báðum førum var uppspælið í høgru. Í fyrra førinum var tað vongverjin Ari Olsen, sum legði innfyri, og tá var tað miðvallarin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen, sum skoraði. Í seinna førinum var tað Jákup [...] leið royndi NSÍ at trýsta meiri. Men tað var ikki fyrrenn tað restaði ein minuttir, at tað var heilt vandamikið. Pól Jóhannus Justinussen, sum síðsta hálva tíman var í álopinum, royndi seg úr stuttari fjarstøðu [...] løtu eftir, at NSÍ var um reppið at javna. NSÍ verjuspælið var í hesi støðu lítið sannførandi, tá ið Jákup Johansen, sum í dag er fremsti maður hjá Skála, setti bóltin í málið. Aftur var uppspælið í høgru
ljóðar ikki heilt rætt. Tú kanst ikki vinna 0-0. Tað ljóðar heldur ikki rætt um tú hyggur eftir stigatalvuni, tí tað eru fá stig, ið skilja liðini. Hyggur tú hinvegin eftir stigatalvuni í 2007, so var NSÍ [...] fáa stig móti NSÍ á útivølli, og ongin sær nakað óvanligt í tí. Tað er ikki nøkur yvirskrift longur, at TB fær stig . Heldur ikki, um teir fáa tað á útivølli móti einum av størru feløgunum í landinum. So [...] Samanumtikið var TB omaná í fyrra hálvleiki og hevði fleiri royndir, meðan Andy tó hevði tann størsta. Lítið spæl í seinna hálvleiki Seinni hálvleikur var lítið hendingaríkur og tað var lítið av góðum
Jákup. Hon var sera fryntlig og dugdi væl at greiða frá Hon minnist einki til hesa hending, men sum hon vaks til, kom hon tó at kenna hvussu tað var ongan pápa at hava. Tað var ikki prátað nóg um hetta [...] lív, sum var vanligt hjá gentum. Sum heilt ung gekk hon við posti. Hetta var eitt arbeiði, sum ikki kundi forsømast. Sjálvt tann dagin, hon skuldi til altars aftaná konfirmatiónina, mátti hon fyrst við [...] við posti. Hon var í húsi ymsa staðni. Hetta var ein góð skúling hjá nógvum gentum at gerast góðar matmøður. Jastrid var eisini í Ìslandi og arbeiddi fisk, sum eisini var vanligt tá í tíðini. Hon arbeiddi
Miers var ein av nærmastu ráðgevum forsetans, og hon hevur eitt tætt tilknýti til Bush familjuna. Men tilmælið hjá Bush fall ikki í góða jørð á høgravonginum. Tey vístu á, at Miers als ikki var nóg radikal [...] evnið til hægstarætt. Almenna frágreiðingin var, at hon ikki vildi koma Bush í trupulleikar, tá Kongressin fór at grava í hennara tilknýti til forsetan. Hetta var sum at fáa vátan vøtt frammaná, og síðani [...] Fitzgerald sína fyribils niðurstøðu. Og hon var, at Lewis Libby, ið er høgra hond hjá Dick Cheney, verður ákærdur fyri m.a. at hava givið falska vitnisfrágreiðing. Libby er ikki ákærdur fyri at hava avdúkað yrkið
hevði gjørt, um tit ikki høvdu bygt upp hetta samstarvið. Nýggj farleið 40 ár seinni Brúgvin um Streymin var í síni tíð roknað sum størsta byggiverkætlan í Føroya søgu. Tær 13 milliónirnar hon kostaði, vóru [...] vóru nógvir pengar tá - og ferðslan var ikki nær námind so nógv, sum hon er nú. Men, sum Heðin Zachariassen, borgarstjóri, segði um dagarnar: Teir, sum gjørdu íløguna, hugdu langt út í framtíðina. Nú fara [...] hann legði á og eg spurdi hvat tann enska samrøðan hevði verið um, segði hann, at tað snúi seg um ein nýbygning í Singapore. Eigarin var lopin frá - og nú hevði Thor akkurát yvirtikið kontraktina... Hetta
Hall. Fríggjakvøldið í Degi og Viku. Avráðingin um, at allir flokkar á tingi í felag skuldu leggja uppskotið fram, táið tað var borðbært, helt sjálvandi ikki, nú táið Eidesgaard, umgirdur av sínum fremstu [...] vónin um at tað helst fer at ganga onkursvegna allíkavæl, hevur fingið takholt á sál, vitsku og heilamegi. Hugsjónin er heldur ongin barriera, hon er fokin fyri árum síðan. Men er hendan hugsanin ikki hugsanin [...] lønmóttakarum, bara fyri politiskan løtuvinning, nú egin ómegdarskriða er lopin oman yvir teir. Tað fer at spyrjast um livst. Nú tað ríður um endan á greinastubbanum, skal tann uggi tó verða fráboðaður, at Tjóðveldi
honum frá, at hetta helst var fyrsta ferðin, at ein semja sum eg hevði undirritað var brotin, og at ongin ivingur var um, at tað var hann, sum var lopin frá, áðrenn blekkið var tornað. Hetta kunna øll sum [...] bragdaði tó, tá lembdi brundseyðurin ikki færri enn tvey lomb. Viðingar hildu hetta vera tekin um heimsins enda, tí veðrur hevði ikki lembt í Norðoyggjum áður, og als ikki tvey. Soleiðis kann sjálvt hin besti [...] Ringdi til tíðindamannin beinanvegin, men fekk ikki fatur á honum fyrrenn tíðindasendingin var liðug. Hann var hvørki til at høgga ella at stinga í. Ætlaði sær ikki at koma við eini rætting. Morgunin eftir tosaði
? Árni Vang heldur lítið um, at einki verður gjørt fyri at fáa seyðin av vegnum. - Politikararnir tosa um Nullhugsjónina, at eingin má doyggja í ferðsluni. Men teir klára ikki eingongd at halda seyðin [...] ferðir verið um at farið útav í hálku vegna seyð á vegnum. Sjálvur eri eg djóravinur, men koyri eg á ein seyð og hann ikki pínist, men doyr, so latið eg hann liggja við vegjaðaran. Eg sigi ikki frá. Seyðurin [...] gjørt við trupulleikan. - Politikararnir vita væl um trupulleikan, men tá 4 hvør føroyingur eigur seyð ella gongur fjøllini hvørt ár, so tora teir ikki at gera nakað við tað. Tað skal vera slutt við, at
Í fyrra hálvleiki var dysturin líkur dystinum mikukvøldið, men í seinna hálvleiki tóktist orkan hjá Kyndli at ganga undan, og tá ið VÍF komu á odda við 4 málum fingu kyndlakvinnur ikki komið afturíaftur [...] 25-21, Kyndil minkar um munin, men VÍF svar aftur alt fyri eitt 60 min 24-20 Marianna skjýtur eitt gott mál 59 min 24-19 Durita Jojic heldur fram at skora 59 min 23-19 Kyndil fær pyntað um úrslitið. VÍF tekur [...] móti Liljuni Djurhuus og Agnas Olsen, men tær hava trupult at steðga Duritu, ið fleiri ferðir er lopin upp um kyndlaverjuna. Alt er opið undan seinna hálvleiki. 30 min 10-10 Durita Jojic skjýtur enn einaferð
fingið sær k í staðin fyri c, um hann var á lívi nú. Hann hevði neyvan góðtikið eitt c, sum danskir prestar góvu harraboð um at brúka! Tingið verður kanska eisini biðið um at samtykkja, at h og k skulu [...] Heldur enn at fegnast um, at vit ikki longur bara síggja donsk landanøvn, men føroysk, ja, so eru nøkur fólk, sum bara síggja svart og gremja seg um, at okkurt afrikanskt land ikki verður stavað sum á donskum [...] fr. Gremjið tykkum heldur um tað! FØROYAR, FÆRØERNE, FAROE ISLANDS o.s.fr.: Onnur mál hava sín egna máta at stava landanøvn. Vit føroyingar hava sjálvandi okkara máta. Hugsa um, hvussu Føroyar eita í ymsum