Táið Veðrurin lembdi!

Tórbjørn Jacobsen


Gjaranesprestur hevði eina skemtiliga grein í dystarskránni hjá strandingum hetta vikuskiftið. Frá tíðini hann dvaldist í Ónagerði. Ein viðingur setti eitt gott veðurlamb inn á básin um heystið, tað handlaðist framúr, og hann ivaðist ikki í, at hetta fór at gerast ein frágerða brundseyður til heimaseyðin í gerðinum. Men táið várið kom lembdi ongin heimaær hjá honum. Várið eftir bragdaði tó, tá lembdi brundseyðurin ikki færri enn tvey lomb. Viðingar hildu hetta vera tekin um heimsins enda, tí veðrur hevði ikki lembt í Norðoyggjum áður, og als ikki tvey. Soleiðis kann sjálvt hin besti fara skeivur í sínum metingum og ætlanum.

Júst, sum øll hildu, at friður aftur valdaði í Tjóðveldisflokkinum, kyknaði eldur úr eimi av nýggjum. Orsøkin er ein grein, sum Georg hevur snikkað saman, eftir at hava tosa við undirritaða í telefonini fríggjamorgunin. Hann ringdi, fyri at fáa mínar viðmerkingar til savnandi fráboðanina frá flokkinum, ið varð send út til fjølmiðlarnar, sum tíðindaskriv hósdagin, og eftir at útvarpið hevði tulkað skrivið, sum eina treytaleysa umbering frá mínari síðu. Eftir at hava tosað um hetta eina løtu, og eg kendi meg sannførdan um, at tann journalistiski parturin av prátinum var avgreiddur, fall prátið m.a. á Team85 dómin. Dimmalætting er ígjøgnum lýsingarfyritøkuna annar parturin í tí málinum, og hevði eisini skrivað so bragdliga um tað, at Høgni Hoydal skuldi eiga hugskotið til hina so vanlukkuligu lýsingina. Haðani spratt tosingarevnið. Sjálvur havi eg ongantíð havt nakað sumhelst við hetta lýsingarmálið at gera, kenni tað harvið ikki. Tí er tað órannsakiligt, at hetta gjørdist ein partur av almennu samrøðuni. Av ringum royndum átti ein at fingið samrøðuna lisnað, áðrenn hon varð prentað, Dimmalætting kann jú hava sjálvsagdar orsøkir fyri at vinna tjóðveldismonnum neisir, men eitt áhugavert FAS-seminar úti á Sjómansskúlanum forðaði mær í hesum.

Og blaðmaðurin undirspælir ikki táið hann kókar hesi bæði málini upp í einum og sama potti. Men líkamikið hvat varð sagt frá mínari síðu, meira ella minni í spølni kanska, tí eg ivaðist ongantíð í, at tosað varð out of record, um tað málið, so var tað hvørki ætlað sum ískoyti til hitt nú so kenda málið, - tíansheldur til referat yvirhøvur. Tað hugsi eg at Georg man vita. Gjørdist tí líka so skakkur sum viðingurin, táið brundseyður hansara lembdi tvey, tá ið eg fyrst hoyrdi um og síðani las Dimmalættingina til leygardagin. Helst hevði Georg onga framsíðu og tók tí kjansin, vælvitandi at hetta var spreingistoff, sum kundi selja eina avís. Never mind, hetta hevur nú staðið á prenti og hevur av góðum grundum skapt eina nýggja øsing, eftir at semja varð um, at málið hjá okkum báðum formanninum var lagt afturum og gloymt. Av tí at eg ongantíð hevði ætlað at kynt undir nakað stríð aftur, kom hetta ógvuliga dátt við, og í sama viðfangi gevur undirritaði teimum, sum hava verið fyri órøttum tá ið Team85 málið, manipulatiónir í sama andadrátti og samankoblingar ímillum tvey mál, sum onki hava við hvørt annað at gera, eina treytaleysa umbering, fyri tann partin, sum undirritaði nú varðar av, av greinini hjá Georg í leygardagsdimmuni, og sum er samrøðuni um semjuna í tingbólkinum hósdagin fullkomuliga óviðkomandi.

Men Dimmalætting og aðrir fjølmiðlar skula kanska fyrigevast, tá ið teir helst eru villeiddir av tendensiøsu tíðindunum í Útvarpi Føroya hóskvøldið um semjuna, sum vit høvdu viðgjørt og vóru blivin samd um á fundi sama seinrapartin, og sum varð send útvarpi, sjónvarpi og bløðum. Gunnar Skúvadal fýrdi ikki fyri at kalla fráboðanina eina umbering frá mínari síðu. Hann samrøddi nýggja næstformannin, Karsten Hansen, og fólk fingu ta greiðu fatan, at undirritaði hevði ligið fram eftir rommum og sleikt iljarnar á einhvørjum tá ið semjan varð undirritað. Harrin má vita, hvørið hevði stungið hesa blóðskeivu tulkingina upp ímillum syllarnar á honum? Ringdi til tíðindamannin beinanvegin, men fekk ikki fatur á honum fyrrenn tíðindasendingin var liðug. Hann var hvørki til at høgga ella at stinga í. Ætlaði sær ikki at koma við eini rætting. Morgunin eftir tosaði eg við tíðindaleiðaran í úf um hetta sama, hann tóktist meira meðgjørligur, men tað hoyrdist ongantíð nakað aftur frá almenna public-service stovninum, sum átti at viðgjørt allar samfelagsins borgarar javnbjóðis, men soleiðis skuldi ikki vera. So kunna teir njóra til dómadags um tað, at teir ikki fáa fatur á undirritaða, men hvat í Guðs garði skuldi eg tosa við útvarpið um, eftir at teir líka so nonsjalant lótu ósannindini standa frá hóskvøldinum og frameftir? Harrin havi lov fyri, at hetta ikki er einasti fjølmiðilin í landinum. Og hendan søgan vísir okkum eisini, hvussu lívsneyðugt tað er, at tíðindaredaktiónirnar verða hildnar atskildar og óheftar av hvørji aðrari í hinum samanlagda almenna fjølmiðlamastodontinum, sum fer úr barkastokki um skamma stund.

Hevði ikki sitið á fundi alla náttina til hóskvøldið, og stríðst fyri eini semju, fyri at almenningurin ígjøgnum útvarpið kvøldið eftir skuldi fáa eina so blóðskeiva, tendensiøsa og subjektiva tulking av tí sum veruliga er skjalafast í hesi somu semju. Hon er prenta í fullum líki í Dimmu leygardagin, og soleiðis kann ein og hvør staðfesta, at umberingar-fyribrigdi ikki er nevnt í fráboðanini. Heldur ikki er nakað tikið aftur tíansheldur avsannað, av tí sum skrivað var frammanundan semjuni. Ásannað verður, at okkurt kundi verið øðrvísi og harmast verður um flokkur og formaður hava verið fyri trúvirðismeini av hesum. Tú kanst harmast um, at tú koyrir 90 km/t við eini einum bili harið tað bert er loyvt at koyra 80 km/t, men harfyri fer tú ikki eina kanossagongd kring landið og biður um umbering fyri tað. Tú fært í ringasta føri eina bót, er tú so óheppin, at vera komin í kikarasiktið hjá danska løgregluvaldinum.

Hevði vóna og vóni framvegis at hendan semjan heldur. Formaðurin og næstformaðurin hava alment, eins og Risin á Leittrabergi og Nornagestur, herja á undirritaða, um hetta sum skrivað var í leygardagsdimmuni. Og tað er væl skiljandi. Tó kundu teir havt kunnað seg eitt lítið sindur meira um málið áðrenn teir í óðum verkum lótu seg draga uppá tráð av útvarpinum, sum longu hóskvøldið indikeraði hvørið teirra ætlan var í hesum máli. Undirritaði ætlaði ongantíð at siga eitt einasta orð um hetta málið aftur, men soleiðis sum fólk høvdu skilt semjuna, sambært útvarpstíðindunum, so helt eg tað vera neyðugt at úttala meg til bæði Dimmalætting, SVF og Rás2, bara fyri at javnvág skuldi koma í málið aftur.

Hefti meg annars við, at formaðurin segði við útvarpið, at semjan skuldi skiljast soleiðis, at nú var ein strika sett í sandin og at støðan var nullstillað. Tvs. flutt aftur til útgangspunktið áðrenn málið tók seg upp. Í sama andadrátti legði hann undirritaða undir at vera lopnan frá semjuni. Hetta er ikki eitt persónsálop, men í mínum hugaheimi leyp Høgni Hoydal frá semjuni longu ein hálvan tíma eftir at hann hevði skrivað undir semjuna. Hetta hendi táið næstformaður skuldi veljast í tingbólkinum. Ein av hinum tingmonnunum skeyt undirritaða upp sum valevnið. Segði onki. Nú skuldi semjan standa sína roynd. Stemningurin gjørdist elektriskur. Formaðurin bað fólk um at fara út at roykja og at konspirera, sum hann tók til. Hvør skal siga? Støðan var onki broytt táið fundurin varð uppafturtikin. Formaðurin høgdi hendan gordiska knútin av í einum høggi, tá ið hann boðaði frá, at hann undir ongum umstøðum kundi liva við, at undirritaði aftur gjørdist næstformaður í tingbólkinum. Hendan sanktiónin frá hansara síðu mátti so týða tað, at støðan ikki var nullstillað, og at har fanst ongin strika í sandinum. Hann hevði tikið valbærið frá einum av demokratiskt valdu tingmonnunum í tingbólkinum. Tá ið tað ráddi um sessir innanflokka. Áðrenn eg fór av fundinum boðaði eg honum frá, at hetta helst var fyrsta ferðin, at ein semja sum eg hevði undirritað var brotin, og at ongin ivingur var um, at tað var hann, sum var lopin frá, áðrenn blekkið var tornað. Hetta kunna øll sum vóru á fundinum vátta, um tey annars hava dirvið til tað. Tað kostar sum kunnugt at svimja ímóti streyminum.

Lat meg til endans staðfesta, einaferð enn, at ein treytaleys umbering hervið verður veitt formanninum, fyri tann partin av greinini í leygardagsdimmuni, sum als onki hevur við sjálva semjuna og tulkingina av henni at gera. At leyst prát við ein tíðindamann, og sum als ikki relaterar til tað maðurin ringdi at frætta um, knappliga endar á framsíðini í landsins stórsta blaði, er ein sorgarsøga. Men sum Sigurð Joensen segði á sinni: "Journalistar eru eitt fólkaslag ein skal vara seg fyri." Vónandi eru allar misskiljingar við hesum beindar av vegnum, í einum málið, sum má hava ørkimlað ein hóp av fólki, ikki minst veljararnar hjá Tjóðveldisflokkinum kring landið.

Lati okkum nú umsíður leggja hetta málið afturum okkum og fara til verka á politiska vígvøllinum. Har nógmikið er fyri hendurnar. Annars endar tað sum hjá Jógvani Fríðrikssyni og Selmari Jacobsen tá ið ær teirra vóru brundgeldar norðuri á Viðareiði, og viðingar hildu, at skuldi man reka jarðarbrúk á tann hátt, so kravdust í minsta lagi tvær almennar lønir, skuldu endarnir fáast at røkka saman.