»Tróndur í Gøtu« ikki undir týskt flagg í ár

Vit hava arbeitt við málinum seinastu trý árini, um at keypa kvotu frá týskum felag, men hetta verður av ongum í ár, tí nú er so langt útliðið, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í felagnum Varðin, sum eigur »Trónd í Gøtu«

Tað gongur væl hjá nótabátunum nú og orsøkin er tann einafalda, at prísurin á so at siga øllum fiskasløgum er góður í løtuni.

Makrelprísurin hevur ligið um 7 kr. kilo og eisini svartkjaftaprísurin hevur toppað, millum 80-85 oyru kilo frá Havsbrún í Fuglafirði.


Góð útlit

Men tá prísirnir fara upp, er orsøkin sum oftast, at lítið er til á marknaðinum av vøruni, og tað er júst tað, sum hent er viðvíkjandi m.a. makrelinum, at hægsta loyvda veiða er minkað, og tí hevur felagið, sum eigur nótabátin »Trónd í Gøtu« seinastu trý árini roynt at fingið meiri kvotu frá týskum felag, sum ongar møguleikar hevur at fiska kvotuna upp í ES-sjógvi.

Jákup Jacobsen, reiðari á nótabátunum upplýsir ikki, hvat týskt felag talan er um, men hann metir, at útlitini fyri at fáa »Trónd í Gøtu« undir týskt flagg og harvið útvegað skipinum kvotuna hjá týska felagnum í ES-sjógvi eru nakað betri í komandi ári.


Býta um kvotu

? »Tróndur í Gøtu« er nógv effektivari skip enn tey hjá týska felagnum, og hevur møguleika at fiska kvotuna upp, sum ætlanin er at keypa næsta ár, sigur reiðarin.

»Tróndur í Gøtu« fiskar svartkjaft í løtuni og seinasta túr seldi hann góð 1700 tons til Havsbrún í Fuglafirði. Skipið fer ikki á lodnuveiðu nú, men hevur býtt um við »Saksaberg«, sum fær lodnuna hjá »Trónda í Gøtu« í býti við makrel.