Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland verður nú settur í gildi.
Tað skrivar uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sínari í dag.
Turkiska tjóðartingið samtykti sáttmálan fyrr í ár, og stjórnin í Turkalandi hevur nú endaliga staðfest fríhandilssáttmálan. Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober 2017.
Sáttmálin tryggjar føroyskum fyritøkum tollfría marknaðaratgongd til Turkaland fyri allar vørur av týdningi fyri Føroyar. Higartil hevur tollurin á eitt nú føroyskum laksi, upsa, makreli og sild verið 30 prosent.
- Turkaland hevur ein vaksandi marknað fyri laks, uppsjóvarfisk og botnfisk, men høgi tollurin hevur verið ein forðing fyri okkara vinnu. ES og EFTA hava fríhandilssáttmála við Turkaland, og tí hevur tað verið trupult hjá føroysku vinnuni at kappast við eitt nú íslendingar, norðmenn ella skotar. Men nú kann føroyska vinnan kappast á turkiska marknaðinum á jøvnum føti við okkara kappingarneytar, sigur landsstýrismaðurin Poul Michelsen.
Poul Michelsen sigur víðari, at sum ein liður í átakinum at skapa ein áhuga fyri Føroyum í Turkalandi, fer uttanríkis- og vinnumálaráðið at skipa fyri einum vinnuframaátaki í Turkalandi,