Nú eru Klaksvík og Taiji í Japan, vinabýir. Tað hevur Klaksvíkar Býráð samtykt í kvøld. Fyri stuttum vóru umboð fyri býráðið í Taiji og vitjaði í Klaksvík, og í tí sambandi søktu tey um at verða vinabýur [...] kortini ein av kendastu býum í Japan og hann er eitt av heilt fáu plássunum, helst einasta plássið, uttanfyri Føroyar, har tey eisini veiða springara Tá ið japanarar vóru í Føroyum, ivaðist Jógvan Skorheim [...] Klaksvík fór at fáa úr einum vinabýarsamstarvi við Taiji. Men nú umsóknin hevur verið til viðgerar í Klaksvík, er niðurstøðan, at tað er rætt at knýta vinabýarsamstarv við Taiji. Serliga verður hugsað
og Turkaland verður nú settur í gildi. Tað skrivar uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sínari í dag. Turkiska tjóðartingið samtykti sáttmálan fyrr í ár, og stjórnin í Turkalandi hevur nú endaliga [...] Michelsen sigur víðari, at sum ein liður í átakinum at skapa ein áhuga fyri Føroyum í Turkalandi, fer uttanríkis- og vinnumálaráðið at skipa fyri einum vinnuframaátaki í Turkalandi, [...] endaliga staðfest fríhandilssáttmálan. Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober 2017. Sáttmálin tryggjar føroyskum fyritøkum tollfría marknaðaratgongd til Turkaland fyri allar vørur av týdningi fyri Føroyar. Higartil
Í vikuni løgdu Súsanna Skaale og Annika Davidsen, sálarfrøðingar, fram úrslit av kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum í Føroyum. Kanningin vísti, at serliga genturnar merkja til eitt stórt [...] na hjá teimum. Á universitetsstigi ger sami trupulleikin seg galdandi, sambært universitetsblaðnum í Keypmannahavnar Universiteti, Uniavsen. Alsamt fleiri útbúgvingar eru farnar at krevja ovurhonds høgar [...] miðalkarakterir fyri at sleppa inn um kvotu 1 umsóknir. Av tí sama verða fleiri elitulesandi savnað í somu flokkum, sum leggur enn størri áherðslu á strembanina eftir høgu karakterunum. Ein av útbúgvin
halda fram við royndunum komadi vár. Tað sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi í dag. Í eina tíð hevur verið roynt at ala í meira harðbalnum økjum í Føroyum. Millum annað hevur Sandsvág verið nýtt. Væntað var, at [...] roynt verður við stórum smolti hesuferð. Fiskaaling hevur gjørt mátingar í øðrum økjum, har aling ikki er í løtuni. Millum annað í Svínoyarfirði, Vestmannasundi, Velbastað og á Sandi. [...] ringarnir við smolti, ið hava verið á Sandvág, hava ligið í einum øki, har tað eru harlig streymviðurskiftir, ið hava við sær, at nógvur fiskur doyði. Í vár verður tó roynt aftur. Hesuferð verða ringar við
Alzheimerfelagnum eftir eitt kafékvøld í Klaksvík í gjárkvøldið. Alzheimer felagið sigur annars, at kvøldið vísti, at tey avvarðandi at fólki við alzheimer, eru í døpurhuga, tí tað eru tey, sum gera tað [...] tíverri manglar politiskur og fíggjarligur stuðul fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, so at Norðoyggjar, eins og onnur øki í Føroyum, kunnu kalla seg eitt demensvinaligt samfelag. – Fyri at náa hesum máli [...] fólk við demens, og teir fakligu førleikarnir mangla eisini. Hetta elvir sjálvandi til trupulleikar í gerðandisdegnum hjá øllum pørtum, sigur Alzheimerfelagið. – Eins og nógva aðrastaðni, eru tað nakrar
Chile skal tí saman við Brasil og Argentina umboða Panamerika í HM-endaspælinum, ið verður í Danmark og Týsklandi í januar komandi ár. Í dag er eyka orsøk hjá grønlendingum at iðra seg, tí fyrrapartin [...] Ígjár brast dreymurin, ið øll hondbóltshugað í Føroyum høvdu unt grønlendska manslandsliðnum í hondbólti og venjara teirra, Inga Olsen. Grønland tapti panamerikonsku bronsufinaluna 36-39 ímóti Chile aftaná [...] har kom Chile í bólk við Danmark, Noreg, Eysturríki, Tunesia og Saudi Arabia. Fýra norðurlond fara at kappast í HM-endaspælinum. Tey eru Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland. HM-endaspælið í Danmark og Týsklandi
til í bygdini. Umframt Sandavág er tað einans í høvuðsstaðnum, at tvær grindir hava gjørt landgongd í ár. Í Havn løgdu tvær grindir beinini 24. juli og 30. juli. Í fjør vórðu 29 grindir dripnar í Føroyum [...] fo Fyrsta grindadrápið í ár var í Syðrugøtu 22. mai, tá 145 hvalir løgdu beinini. Hetta er samstundis eisini størsti bólkurin, ið er dripin í ár. Um støddin í grindini verður mált í skinnum var grindin, [...] hildin til í Sandavági 30. juli tó størri. Hon taldi 135 hval og 1059,5 skinn, meðan tann í Syðrugøtu var 998 skinn. Tá grindin legði beinini í Sandavági í gjárkvøldið var tað næstu ferð í ár, at ein grind
djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum. Tveir fiska á djúpum vatni eftir svartkalva og kongafiski. Hesi skipini landa antin seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. Hin triði djúpvatnstrolarin [...] partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men væntandi fara onnur pør út aftur í næstum. Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av í løtuni, men partrolararnir fáa eisini nakað av toski og hýsu. Pørini, sum [...] olarin seinast í hesi vikuni. At enda er ein frystitrolari farin til Grønlands at fiska svartkalva. Fimm trolbátar fiska norðan fyri og vestanfyri. Teir koma allir inn at landa síðst í hesi vikuni og hava
Orchestra (LSO) eru í løtuni á vitjan í Føroyum. Tað eru Olivier Stankiewicz, sum er solooboleikari í LSO og Joost Bosdijk, sum er fagottleikari í LSO og professari á Royal College of Music í London. Aftur at [...] konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og Jóhannes Andreasen, sum til hesa konsertina fer at spæla á cembalo. Teir fara at hava konsertir Hvítusunnudag í Skálanum í Klaksvík og 2. hvítusunnudag í Sjóvinnuhúsinum [...] Sjóvinnuhúsinum í Havn (nýggju hølini hjá Fróðskaparsetrinum á Vestaru bryggju, har saltsøla var fyrr). Báðar konsertinar verða kl. 16. Til hetta høvið hava teir útsett eitt lag úr gomlu nótabókini hjá Svabo frá
evropeiska miðalklassanum í kvinnuhondbólti, staðfestir Hallur Danielsen. Desember og januar eru spennandi tíðir hjá HSF. Í januar er HSF vertur fyri tvær aðrar undankappingar, báðar í manshondbólti. 6. til [...] Sveis í HM undankappingini. Dagarnar 13. til 15. januar skal føroyska A-landsliðið kappast ímóti Kýpros og Grikkalandi í EM-undankappingini. So nógvur landsliðshondbóltur hevur ikki verið á skrá í Føroyum [...] skrivara hjá úrvalsnevndini í hondbóltssambandinum aftaná tann triðja og seinasta HM-undankappingardystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum ímóti Eysturríki. Hóast trý tap í trimum HM-undankappingardystum