tvørtur ímóti. Minkaði vatnið oman í frá við einari helvt, fór ferðin á hjólinum niður í minni enn eina helvt. Øktist vatnið, øktist ferðin á hjólinum, men kom ov nógv vatn, so rann yvir til onga nyttu. Vatnið [...] Hvat merkir blokkurin? Við jøvnum millumbilum stingur sjónvarpið ein tinglim úr Fólkaflokkinum fram á sjónvarpsskíggjan, næstan heilt inn í stovuna. Hann roynir at síggja sera klókur út og sigur okkum frá [...] milliardir og ikki góðar 2 milliardir kr. Føroyski búskapurin er tvíbeintur Føroyski búskapurin hvílir á tveimum nøkunlunda eins longum beinum. Útflutningurin av fiskaúrdráttum og blokkstuðlinum. Seinastu
Svøríki í 1920 árunum. Tá var stórur munur á fólki. Gentan á tekjuni er dóttir ein timburmann, ið fær arbeiði hjá pápa Lennart. Tað er drongurin, sum Ebba, gentan á tekjuni, skrivar bræv til. Hetta brævaskifti [...] litum, prentað á haldgott papp. Pf Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 57 í bókhandlunum. Myndabókin Hálvmetur eftir Alf Prøysen. Jens Ahlbom teknaði myndirnar. Óla Jákup Niclasen týddi [...] neyðini, so hann at enda fær skil á sínum uppruna, og alt endar væl. Oliver Twist kom fyrstu ferð út í árunum 1937-39. Upprunaútgávan var stór og orðarík, sum skaldsøgur vóru tá á døgum, mest ætlað vaksnum. Tá
útspældu. Í hinum endanum var Jákup Símun Simonsen, sum var sera anonymur í fyrra hálvleiki, farin at síggjast meira, men tað var Kyndil, sum nú hevði yvirvág og stríddi seg upp á javnleik aftur. Men H71 kom [...] kom fyri seg aftur og fór frá 21-21 upp á 23-21. Men Kyndil slepti kortini ikki og javnaði aftur til 24-24. Fjáltur var um at koma á hoyvíkingar, sum høvdu bæði stigini fyri neyðini fyri at fylgja við VÍF [...] hoyvíkingur brýggjaði seg um. Eftir ein beinleiðis keðiligan fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin. Í fyrra hálvleiki endaðu alt, alt ov nógv álop við, at bólturin bleiv blakaður burtur, og serliga
dønum, ger at ríkisfelagsskapurin fer í rot. Tá hjálpir lítið, at Edmund J., Jóhannes M., Jákup Joensen, Bjørn á Heygum og fleiri sita og gorra tað, sum fremsti búktalarin, føroyingar hava átt leggur teim [...] vánaliga stjúkmamman misrøkir skyldur sínar og forðar fyri, at tær broytingar henda, sum náttúrliga eru á eini lívsleið. Forstokkaða og stupida støða sambandsfloksins í 1962 sleit sokallaðu heimastýrissamgonguna [...] høvdu einki lært, tá sama støða kom í aftur í 1974. Men tá var eisini ein politiskur gorlakkur komin á pallin, og hann kravdi at javnaðarflokkurin skuldi lata samráðingarleiðsluna til sjálvstýrisflokkarnar
av, at vit hava spælt á so ymiskum vøllum (grús, gras og graslíki), og eisini av, at eg verði nógv brúktur til at sparka bóltin fram á vøllin, greiðir Jákup frá. Í gjár fór Jákup undir at venja aftur, [...] Jákup Mikkelsen hevur seinastu 10 dagarnar hildið frí frá venjingini hjá Herfølge. Í venjingardysti móti FCK fyri smáum tveimum vikum síðani versnaði ein skaði í knænum so nógv, at neyðugt var við einum [...] og sunnudagin fara hann og restin av Herfølge-liðnum á flog til Spania, har liðið skal brúka næstu vikuna til at spæla venjingardystir móti øðrum norðurlendskum liðum, sum fyrireika seg til heimligu
2. deildarliði, men tað gjørdu teir so ikki ? í løtum ? móti StÍF á Skála sunnudagin. Tað skal nevnast, at í løtuni stendur meira upp á spæl hjá Neistanum enn hjá strandingum, sum bert kunnu gera sær vónir [...] ni. Og tað sást eisini, at StÍF tók rímiliga lætt upp á uppgávuna fyrstu løturnar í dystinum móti botnliðnum úr Havn. StÍF kom leikandi lætt upp á 9-3 og seinni 11-5, og alt sá út til at fara at ganga [...] fór at spæla rættiliga væl móti endanum av hálvleikinum. Við Kára Mortensen og Karl Oddmar Rasmussen á odda pilkaðu teir nógv av StÍF-leiðsluni áðrenn steðgin, so støðan í hálvleikinum var 15-13 til StÍF
Leygardagin fara Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ til bretska høvuðsstaðin London, har teir komandi dagarnar skulu venja við 2. deildarfelagnum Watford FC. Tað er millumhandlarafelagið Nordplayer [...] og sítt egna navn, og eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá. Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin 16. mars og Heðin á Lakjuni tíggju dagar seinni, hósdagin 26. mars. Tað hevur alla tíðina verið [...] passa saman við arbeiðsplássini, og herfyri var Heðin á Lakjuni eisini við A-landsliðnum, sum var á venjingarlegu í Spania. Men nú er alt komið upp á pláss, eingin forðing er í tí, at Føroyar ikki eru limir
meiri kvotu frá týskum felag, sum ongar møguleikar hevur at fiska kvotuna upp í ES-sjógvi. Jákup Jacobsen, reiðari á nótabátunum upplýsir ikki, hvat týskt felag talan er um, men hann metir, at útlitini fyri [...] Tað gongur væl hjá nótabátunum nú og orsøkin er tann einafalda, at prísurin á so at siga øllum fiskasløgum er góður í løtuni. Makrelprísurin hevur ligið um 7 kr. kilo og eisini svartkjaftaprísurin hevur [...] Havsbrún í Fuglafirði. Góð útlit Men tá prísirnir fara upp, er orsøkin sum oftast, at lítið er til á marknaðinum av vøruni, og tað er júst tað, sum hent er viðvíkjandi m.a. makrelinum, at hægsta loyvda
sigast má, at hon er sera fjølbroytt. Ikki færri enn 31 listafólk eru við á framsýningini hesaferð, og íalt eru 94 listaverk uppi á veggjunum. Og har er nógv ymiskt. Teir gomlu garvaðu eru har, Tróndur Patursson [...] Men eisini nýggj listafólk hava fingið innivist á várframsýingini hesaferð. Hjá onkrum er talan um at tey framsýna fyri fyrstu ferð, meðan onnur eru við á várframsýningini fyru fyrstu ferð. Tað er felagið [...] men 14 teirra vórðu ikki umboða á framsýningini. Nýggju andlitini - nýggj list Tey »gomlu« listafólkini hanga og vit kenna tey aftur. Men, sum nevnt, eru nøkur, sum eru við á Várframsýningini fyri fyrstu
skóleistum til. Hongdar upp á trø, sum krossfestar disharmoniir -samansetingin og heitið kunnu ikki vera annað er speisom. Astrid Andreasen hevur á sama viðkomandi hátt, sum hon á várframsýningini í 1993 hevði [...] hví hongur hon á várframsýningini í ár? Síggi at Øssur Mohr hevur málað myndina, sum hermir so væl eftir Zachariasi Heinesen. Men Øssur Mohr dugir sjálvur, vísti hann eftir mínum tykki á onkrari aðrari [...] týdning á tí fyri tíðina so høgt prísaða marknaðinum. Málningarnir hjá Zachariasi Heinesen hava fingið ein kaldan bláan dám aftur, sum var í myndum hansara mitt í 80'árunum, og okkurt í sjónum á "Ljósglæmu