Edmund er ársins fyrstahjálpari

Fyri at hjálpa einum starvsfelaga, sum fekk heilabløðing umborð á skipi, varð Edmund Jacobsen í Hoyvík av Reyða Krossi Føroya valdur ársins fyrstahálpari 2001

Útnevning


Fyri at hjálpa einum starvsfelaga, sum fekk heilabløðing umborð á Havhesti í november í fjør, fekk Edmund Jacobsen í Hoyvík týsdagin handað prógv sum ársins fyrstahjálpari fyri árið 2001. Útnevningin er gjørd av Reyða Krossi Føroya.
Tað var í november mánaða í fjør, at ein maður knappliga gjørdist illa sjúkur, meðan teir vóru staddir einar 60 fjórðingar úr landi.
Støðan var so álvarslig, at boð vórðu send eftir læknahjálp beinanveg, eins og tyrla varð boðsend at flyta mannin á sjúkrahús. Skjótt gjørdist greitt, at fyrstahjálp var neyðug, og avstandurin var so mikið stórur, at tað tók nakað av tíð hjá tyrluni at koma fram.
Meðan tyrlan var á veg út til skipið, gav Edmund alla tíðina sjúka manninum kunstigan andadrátt.
Alla tíðina, meðan Edmund arbeiddi upp á mannin, vóru aðrir av manningi eisini um teir og stuðlaðu og hjálptu til.
Tá tyrlan var komin, gjørdu ymsar umstøður, at ikki bar til at brúka hjálpartólini, sum við vóru, so neyðugt var hjá Edmundi at fylgja við tyrluni til lands, samstundis sum hann alla tíðina helt á við fyrstahjálpini. Maðurin varð síðan lagdur inn á Landssjúkrahúsið. Tá hevði Edmund arbeitt upp á mannin í umleið tríggjar tímar.
Læknin frá donsku sjóverjuni, sum komin var umborð á Havhest, varð verandi eftir, meðan Edmund fylgdi við sjúka manninum til lands.
Edmund greiðir frá, at tá komið varð til lands, vórðu teir móttiknir á tyrlupallinum av Marneri Andreasen, portøri, sum beinanveg fekk andadrátstólið at rigga.
Á B8 vórðu teir móttiknir av Tummasi í Garði, lækna, sum Edmund ynskir at takka fyri góða móttøku og stuðul, eftir at teir vóru komnir inn á sjukrahúsið. Eisini sjúkrasystrarnar vóru sera fryntligar og fyrikomandi og tóku sær væl av honum, sigur Edmund.
Sjúki maðurin varð lagdur í respirator, men so vánalig var heilsustøðan kortini, at hann doyði dagin eftir.
Edmund Jacobsen fegnast um heiðurin, honum er vístur við útnevningin. Hann ynskir at takka Høgna Djurhuus, narkosuyvirlækna, fyri innstilling og Reyða Krossi Føroya fyri útnevning, og vil fegin senda familjuni hjá starvsfelagnum eina heilsu og kondolera avvarðandi.
Edmund sigur, at tað sjálvandi er hugaligt at fáa eins slíka viðurkenning, men at alt hevði verið munandi lættari, um maðurin hevði livað í dag.
Umframt heiðurin frá Reyða Krossi Føroya fekk Edmund eisini eina peningagávu upp á 3.000,- kr. frá Tryggingarfelagnum Føroyar.