Nú eru Klaksvík og Taiji í Japan, vinabýir. Tað hevur Klaksvíkar Býráð samtykt í kvøld.
Fyri stuttum vóru umboð fyri býráðið í Taiji og vitjaði í Klaksvík, og í tí sambandi søktu tey um at verða vinabýur við Klaksvík
Taiji er ein lítil býur, har býr einans 3500 fólk og hann er sostatt minni enn Klaksvík. Men hóast hann er so lítil, er hann kortini ein av kendastu býum í Japan og hann er eitt av heilt fáu plássunum, helst einasta plássið, uttanfyri Føroyar, har tey eisini veiða springara
Tá ið japanarar vóru í Føroyum, ivaðist Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hvat gagn, Klaksvík fór at fáa úr einum vinabýarsamstarvi við Taiji.
Men nú umsóknin hevur verið til viðgerar í Klaksvík, er niðurstøðan, at tað er rætt at knýta vinabýarsamstarv við Taiji. Serliga verður hugsað um samstarv á mentanarliga, vinnuliga og á ferðavinnuøkinum.
Fíggjarnevndin hjá býráðnum mælti til at taka undir við umsóknini frá Taiji, og tað samtykti býráðið so eisini einmælt.