Fyrstahjálp
Reyði Krossur Føroya útnevndi týsdagin á fyrsta sinni ársins fyrstahjálpara í Føroyum. Útnevningi varð kunngjørd á samkomu hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn.
Tríggjar innstillingar vóru til ársins fyrstahjálpara fyri árið 2001. Allir innstillaður persónarnir fingu heiðursbræv, meðan tann, sum varð útnevndur, eisini fekk peningagávu aftur at heiðurinum.
Eiðis Bjargingarfelag hevði innstillað Olaf í Garði Joensen á Eiði fyri at hava veitt góða fyrstahjálp til persón, sum var komin rættiliga illa fyri í eini bilvanlukku á Eiði.
Talan var um ungan drong, sum sambært læknanum á staðnum ikki andaði, tá Olaf í Garði Joensen kom til hansara. Olaf gav kunstigan andadrátt og helt soleiðis lív í dronginum, til læknin var komin á staðið. Drongurin varð fluttur á sjúkrahús og er seinni komin heilt fyri seg aftur. Læknin ivaðist ikki í, at Olaf í Garði Joensen bjargaði dronginum.
Av løgregluni í Eysturoy varð Jim Stanley Løvhøjten á Toftum innstillaður fyri at hava bjargað eini ungari gentu, sum var við í eini ferðsluvanlukku á Lambareiði.
Jim var komin á vanlukustðaið nakað eftir, at ein bilur við fleiri ungum fólkum var farin út av vegnum. Hann hevði breitt klæði yvir gentuna, sum var rættiliga illa fyri orsakað av kulda.
Læknafrágreiðing eftir hendingina segði, at kropshitin hjá gentuni var so lágur, at um ikki ikki varð breitt út yvir hana, tá tað varð gjørt, var hon ivaleyst deyð av kulda, áðrenn hon fekk aðra hjálp.
Vegna Landssjúkrahúsið hevði Høgni Djurhuus, narkosuyvirlækni, innstillað Edmund Sofus Jacobsen í Hoyvik fyri at hava givið fyrstuhjálp undir truplum umstøðum í óvanliga langa tíð til persón, sum raktur var av heilabløðing og ikki sjálvur fekk drigið andan.
Tilburðurin fór fram umborð á Havhesti, sum var til fiskiskap. Edmund fylgdi við sjúklinginum til lands og helt honum á livi, líka til hann kom undir læknahond á Landssjúkrahúsinum.
Av teimum trimum, sum innstillaðir vórðu, varð Edmund Jacobsen útnevndur ársins fyrstahjálpari av Reyð Krossi Føroya.