Tað var einki minni enn ein stórhending í føroyskari fótboltssøgu, tá tann tá bert 15 ári gamli Ingi Højsted úr Havn gjørdi sáttmála við enska stórfelagið, Arsenal. Gaman í var ungi havnardrongurin ikki hin fyrsti føroyski leikarin, sum fór at leita sær fótbóltseydnuna uttanlands, men neyvan hevði nakar roknað við, at ein føroyskur leikari skuldi vinna seg somikið langt, sum til at skriva sáttmála við eitt av heimsins mætastu fótbóltsfeløgum.
Sum vera man, so var Ingi sjálvur eisini ovurfegin, tá sáttmálin varð komin í hús. Eitt var, at hann við hesum longu hevði tryggjað sær eitt gott fíggjarligt grundarlag til framtíð sína. Annað var, at hetta var stóri dreymurin, sum gjørdist veruleiki. Eins og flestir aðrir ungir fótbóltsleikarar, hevði hann í loyndum droymt um møguleikan fyri einii yrkistilveru. Men at hetta skuldi gerast í einum enskum stórfelagið, var kortini meira, enn fatunarevnini tóktust at røkka.
Veruleiki var tað tó, og á heysti í fjør gekk leiðin so til enska høvuðsstaðin, har Ingi nú hevur búleikast í eitt ár.
Upp og niður
Tá farið verður undir eina yrkisleið sum fótbóltsleikari uttanlands, so hava fólk flest kanska størst áhuga fyri, hvussu tað gongst ítróttarliga. Og her má av sonnum sigast, at Ingi hevur havt sínar upp- og niðurtúrar.
Fyri at taka tað seina fyrst, so hevur tað verið ein ógvuliga stórur bági fyri Ing,a at hann varð skaddur rættiliga skjótt, eftir at hann var komin til felagið. Hetta hendi tá hann á heysti í fjør var við føroyska U-17 landsliðnum.
- Talan var um ein skaða í fótinum, álíkur tí sum David Beckham dregist við, nú hann roynir at gerast klárur til frammanfyristandandi HM-kappingina. Neyðugt varð at festa beinini í fótinum saman við tveimum skrúvum, greiðir Ingi frá.
- Um jóltíðir var eg endiliga komin heilt fyri meg aftur, og eg vann mær eisini pláss aftur á liðnum, men ein skaði í øklinum gjørdi enn einaferð, at ein steðgur varð neyðugur. Móti kappingarenda kom eg so aftur á liðið, men heldur ikki hesa ferð var friður. í dysi móti Newcastle herfyri fekk eg ein vøddaskaða, so nú er árið liðugt fyri mítt viðkomandi.
Hóast hetta, so tykist havnardrongurin á ongan hátt at hava mist mótið, og hóast skaðarnar, so hevur Ingi hóast alt eisini orsøk at vera bjartskygdur.
Tað hevur nevnliga eydnast honum ? hóast mongu skaðarnar ? at vinna sær pláss á U-17 liðnum hjá Arsenal. Hetta hóast aldurin bert er til U-16 bólt, og tá skaðar ikki hava gjørt um seg, hevur hann verið mest sum fastur fúsur á liðnum. Í ensku kappingini kundi kanska gingist nakað betri hjá liðnum. Teir vórðu slignir úr kappingini, tá teir í fjórðingsfinaluni taptu 1-2 fyri Newcastle, men at vera millum átta tey bestu liðini í Onglandi man nú heldur ikki vera so galið hóast alt.
Búnaður nógv
Á heimferðini til Føroya var tað mest sum av tilvild, at útsendi blaðmaðurin og Ingi komu í ferðalag, og alt lagaði seg soleiðis, at vit áttu sess lið um lið í flogfarinum hjá Atlantsflog, so stundir vóru til at práta um leyst og fast. Eisini um ymiskt gerandisligt, sum vanliga ikki stendur á skránni, tá ítróttarfólk og ítróttarskrivarar samskifta.
Og á ein hátt er eisini sjónligt, at hetta árið í enska milliónabýnum hevur broytt lívsáskoðanina hjá Inga. Í øllum førum er tað soleiðis, at tú ofta hevur hug at gloyma, at talan í veruleikanum bert er um ein stóran smádrong, sum tú prátar við. Men hetta slagið av sjálvbjargni er helst eisini nakað, sum er neyðugt, um tú skalt standa teg í slíkum umhvørvi. Eisini hóast hann kortini ikki hevur verið heilt einsamallur.
- Sjálvandi hevur tað til tíðir verið torført at umstillað seg til lívið í London. Alt er so nógv meira strævið og stressandi í London, sammett við Havnina, og hetta er so nakað, sum tú skalt venja teg við, hóast tað kann tykjast heldur tungt til tíðir. Ikki minst, tá skaðarnir fóru at gera um seg, tí eg var jú komin higar fyri at spæla fótbólt, og tá kann tað kennast eitt sindur hugstoytt at síggja hinar venja, meðan tú einki fært gjørt sjálvur.
- Tað hevur tó verið mær ein stór hjálp, at vit eru tríggir leikarar, sum búleikast saman hjá einum húski. Stephen Bradley og Sebastian Larsson eita teir báðir, og vit eru vorðnir veruliga góðir vinir. Eisini hóast teir nú hava givið mær nýtt hársnið, sigur hann heldur speiskliga, og sipar til, at tað als ikki var við góðum, at ljósa hárið nú er rakað niður í millimetra-longd.
- Tað var nakað, sum flestir av hinum leikarunum gjørdu, og tá eg ikki hevði hug til tess, so varð eg bara hildi niðri, meðan hárið rakað, so tað var nú einki serligt.
- Og so havi eg eisini hildið nakað saman við teimum føroyingum, sum eru í London. Vit eru eini 20, sum regluliga hittast, og tað ger í øllum førum, at tú onkursvegna kennir teg meira heima, enn um tú alla tíðina bert samskifti við útlendingar.
- Saman við skúlagongdini, sum eg jú havi havt góðar stundir til við øllum skaðunum, hevur alt hetta so avgjørt verið viðvirkandi til, at eg hóast alt eri follin væl til í London, og hóast eg sjálvandi eri fegin um at sleppa heim eina tíð, so gleði eg meg longu nú til eitt nýtt kappingarár, sum vónandi verður betri fyri mítt viðkomandi.
Felagið ger sítt
Umframt ítróttarliga partin, so tykist tað eisini soleiðis, at stórur dentur verður lagdur á, hvussu menniskjuni í fótbóltsfelagnum hava tað.
Felagið syrgir fyri, at leikararnir fáa eitt gott heim at vera í. At teir gera nakað við lesturin, og partur av venjingartímunum eru eisini skipaðir soleiðis, at leikararnir læra, hvussu tú skalt bera teg at.
- Tað er jú ikki bara tað at renna runt á vøllinum. Vit læra eisini, hvussu tú á bestan hátt fert við tær sjálvum. Kropsliga ræður um at eta rætt, fáa neyðugu hvíldina og so framvegis, og í frítíðini skulu vit eisini fara væl um okkum sjálvar.
- Ikki soleiðis, at felagið setir nakrar beinleiðis avmarkingar fyri, hvat tú kanst, og hvat tú ikki kanst. Tað er í stóran mun upp til okkum sjálvar, men tá tú ert vitandi um, hvussu nógv skeivir lívsvanar kunnu kosta tær, so ansar tú sjálvsagt meira eftir, heldur Ingi.
Ikki minst tykist tað at hava lagt seg í geyma, tá fyrrverandi liðskiparin á enska landsliðnum, Tony Adams, hevði fyrilestur fyri leikarunum. Adams, sum hevur leikt 19 ár á besta liðnum hjá Arsenal, hevði sjálvur sínar stóru trupulleikar av rúsdrekka. Í dag er hann tó vorðin avhaldsmaður, og umframt at ansa sær sjálvum, er hann í dag virkin í einum felagsskapi fyri fyrrverandi leikarar, sum eru komnir illa fyri, eins og hann í Arsenal roynir at geva sítt ískoyti til uppalingina av komandi fótbóltsleikarum.
Vil eisini læra frá sær
Tá prátið aftur fellur inn á ítróttarliga partin av yrkistilveruni, er heilt skjótt at staðfesta, at stór framstig eru gjørd hetta árið.
- Um tú spyrt meg, hvat eg havi lært hetta árið, so dugi eg næstan ikki at svara. tað er so øgiliga nógv. Eitt er, at vit sjálvandi eins og heima í Føroyum spæla fótbólt, men mátin, sum vit venja uppá, er fullkomuliga øðrvísi.
- Alt verður gjørt eftir eini ætlan, sum skal sampakka við hana, sum felagið koyrir eftir. Tað vil siga, at Arsenal hevur eina fasta spælskipan, og hesa skulu vit kenna til fulnar. Hvør einstakur leikari hevur greið boð um, hvat hann skal gera, tá tann og tann støðan íkemur á vøllinum. Endamálið er sjálvndi, at vit skulu kunna spæla so skjótt sum gjørligt. Í Føroyum er tað jú soleiðis, at tá tú fært bóltin, so mást tú fyrst hyggja, hvar viðleikararnir eru, men tað skal ikki vera neyðugt. Her er tað soleiðis, at fært tú bóltin á miðvøllinum, so skalt tú vita, júst hvar viðleikararnir renna, so bólturin alt fyri eitt kann spælast víðari. Tú hevur stutt ikki stundir at umráða teg.
Og fyri at røkka hesum, er sjálvandi neyðugt við nógvari venjing. Ingi greiðir frá, at ofta er talan um einar fimm til seks tímar um dagin, harav stórur partur er av ástøðiliga slagnum. Altso venjing við innaru síðuni av høvdinum.
- Alt tað, sum eg nú havi lært, hevur eisini havt við sær, at eg longu nú havi tikið avgerð um, at fara undir venjaraútbúgvingarnar hjá Fótbóltssambandinum. Nú veit eg ikki akkurát, hvussu tað kemur at liggja fyri, men vónandi kann eg taka okkurt skeið, tá eg eri heima í summarfrítíðunum.
- Bara hetta fyrsta árið havi eg lært somikið nógv, at eg kenni tað sum eina skyldu at geva øðrum ungum fótbóltsleikarum part av hesum. Og hóast eg sjálvandi ikki vóni, at tað verður innan tey fyrstu mongu árini, so havi eg longu nú sett mær fyri, at eg á onkrum støði skal gerast venjari, men sum sagt, so verður tað vónandi ikki tey fyrstu mongu árini, sigur hann.
Ferð okkara til Føroya er nú eisini komin at enda, so stundirnar at práta styttast í hvørjum. Silja gongur við fullari ferð inn móti bátahylinum í Vestmanna, og á bryggjuni stendur mamman fyri soninum, sum loksins kemur heim á klettarnar. Um ikki annað í tveir mánaðir.
Vit takka hvørjum øðrum fyri hugnaligu ferðina, og hvør veit? Kanska var tað ein komandi stjørnuspælari í ensku Premier-League, sum eg hevði gleðina av at fylgjast við hesaferð.