BÍÐISTØÐA
Fríggjadagin í farnu viku vóru 18 mánaðir síðani Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði kom á bíðilistan eftir einum lunga. Hesa tíðina hevur hann búð á sjúklingahotellinum Tórshavn á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Heilsustøðan er óbroytt. Vanliga bíða fólk hálvt annað til trý ár eftir nýggjum lunga.
- Tolið er við at vera uppi nú, men vónina havi eg um, at eitt lunga verður funnið til mín. Eg gleði meg ónatúrliga nógv til at verða frískur aftur. Hugsi eg ov nógv um sjúkuna og at einki lunga verður funnið til mín, verði eg ørur í høvdinum. Eg havi lært meg sjálvan at lata vera við at hugsa soleiðis, bygt ein verjugarð upp fyri at forða slíkum tankum. Og hví skal eg hugsa um sjúkuna, tá ið eg einki fái gjørt við hana? sigur Jákup Oluf.
Fyri trimum mánaðum síðani varð eitt lunga funnið til Jákup Oluf. Hann varð uppringdur á miðjari nátt, fór á sjúkrahúsið og allar fyrireikingar vóru gjørdar til skurðviðgerðina.
- Av tí, at eg hevði bruna í húðini, miseydnaðist henda royndin. Tað var ógvuliga skuffandi, eg havi ivaleyst verið mest skuffaði persónur í danska ríkinum. Eg roknaði veruliga við, at nú fekk eg eitt nýtt lunga og so slapp eg til hús, greiðir Jákup Oluf Breiðaskarð frá.
Dagarnir langir
Bíðitíðin kenst sum vera man ógvuliga long. Hann hevur ikki fingið nakra ábending um, nær hann kann vænta, at eitt lunga verður funnið til hansara.
- Hendan morgunin, eg skuldi fáa nýtt lunga, varð sagt, at nú stóð eg ovast á listanum. Men tað kann ikki passa, tá ið einki er funnið enn. So er tað eisini tað, at er ein persónur verri fyri enn eg, verður viðkomandi tikin fram um.
Nógv situr hann framman fyri telduna, og skutarin, hann fekk fyri trimum mánaðum síðani, ger, at hann sleppur út meiri.
- Tað er ikki so galið og uppaftur betri verður tað, tá ið veðrið verður betri.
Hetta tíðarskeiðið hevur Jákup Oluf verið fýra ferðir í Føroyum. Í løtuni er hann staddur heima í Fuglafirði fyri at halda páskir saman við familjuni.
- At búgva á sjúklingahotellinum í so langa tíð er sum at vera í fongsli. Tað er ikki væl egnað til fólk, sum steðga so leingi sum eg. Starvsfólkini eru ógvuliga fitt og gera alt fyri okkum, men at noyðast at búgva har er ræðuligt. Tí royni eg at finna eina íbúð í býnum, hóast tað gongur striltið, sigur Jákup Oluf.
Hann er tann, ið hevur búð longst á sjúklingahotellinum. Tískil hevur hann hitt nógv fólk, sjúk og avvarðandi.
- Tað er ikki serliga hugaligt at síggja nógv illa sjúk fólk alla tíðina, serliga, tá ið ein sjálvur er sjúkur. Tað er avgjørt ikki gott fyri sálina. Hetta hálvt annað árið síðani eg kom til Danmarkar, eru átta fólk, børn og eldri fólk, sum eg havi knýtt meg til, deyð. Umframt fór pápi mín knappliga síðsta ár. Tað er ógvuliga hart og tað ávirkar sjálvsagt. At byrgja meg av inni á kamarinum ber heldur ikki til, men tað er klárt, at tað er ringt at seta seg í samband við fólk, sum eru álvarsliga sjúk.
Ikki til arbeiðis
Júst tvey ár eru liðin síðani Jákup Oluf, sum tá var 32 ára gamal, gjørdist sjúkur. Jákup Oluf hevur meginpartin av sínum arbeiðslívi verið sjómaður. Á eini frívakt vaknaði hann knappliga eina náttina við fepri og hevði ilt fyri lungunum. Sum tíðin gekk orkaði hann minni og røntgenmynd vísti, at eitthvørt var á lungunum. Hvat, vistu læknarnir ikki. Ikki fyrr enn Jákup Oluf kom á Ríkissjúkrahúsið eftir at hava ligið hálvan annan mánaða á Landssjúkrahúsinum, funnu læknar út av, at hann hevur lungnafibrosu. Lunguni verða spakuliga oyðiløgd. Ístaðin fyri at gera bindivev, gera lunguni arrvev. Helst er sjúkan íkomin, tí hann hevur andað okkurt vandamikið í seg, okkurt eitur av onkrum slag. Ongin viðgerð er fyri lungnafibrosu. Einasti møguleikin er at fáa nýtt lunga. Jákup Oluf fær ilt úr iltfløsku alt døgnið. Hann fær ikki gjørt krevjandi arbeiði, og á sjógvin sleppur hann ikki aftur at arbeiða. Vanligu flutningstólini, so sum buss og tok, fær hann ikki brúkt í danska høvuðsstaðnum orsakað av vandanum fyri smittu. Skutarin er tí sera hentur.
- At verða skryktur av skipsdekki inn á sjúkrahús og fáa boð um, at eg einki kann gera uttan at bíða eftir einum nýggjum lunga, er alt annað enn hugaligt, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð.