er at vita, at Eivør hevur ongantíð verið so lukkulig, sum hon er beint nú, sigur Sædis eitt sindur argandi og gevur Eivør eitt stórt klemm.