Seyðaskil
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
At seyður gongur leysur á Landsvegunum er ein stórur trupulleiki. Tað hava allir myndugleikar, bøndur, tryggingarfeløg og ikki minst bilførarar langsíðan sannað. Tó hendur millum lítið og einki hesum viðvíkjandi, og tað fær nú fólk upp úr stólinum, í øllum førum í myndarligari talu.
Árni Vang er stovnari av bólkinum »Seyðin vekk av vegnum« á Facebook. Hann stovnaði bólkin leygarkvøldið, og nú hálvtannað samdøgur seinni eru gott og væl 1500 limir í bólkinum, svarandi til góð trý prosent av íbúgvunum í Føroyum.
Søgan handan bólkin er nakað tilvildarlig, men ovurstóra undirtøkan, ið bert kann sammetast við bólkinum um morgunlesturin, talar fyri at hetta er nakað, ið hevur sera stóran áhuga millum fólk.
- Eg hevði verið í Fuglafirði og vitjað tey foreldrini, og tá eg koyri suðuraftur gongur ein rúgva á seyði á vegnum í Kollafirði, har tað altíð er nógvur seyður. Komin heim skrivaði eg í støðuna á Facebook, at eg vildi vita hvør stendur fyri innhegningini í Kollafirði, og at seyðurin mátti fáast vekk av vegnum. Tá svaraði Petur Reinert, ið eg arbeiði saman við, at eg átti at stovnað ein bólk, og eg so gjørdi. Men hetta er brádliga eksploderað, og tað er áhugavert, at tað hevur so stóran áhuga fyri fólk, sigur Árni Vang.
Hvar er logikkurin?
Árni Vang heldur lítið um, at einki verður gjørt fyri at fáa seyðin av vegnum.
- Politikararnir tosa um Nullhugsjónina, at eingin má doyggja í ferðsluni. Men teir klára ikki eingongd at halda seyðin av vegnum. Tað kann meir enn so henda seg, at ein bilur bremsar harðliga fyri einum seyði, sum leypur út á vegin, og at tað stendst ein stór vanlukka av tí. Hetta er eitt stórt irritatiónsmoment hjá øllum føroyingum, sigur Árni Vang.
Hann, eins og hini 1500 fólkini í bólkinum, sóknast eftir at nakað verður gjørt við trupulleikan.
- Politikararnir vita væl um trupulleikan, men tá 4 hvør føroyingur eigur seyð ella gongur fjøllini hvørt ár, so tora teir ikki at gera nakað við tað. Tað skal vera slutt við, at seyður gongur sum kýrnar í India, eru boðini frá mótmælisfólkunum á Facebook.
Meining av Facebook
Ja, hatta við seyðinum, hevur verið mítt hjartamál nógv ár. Vit hava støðugt lógina frá, tá ið vit høvdu grúsvegir og bilarnir koyrdu 30 km/t.
Nógv menniskju eru funnin deyð framvið vegnum, eingin veit, hví. Er ein seyður lopin á vegin? Ja, eingin veit frá einum at siga. Tað er eingin logikkur, at vit kunnu koyra 80 km/t, men samstundis ikki mugu koyra seyð yvir, sum brádliga loypur upp úr einari veit.
Hvussu skalt tú bera teg at? Eg havi fleiri ferðir koyrt á seyð og enn fleiri ferðir verið um at farið útav í hálku vegna seyð á vegnum. Sjálvur eri eg djóravinur, men koyri eg á ein seyð og hann ikki pínist, men doyr, so latið eg hann liggja við vegjaðaran. Eg sigi ikki frá.
Seyðurin rindar ikki veggjald, men tað geri eg. Tá ið politikarar einki gera við trupulleikan, so er einasta loysn, at so nógvur seyður sum gjørligt liggur deyður framvið vegnum - til skrækk og advarsel. So nógvir nýggir vegir eru lagdir seinastu árini, hví eru ikki rásir við ávísum avstandi gjørdar undir teimum?
Trupulleikin loystur í 2015
Í heildarætlanini hjá Landsverk um vegakervið frá 2008 til 2020, verður seyður eisini nevndur. Tilmæli nummar 13 í heildarætlanini ljóðar soleiðis.
#13: Seyður burtur av vegnum
- Seyður og annar fenaður skal haldast burtur frá veganetinum, har trupulleikar eru av hesum.
Ásannandi at hetta er rúgvus- og kostnaðarmikið arbeiði, verður byrjað við høvuðsveganetinum, og arbeiðið verður raðfest eftir ferðsluni og/ella trupulleikunum, ið standast av seyði og fenaði á vegnum.
Seyður á vegnum er ein stórur trupulleiki í Føroyum. Sambært ársfrágreiðingini frá 2005 hjá
Landsverk var seyður orsøk til 48 av teimum 361 óhappunum, ið vórðu skrásett á landsvegakervinum. Sostatt var seyður orsøk til góð 13 prosent av óhappunum. Seyður og onnur kríatúr eru eisini atvold til ótryggleika á føroyska vegakervinum, og óhappini eru fleiri enn tey, sum løgreglan skrásetir.
Í Samferðsluætlanini stendur: “Nógv óhapp eru orsakað av, at seyður er á vegnum. Umframt
frágreiðingarnar frá løgregluni eru tøl fingin til vega frá tryggingarfeløgunum, sum vísa, at
umleið 3 ferðir so nógv óhapp við seyði á vegnum verða fráboðað tryggingarfeløgunum, enn
frágreiðingarnar hjá løgregluni vísa. Hetta gevur eina mynd av, hvussu stórur hesin trupulleiki er”. Samferðsluætlanin mælir eisini til at seyður og annar fenaður skal haldast burtur frá høvuðsveganetinum. Í heildarætlanini fyri høvuðsvegakervið stendur: ”Í 2015 er
høvuðsvegakervið liðugt útbygt við skeltum, stiki og seyðasmogum. Ferðslutrygdartiltøk eru
gjørd á vegateinum, har høvuðsvegurin enn fer gjøgnum bygt øki.”