U19 landsliðið í flogbólti, sum í gjár fóru úr Føroyum via Keypmannahavn til Kettering í Onglandi, hava ikki havt tað bestu ferðini. Ferðin til Keypmannahavn gekk væl, men tá ferðast skuldi frá Keypmannahavn til Onglands, hevði SAS avlýst flúgvaran. Tískil mátti ferðalagið hjá gentur og dreingjum á 32 persónar á gistingarhús í Keypmannahavn, og er tí ikki komið til Onglands fyrr enn í dag, skrivar Flogbóltssambandið.
Tá komið varð til Onglands manglaði viðføri hjá tveimum av spælarunum, men tíbetur høvdu hesir spæliklæðini í hondviðførinum. Tað er eisini tiltakið, at spælararnir skulu av tíðningarmiklastu klæðini við í hondføri.
Í dag er venjing á skránni, og í morgin skulu U-19 genturnar spæla ímóti Norra klokkan 11,00 og Íslandi kl. 15,30, og U 19 dreingirnir spæla ímóti Svøríki klokkan 11,00 og ímóti Norra klokkan klokkan 15,30.
Allir dystirnir verða stroymdir á: www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships