Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Hetta má 43. forsetin í USA sanna, nú hann hevur sitið í eitt ár av seinna skeiði sínum sum forseti fyri heimsins mætastu tjóð. George W. Bush hevur ongantíð verið so lágt í metum í meiningakanningum, og trupulleikarnir hópa seg upp hjá amerikanska forsetanum.
Fyrst varð hann húðflettur fyri sína handfaring av tilbúgvingini eftir tropiska stormin Kathrinu, síðani mátti hann lúta fyri sínum egna baklandi í spurninginum um nýggjan hægstarættardómara og seinasta skotið fyri bógvin fekk hann, tá næsti maður varaforsetans varð ákærdur fyri álvarsom lógarbrot.
Harumframt er repulikanski leiðarin í Umboðsmannatinginum, Tom DeLay, ákærdur fyri at hava brotið lógina um fígging til politiskar flokkar og hevur lagt frá sær fyribils, og leiðarin í Senatinum, republikanarin Bill Frist, er ákærdur fyri inside-handil við partabrøvum í eini heilivágsfyritøku fyri tíggju árum síðani.
Afturat øllum hesum kemur, at kríggið í Irak als ikki gongur eftir vild, oljuprísurin er methøgur og fíggjarlógin hevur seinastu árini havt stórt hall.
Alt hetta tyngir sjálvsagt Republikanska flokkin. Val til Kongressina er um eitt ár, og tí ræður um hjá repulikanarunum at fáa vent gongdini sum skjótast.
Lekin í Hvítu Húsunum
Størsta gølan, ið hevur rakt Hvítu Húsini og Bush forseta í seinastuni, er málið um tann loyniliga CIA-agentin, Valerie Plame.
Søgan er í stuttum tann, at fyrrverandi ambassadørurin Joseph Wilson, ið er giftur Plame, á sumri í 2003 fanst hvassliga at forsetanum fyri at hava logið í einari talu til tjóðina. Bush segði tá, at Irak hevði roynt at keypt ríkað uran frá afrikanska landinum Niger, og tað skuldi nýtast til at framleiða hópoyðingarvápn.
Wilson hevði sjálvur kannað hetta málið fyri CIA stutt undan innrásini í Irak, og hann hevði ikki funnið nakað prógv fyri hesum. Tí loysti hann frá posabandinum í New York Times og ákærdi Bush fyri at villleiða fólkið.
Stutt eftir hetta skrivaðu fleiri fjølmiðlar, at kona Wilson, Valerie Plame, var loyniligur CIA-agentur, og upplýsingarnar um Plame komu úr Hvítu Húsunum. Hetta verður tulkað sum ein hevndaratsókn ímóti Wilson fyri hansara atfinningar ímóti leiðslu landsins.
Ein kanningarstjóri, Patrick Fitzgerald, varð settur at kanna hetta málið til botns, tí at avdúkingin av CIA-agentinum varð mett sum eitt sera álvarsligt mál.
Libby ákærdur
Í síðstu viku kunngjørdi Fitzgerald sína fyribils niðurstøðu. Og hon var, at Lewis Libby, ið er høgra hond hjá Dick Cheney, verður ákærdur fyri m.a. at hava givið falska vitnisfrágreiðing. Libby er ikki ákærdur fyri at hava avdúkað yrkið hjá Valerie Plame, men fyri at ikki at hava sagt sannleikan undir avhoyring um málið. At ein av hægstu embætismonnunum í Hvítu Húsunum verður ákærdur fyri at lúgva fyri dómsvaldinum rakar sjálvsagt trúvirðið hjá allari stjórnini.
Tað løgna við hesum er, at eingin veit, hví Libby valdi at lúgva undir avhoyring. Vit kunnu bert gita okkum til, at hann møguliga roynir at verja onkran, ið situr hægri í hierarkinum.
Enn er kanningin ikki liðug, og fleiri ákærur hómast í sjónarringinum. Eitt nú er fremsti strategurin aftanfyri politisku yrkisleið forsetans, ið endaði í ovalu skrivstovuni í Hvítu Húsunum, framvegis í vandasjógvi.
Karl Rove slapp undan ákæru í fyrsta umfari, men kanningararbeiðið heldur fram. Fleiri fjølmiðlar so sum New York Times og Washington Post hava longu róð fram undir, at bæði Karl Rove og sjálvur varaforsetin hava havt meira enn ein fingur við í spælinum, tá almenningurin fekk innlit í loyniligar upplýsingar hjá CIA um Valerie Plame.
Stormurin
Avleiðingarnar av ódnini Kathrinu, ið rakti statir við Meksikansku víkina, vóru meira enn bert materiellar. Politiska kjakið aftaná var minst líka harðligt sum ódnin sjálv.
Bush fekk óteljandi skolur fyri ikki at hava røkt sína skyldu eftir náttúruvanlukkuna. Eitt nú gekk rúm tíð, áðrenn neyðhjálpin kom fram, og fleiri túsund fólk bíðaðu í fleiri dagar eftir neyðsynjarvørum.
Endin var, at Micheal Brown, leiðarin í FEMA (amerikanska tilbúgvingin), fór frá eftir harðar atfinningar frá demokratum eins og republikanarum.
George Bush hevur roynt bøta um støðuna við at vitja vanlukkurakta økið fleiri ferðir, og hann hevur lovað, at økið skal endurreisast fyri ein og hvønn prís.
Kríggj við sínar egnu
Seinasta skotið fyri bógvin fekk Bush enntá frá sínum egnu tí konservativa baklandinum og tí kristna høgravonginum, ið higartil hevur borið Bush á lógvum.
Tá Sandra Day O´Connor boðaði frá, at hon legði frá sær sum dómari í hægstarætti, fekk Bush ein gyltan møguleika at gera sína ávirkan galdandi í fleiri áratíggjur framyvir. Hann kundi við øðrum orðum beina hægstarætt enn eitt fet til høgru, og tað kann fáa avgerandi týdning.
Hann valdi Harriet Miers sum næsta hægstarættardómara. Miers var ein av nærmastu ráðgevum forsetans, og hon hevur eitt tætt tilknýti til Bush familjuna.
Men tilmælið hjá Bush fall ikki í góða jørð á høgravonginum. Tey vístu á, at Miers als ikki var nóg radikal í sínum hugsjónum, og at hon í øðrum lagi als ongar royndir hevði sum dómari. Demokratarnir vístu á, at einasti førleiki hennara var vinarlagið við forsetan.
Spurnartekin er enntá sett við konservatismu forsetans, og hví hann ikki vildi útnevna ein dómara, ið hevur eina greiða støðu til mál sum fosturtøku og positiva serviðgerð av minnilutum í landinum.
Forsetin mátti lúta, tá Miers sjálv tók seg aftur sum evnið til hægstarætt. Almenna frágreiðingin var, at hon ikki vildi koma Bush í trupulleikar, tá Kongressin fór at grava í hennara tilknýti til forsetan.
Hetta var sum at fáa vátan vøtt frammaná, og síðani hevur hann lurtað eftir høgravonginum í sínum næsta tilmæli, tá hann í hesi vikuni útnevndi Samuel Alito. Eingin ivi er um, hvar Alito liggur á politiska vígvøllinum, og nú kunnu tey konservativu sova tryggari um náttina. Demokratarnir fara tó at berjast við hond og fót ímóti Alito.
Hetta er fyrstu ferð í forsetaskeiði sínum, at Bush er í stríði við høgravongin, tað í sær sjálvum er merkisvert.
Kongressin í trupulleikum
Umframt hesi trý málini, ið hava rakt Bush meint, hevur hann eisini aðrar trupulleikar at dragast við.
Báðir republikansku leiðararnir í Kongressini verða nevniliga kannaðir av ákæruvaldinum fyri ymisk lógarbrot. Lógarinnar langi armur røkkur eftir øllum at døma eisini heilt inn í hjartað á Kongressini.
Tom DeLay, formaður hjá republikanarunum í Umboðsmannatinginum, er ákærdur fyri at hava hvítvaskað pening til politiskt virksemi. Demokratiski ákærin í heimstatinum Texas hevur reist ákærurnar eftir drúgt kanningararbeiði. DeLay kallar ákærurnar politiskar, men hann hevur verið noyddur at leggja frá sær sum leiðari fyribils, inntil dómur er fallin.
Leiðarin hjá republikanarunum í Senatinum, Bill Frist, er eisini undir sjóneykuni hjá eini kanningarnevnd. Illgruni er um, at tá hann fyri tíggju árum síðani seldi partabrøvini í familjufyritøkuni, hevði eina innanhýsis vitan um, at partabrøvini ikki vórðu eins nógv verd, og hann seldi tey fyri. Hetta er ein sokallaður insider-handil.
Støðan er sostatt tann, at báðir teir hægstu leiðararnir hjá republikanarunum í Kongressini hava álvarsamar skuldsetingar hangandi yvir sær.
Framtíðin
Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri Bush og fyri republikanska meirilutan í Kongressini.
Val til bæði húsini í Kongressini verður um eitt ár, og tá er vandi fyri, at øll hesi málini fara at broyta valdsjavnvágina í Senatinum og í Umboðsmannatinginum. Eitt nú er væntandi, at rættarmálið ímóti Tom DeLay fer av bakkastokki komandi summar stutt undan valinum. Hetta málið kann tí hava avgerandi ávirkan á politisku samansetingina í Kongressini.
Bill Clinton forseti varð at kalla niðurbundin, tá republikanararnir við Newt Gingrich á odda vunnu meirilutan í Kongressini í 1994, og hann fekk ikki sett tey tiltøk í verk, sum hann fegin vildi. Hetta er óivað nakað, ið Bush hevur í huganum í hesum døgum.
Spurningurin er, um trupulleikarnir hjá Bush og nøkur av hesum heldur pínligu málum, er nakað, sum fer at ávirka veljaran. Møguleikin er, at tann vanligi amerikanarin bert hugsar, at hetta er slíkt sum hendir í Washington við jøvnum millumbilum uttan mun til um demokratarnir ella republikanararnir sita við valdinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at slík óhumska kemur í fram í ljósmála, og at forsetin verður ákærdur fyri ódugnaskap (ódnin Kathrina) og vantandi politiskt tev (málið um Harriet Miers).
Líkt er til, at Bush eisini hevur rent seg í eina stórpolitiska skandalu, nú hann er farin undir seinna forsetaskeið sítt. Nixon hevði Watergate, Reagan hevð Iran-kontra gøluna og Clinton hevði Lewinsky. Enn er tó ov tíðliga at siga, hvørjar avleiðingarnar av t.d. málinum Plame-gøluni vera.
Demokratarnir í bíðistøðu
Enn hava demokratarnir kanska verið heldur varðligir í sínum álopum á forsetan viðvíkjandi málinum um Lewis Libby og í øðrum málum við.
Spurningurin er, hvussu demokratarnir best kunnu gera sær dælt av støðuni og styrkja sína støðu millum veljararnar undan valinum um eitt ár? Antin við at leypa á republikanska flokkin ella við at halda meira lágan profil og vóna, at republikanararnir grava sína egnu grøv.
- Vit mugu ansa okkum, at vit ikki válka okkum í skaðafrøi, nú tað gongur illa í hond hjá landi okkara. Gera vit tað, geva vit fólki ta fatan, at vit gleða okkum í landsins óeydnu, og so tapa vit í síðsta enda, segði demokratiski senatorurin fyri New York, Charles Schumer, við sjónvarpsrásina Fox News.
Hann legði afturat, at seinasta málið um Lewis Libby og lekan í Hvítu Húsunum setur eitt stórt spurnartekin við evnini hjá Bush at stjórna landinum.
Republikanski senatorurin South Carolina, Lindsey Graham, segði í somu sending, at trupulleikarnir hjá flokkinum kunnu loysast við at fáa onnur viðurskifti í rættlag.
- Vit eiga kríggið í Irak við húð og hár, og um eydnan vendir í Irak, fer tað eisini at merkjast hjá republikanska flokkinum her heima. Harumframt skulu vit fáa tamarhald á útreiðslunum á fíggjarlógini. Málið um Libby fer ikki at kasta skuggar yvir stjórnina hjá Bush í longdini. Gera vit nakrar justeringar í Irak og minka um útreiðslurnar, eri eg sannførdur um, at vit kunnu reisa okkum aftur, segði Lindsey Graham.
Meira bersøgin er leiðarin hjá demokratunum í Senatinum, Harry Reid.
- Ákærurnar ímóti Libby vísa greitt, hvat málið snýr seg um: Hvussu hendan stjórnin hevur framleitt upplýsingar og manipulerað við frágreiðingum frá fregnartænastuni fyri at selja fólkinum kríggið í Irak, og hon hevur harumframt roynt at oyðileggja tey, ið hava dittað sær at muta ímóti. Úrslitið av gerðum forsetans er, at eitt myrkt skýggj nú hongur yvir stjórn hansara, segði Harry Reid.
Republikanararnir bíta tó eisini frá sær í hesum málinum. Republikanskir skribentar vísa á, at hjúnini Plame og Wilson høvdu sína egnu fjaldu dagsskrá. Plame arbeiddi hjá CIA, og tað var júst hon, ið skeyt upp, at maður hennara skuldi fara til Niger at kanna málið, um Irak veruliga hevði roynt at ogna sær uran frá tí fátæka afrikanska landinum. Sambært republikanskum viðmerkjarum var hetta ein liður í royndum hennara at kvala krígsætlanir forsetans í føðingini. Hetta er ein roynd at skaða trúvirðið hjá Wilson, men spurningurin er, um hetta hevur nakra ávirkan á hugsanina hjá vanliga amerikanaranum um málið.
Eingin ivi er tó um, at demokratarnir heldur enn fegnir vilja sleppa úr tí oyðimarkargongdini, sum flokkurin hevur verið í seinastu árini, og í løtuni verða teir fóðraðir við manna av himni frá republikanarunum.
Keldur: Newsweek 10. og 31. oktober, The Daily Telegraph og Fox News
MYND AV BUSH:
George W. Bush er í tungari aldu í hesum døgum. Seinastu tveir mánaðirnir hava verið torførasta tíðarskeið í forsetatíð hansara, og tað tykist, sum um fólkið vendir honum bakið. Val til Kongressina verður um eitt ár, og demokratarnir bíða sum svangir úlvar eftir møguleikanum, meðan republikanararnir oysa umborð á søkkandi skútuni