Brøvini postboðini ikki síggja

Ein hálv milliard fólk sendu í fjør fleiri enn 4000 milliardir teldubrøv. Nýggi samskiftishátturin hevur havt við sær nýggjar gleðir, nýggj sambond og nýggjar trupulleikar

Júst, sum eg sjálvur er meint raktur av virusi, datt eg av tilvild um forvitnisliga grein um teldusamskifti, teldubrøv.
Hóast álvarsligar fráhaldstrupulleikar ? abstinensir ? so er tað teldan, ikki eg sjálvur, ið hevur virus. Men sannast skal, at skjótt er at gerast bundin at telduni, teldubrøvunum og samskiftinum. Rættuliga sperdur kann ein gerast við hugsanina um, at ikki slepst framat teldupostinum.
Og greinin hjá N. Poulsen í Samvirke juni 2002, tekur júst upp evnið. Hetta nýggja, samskiftishátturin, sum kom úr púrt ongum, og eftir met stuttari tíð gjørdist vanligasti samskiftisháttuirn. Og verðin minkaði enn einaferð.
Pling
Søtur tónleikur er tað í oyrunum á so mongum, tá eitt lítið ?pling? úr telduni er tekin um, at eini boð eru komin.
Vælsignað kann vera at hava bæði persónlig og faklig sambond júst tá ein sjálvur hevur hug til tess.
Og líka væl kennist at kunna røkka onnur, uttan at ringja fyrst fleiri ferðir til fánýtis, uttan at koma á gátt og órógva, men heldur kunna koma í samband við hin partin, júst tá hann sjálvur hevur hug. Tí hann lesur jú teldupostin, tá hann hevur stundir.
Men telduposturin kann eisini fáa fólk at kenna seg jagstraði og fólk kunnu kenna strongd. Og samstundis er eisini skjótt, at fólk gerast firtin ella gera annan firtnan. Tí samskiftismiðilin er so nýggjur og skjótur, at vit enn ikki rættuliga hava tamarhald á honum.
Og tann hálva milliardin av nýtarum hava fingið eitt amboð, ið er líka grundleggjandi, sum pennurin ella telefonin.
Kanningarfelagið IDC sigur, at í fjør vórðu fleiri enn 4000 milliardir teldubrøv send kring um í heiminum. Talið av nýtarum økist væntandi við meira enn 100 milliardum í ár. Og í ár 2005 eru nærum ein milliard nýtarar.
Teldupostskipanin hevur givið fleiri fólkum eitt forum, ein møguleika at koma til orðanna, ið annars ikki høvdu latið við seg koma. Tey hava fingið mót og møguleika, tey hava fingið mál.
Og sambandið við hægri myndugleikar er eisini lættari. Frástøðan millum borgara og myndugleika er minni.
Ups!
Men enn duga vit ov illa at handfara telduposthugtakið.
Og mistøkini eru mong. Dømini eru mong um brøv av loyniligum slag, sum fara út til øll í adressulistanum. Og tað kann sjálvsagt brátt fáa keðiligar avleiðingar.
Og fólk koma eisini útfyri at gerast óvinir, tí samskift verður við telduposti, ístaðin fyri persónligt samskifti. Og samskiftið kann fløkjast, tí sent verður aftur til avsendara, sum so kann vera fleiri adressur, avrit o.s. fr.
Eitt teldubræv kann skjótt fara ov skjótt avstað. So skjótt fyrstu bókstavirnir á móttakaranum eru trýstir, koma nøvn úr adressulistanum fram. Og tá er skjótt at senda til skeivan persón, t.d. Petur Jacobsen og ikki Petur Joensen.
Soleiðis kunnu heldur morreyðar søgur ella slatur enda hjá stjóranum. Familjuprát um dóttur, ið skiftir menn heldur ofta, endar hjá gubbum og ommum og abbum og systkinabørnum.
Svar og svar og svar. Svarknøtturin og viðhang hava ofta verið meira til skaða, enn gagn.
Avvenjing
Allir nýtarar hava havt ring upplivilsi við teldupostinum og hesum samskiftishátti. Ein búgvin og tilvitað handfaring av hesum amboð er enn ynskilig, ikki veruleiki.
Í USA hevur verið mett, at medarbeiðarar í fyritøkum nýta í miðal trý korter dagliga til teldupostin.
Hetta tekur tíð. Ein roynd, har telduposturin bert kundi lesast klokkan 10 og klokkan 15 varð gjørd í Danmark. Fyrst vóru fólk frá sær sjálvum. Men seinni komu tey eftir, at hetta var av tí allar besta.
Tí teldubrøvini fáa okkum uppfrá. Halda okkum í gongd. Tey reyðu fløggini, ið boða frá posti, kunnu geva strongd.
Skulu tey 50 teldubrøvini lesast, áðrenn arbeiðið byrjar, so er spælið skjótt spilt. Tá er ein ikki longur harri yvir egnari tíð.
Og tað er vert at leggja til merkis, hvussu hugagóð fólk gerast, tá telduposturin ikki kemur upp í leikin.
Tað verður mett, at um eini tvey ár hava vit nærum ikki stundir til annað enn teldubrøvini. Tí verður mett, at ráðiligt er at taka eina avvenjing nú, áðrenn teir veruligu abstinensirnir vísa seg.
Bræv til biskupin
Men hóast allar vandarnar, so verður í greinini eisini víst á fyrimunir.
Kanningar vísa, at tað tekur í miðal 4 ferðir so langa tíð at koma ígjøgnum við einum boðum við telefon, sum við telduposti. Eisini kunnu 12 fólk við telduposti fáa somu boð uppá minni enn 9 minuttir, ímeðan tað tekur eitt korter at geva somu boð á einum fundi.
Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde, metir, at við teldupostinum ber til at náa meira í okkara stutta lívi, enn til bar fyrr. Meira og meira fæst inn í lívið, júst sum ein nú kann koma sær fram 800 kilometrar uppá ein tíma, har tú fyrr bert kom tær fram fýra kilometrar.
Hvat er hetta so vert?, kann ein spyrja.
Lindhardt sigur, at einki fæst, uttan okkurt verður latið ístaðin. Soleiðis er lívið. Við teldupostinum missa vit kanska okkurt viðvíkjandi djúphugsni og málburði. Men vit fáa tað skjóta, munnliga og ikki minst tað demokratiska, har fleiri tora at taka orðið og at venda sær til onnur.
Jan Lindhardt sigur, at orsakað av teldupostinum, hevur hann samband við nógv fleiri fólk, enn áður. Hevur hann verið burtur, so bíða teldubrøv frá øllum møguligum fólkum við spurningum um praktisk og kirkjulig viðurskifti. Ofta fólk, ið annars ongantíð høvdu vent sær til ein biskup.
Ótolin
Fyri mongum árum síðani var tað hondskrivaðað orðið, ið varð sent kring heimin við hesti ella skipi. Hetta tók langa tíð. Í 1800 talinum kom skrivimaskinan og bátar og dampskip førdu post. So komu flogfør.
Í dag gerast vit ótolin, fáa vit ikki svar innan hálvan minutt. Við teldupostinum hava vit fingið í gerandisdagin ein faktor, ið eitur ótolni.
Lindhardt ber saman teldupost við hebraiskt mál, har sjálvljóðini vanta. Tað krevur dugnaligan upplesara at lesa hebraiskan tekst, tí avmarkaða málið skal tulkast og sjálvljóðini leggjast afturat. Lindhardt metir, at somuleiðis skal lesarin týða eitt teldubræv, ið ofta hevur fátækt mál og stavseting. Hansara royndir siga, at ikki hjálpir at koma við frískum viðmerkingum í teldubrøvum, sjálvt um skjótleikin leggur upp til hetta. Ofta er úrslitið júst øvugt.
L.G. Jensen frá WWF metir, at ofta kemur klandur burturúr telduposti, mótvegis eini telefonsamrøðu.
Hann sigur, at tað hevur tikið ár og tógvið stríð at finna ein hátt at samskifta og tær rammur, sum hesin miðil tolur.
Alt er so beinleiðis, í mun til vanligu brøvini. Og kropsmál er ikki við og møguleikar eru ikki á sama hátt at koma við útjavnandi viðmerkingum.
Leiðarar goyma seg
Hóast skjótt er at skriva og lesa teldubrøv, so standa tey eftir, eins og vanlig brøv.
Mong, bæði fólk og fyritøkur, hava ikki gjørt sær greitt, hvussu hesin miðil eigar at handfarast. Hetta er ein trupulleiki.
Dømi eru um leiðarar í fyritøkum, ið senda týdingarmiklar ætlanir um umlegging, um at stongja deildir ella um at siga fólki upp, út sum einkisigandi teldubrøv.
Síðani kunnu viðmerkingar falla til medarbeiðarar, sum hetta viðkemur, tá hesi hittast av tilvild á gongini; hevur tú lisið tín teldupost?
Eftir stendur ein skelkað fyritøka í ruðuleika.

·??????????????????????


Tey 10 boðini viðvíkjandi telduposti


Send ikki við telduposti tað, tú ikki hevði sagt við viðkomandi í brævi, í telefon ella andlit til andlits

Hygg bert at teldupostinum tvær ferðir dagliga (t.d. kl. 10 og kl. 15)

Send ikki viðmerkingar, ið bera brá av sterkum kenslum

Send ikki í telduposti á arbeiðsplássinum nakað, ið tú metir, at stjórin ikki eigur at síggja

Minst til, tá tú samskiftir við ein, tú ongantíð hevur hitt, at tú samskiftir við ein púra ókendan persón

Órógva ikki onnur við láturligum og og óneyðugum teldubrøvum

Send ikki hópbrøv ? uttan so, at hetta er ein væl greinaður bólkur, ið tú longu hevur samskift við áður ? og tú roknar við, at tey gerast glað fyri teldubrævið

Send ikki óynsktar lýsingar til onnur

Hav ikki órógv av at bíða við at svara teldubrøvum. Serstakliga, um hetta eru brøv frá ókendum. Send møguliga skjótt svar, ið boðar frá, at tú hevur fingið brævið og sigur, at tú hugsar um tað ella at tú svarar seinni