Arbeiðsmenn eru í morgun farnir í gongd við at reisa marghøllina í Vági, ið verður fyrsta høll av sínum slag í Føroyum. Jens Petur Brattalíð, leiðari fyri marghøllina, upplýsir, at man vónar at reisa alla høllina í dag.
- Tann fyrsti parturin er nú komin upp, og vit vóna at verða lidnir við hendan partin í dag. Vit gera so nógv sum gjørligt í dag, sigur Jens Petur Brattalíð, og leggur afturat, at høllin møguliga verður innilokað í morgin.
- Um tað viðrar, so spenna vit dúkin yvir høllina í morgin. Kranar lyfta dúkin upp á mønina, har hon verður løgd sum ein pylsa eftir allari mønini, og síðan verður hon rulla út harfrá, sigur Jens Petur Brattalíð.
Tá tað er liðugt, so verður hol sett á arbeiðið at gera alt klárt inni í høllini. Vøllur, skiftingarrúm, skrivstovur og annað skulu gerast. Miða verður eftir, at arbeiðið verður liðugt um hálvan desember.










