lið at rigga. Á B8 vórðu teir móttiknir av Tummasi í Garði, lækna, sum Edmund ynskir at takka fyri góða móttøku og stuðul, eftir at teir vóru komnir inn á sjukrahúsið. Eisini sjúkrasystrarnar vóru sera [...] í november mánaða í fjør, at ein maður knappliga gjørdist illa sjúkur, meðan teir vóru staddir einar 60 fjórðingar úr landi. Støðan var so álvarslig, at boð vórðu send eftir læknahjálp beinanveg, eins [...] boðsend at flyta mannin á sjúkrahús. Skjótt gjørdist greitt, at fyrstahjálp var neyðug, og avstandurin var so mikið stórur, at tað tók nakað av tíð hjá tyrluni at koma fram. Meðan tyrlan var á veg út til
u aftur at heiðurinum. Eiðis Bjargingarfelag hevði innstillað Olaf í Garði Joensen á Eiði fyri at hava veitt góða fyrstahjálp til persón, sum var komin rættiliga illa fyri í eini bilvanlukku á Eiði. Talan [...] í, at Olaf í Garði Joensen bjargaði dronginum. Av løgregluni í Eysturoy varð Jim Stanley Løvhøjten á Toftum innstillaður fyri at hava bjargað eini ungari gentu, sum var við í eini ferðsluvanlukku á Lambareiði [...] Føroya útnevndi týsdagin á fyrsta sinni ársins fyrstahjálpara í Føroyum. Útnevningi varð kunngjørd á samkomu hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn. Tríggjar innstillingar vóru til ársins fyrstahjálpara
eisini stendur á kortinum. Men so finni eg onkusvegna fram til ítróttarøkið, og tá er lættari at vita, hvar eg skal koyra. Og langt um leingi, snari eg so inn á Rådmansgatan. So er bara at finna nummar 23C [...] haldi eg at eg bleiv, uttan at geva mær so nógv far um tað, varugur við, hvat er rætt og skeivt. Tað er sum um, at liggja tveir og berjast, so heldur man við tí veikara. Um man heldur við tí sterka, so verður [...] og tað gjørdist møguligt at syngja á svenskum. Navnið Hoola Bandoola Band var skemt at byrja við. Vit funnu uppá tápulig nøvn, bara fyri at arga útvarpsvertir, at fáa teir at siga hesi nøvn. Men tað var
Jákup Oluf kom á Ríkissjúkrahúsið eftir at hava ligið hálvan annan mánaða á Landssjúkrahúsinum, funnu læknar út av, at hann hevur lungnafibrosu. Lunguni verða spakuliga oyðiløgd. Ístaðin fyri at gera bindivev [...] vandanum fyri smittu. Skutarin er tí sera hentur. - At verða skryktur av skipsdekki inn á sjúkrahús og fáa boð um, at eg einki kann gera uttan at bíða eftir einum nýggjum lunga, er alt annað enn hugaligt, [...] Fríggjadagin í farnu viku vóru 18 mánaðir síðani Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði kom á bíðilistan eftir einum lunga. Hesa tíðina hevur hann búð á sjúklingahotellinum Tórshavn á Eysturbrúgv í Keypmannahavn
arbeiddi har. Eisini eftir at hon fekk at vita, at hon var sjúk og at neyðugt var við kanningum bæði í Føroyum og Danmark, so royndi hon altíð at leggja tað soleiðis til rættis, at hon var minst møguligt [...] liðfelaga. So óskiljandi og órættvíst, at tú, sum tímdi so væl at liva, ikki fekk møguleikan at vera her hjá døtrunum, manninum, foreldrunum, beiggjanum, ommuni og øllum hinum, sum vóru so góð við teg [...] hevði so nógv at liva fyri, takast burtur higani? Burtur frá øllum teimum, sum hon var so góð við, og sum hon hevði so nógv gott at geva. Hví kundi hon við øllum sínum eginleikum ikki sleppa at liva og
uttan møguleika hjá René at bjarga. Tú hevði longu tá eina kenslu av, at HB fór at vinna dystin. B36 royndi at svara aftur, og Jákup á Borg hevði ein góðan møguleika stutt eftir fyrsta málið, men skotið [...] fór framvið. Din Sandu var eisini nær við at javna, tá hann setti høvdið á bóltin eftir hornaspark. Rúni Nolsøe var tó á strikuni og beindi bóltin burtur. So B36 var tó ikki heilt fyri ongum fyri steðgin [...] ídnari um allan vøllin. Teir vóru raskari at jagstra bóltarnar, og hetta tók B36 á bóli. Hóast HB var trý mál frammanfyri fall B36 als ikki í fátt, men royndi at leggja trýst á. Hetta eydnaðist eisini, tí
hondbóltstindunum aftur. Hóast teir vóru á odda við tveimum málum, so ætlaðu teir á ongan hátt at grava seg niður. Heldur royndu teir at punkterað dysin við at herja á illa skipaða FCK-liðið, og við bara eitt [...] helt tó á at rýma, men hóast Zuma skoraði í rangstøðu, so tóktist eitt kveikjandi mál ikki at koma. Heldur ikki tá Zuma varð feldur á brotsteigarmarkinum, uttan at dómarin tó helt hetta vera nakað at floyta [...] frameftir, soleiðis at Peter Møller hesa løtuna mundi vera meira off- enn on-side, tá hann skuldi royna at herja á. OB vísti hinvegin, at tað helst er nakað um tosið, at liðið nú loksins er farið at nærkast donsku
ein vøddaskaða, so nú er árið liðugt fyri mítt viðkomandi. Hóast hetta, so tykist havnardrongurin á ongan hátt at hava mist mótið, og hóast skaðarnar, so hevur Ingi hóast alt eisini orsøk at vera bjartskygdur [...] partin, so tykist tað eisini soleiðis, at stórur dentur verður lagdur á, hvussu menniskjuni í fótbóltsfelagnum hava tað. Felagið syrgir fyri, at leikararnir fáa eitt gott heim at vera í. At teir gera [...] soleiðis, at leikararnir læra, hvussu tú skalt bera teg at. - Tað er jú ikki bara tað at renna runt á vøllinum. Vit læra eisini, hvussu tú á bestan hátt fert við tær sjálvum. Kropsliga ræður um at eta rætt
telduposti fáa somu boð uppá minni enn 9 minuttir, ímeðan tað tekur eitt korter at geva somu boð á einum fundi. Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde, metir, at við teldupostinum ber til at náa meira í okkara [...] einaferð. Pling Søtur tónleikur er tað í oyrunum á so mongum, tá eitt lítið ?pling? úr telduni er tekin um, at eini boð eru komin. Vælsignað kann vera at hava bæði persónlig og faklig sambond júst tá ein [...] Bræv til biskupin Men hóast allar vandarnar, so verður í greinini eisini víst á fyrimunir. Kanningar vísa, at tað tekur í miðal 4 ferðir so langa tíð at koma ígjøgnum við einum boðum við telefon, sum
segði, at hon hevði ikki góð boð at bera mær. Hon segði, at nú var babba farin. Sjálvt um babba hevði verið sjúkur eina tíð, kom tað dátt við, at hann ikki var her meira. Dugdi ikki at skilja tað, at hann [...] ikki. Hann tímdi ikki bara at ganga við hús og einki gera, og so var, at babba helt fram at sigla. Tann 15. desember um morgunin ringdi mamma og segði, at babba var farin á sjúkrahúsið í Klaksvík. Hann [...] Tað var hart at skula síggja babba liggja har í respirator. Eg tordi ikki at fara heilt inn til hann. Tað tók nakrar dagar at manna seg upp til at standa við síðuna á honum og venja seg at síggja hann liggja