grannalond hava nógv flestu ferðsluvanlukkur millum ung og tí er ikki óhugsandi, at okkurt er við okkara ungdómsmentaliteti ella samspælinum millum foreldur og ung, sum ikki er nóg gott. Her kann verða nevnt, [...] aftur og fram, spitað verður upp og ferðin økist øgiliga og so bremsað aftur. Hvør er so drívkraftin í hesum spælið? Er tað hugurin at vísa seg fram? Fyri hvørjum, hinum kyninum, - ella fyri báðum? Og soleiðis [...] skipa vegir og vegaumhvørvið soleiðis, at tryggleikin er í hásæti. Og eftir míni metan eru í Havnini fleiri vegir, ið leggja upp til, at ferðin gerst alt ov nógv og vandamikil. Her er fyrst og fremst talan
sigdi millum eystaru og vestaru síðu av Klaksvík, og øll tey, sum eru ov ung til at hava upplivað hetta, kunnu fáa ein smakk av farleiðini leygardagin. Barsskor fer at sigla av Stongunum og yvir á kaiina niðanfyri [...] túrar verða sigldir, og kostnaðurin fyri ferðaseðilin verður tann sami, sum tá ið siglt var seinasta nevniliga 25 oyru. Barsskor fer at sigla av Stongunum kl. 9.30, 14.30 og 17.00, og eitt korter seinni
fyri ítróttaliga virksemið og menningina av hesum. Um hesi mál skulu røkkast er neyðugt, at betri og tættari samstarv verður skipað millum ÍSF og sersambond tess og almennu og kommunalu myndugleikarnar [...] luttøku sum eydnast á ávísum økjum og ikki á øðrum økjum, um ítrótt og fólkakheilsu, um ítrótt sum fyribyrgjandi virksemi millum ung og um ítrótt sum mentan eins væl og um ítróttamentan. Vit her á blaðnum [...] tað er umráðandi við virknum og miðvísum almennum ítróttapolitikki, skuldi arbeiðsbólkurin lýsa støðuna hjá ítróttinum í Føroyum í dag sum heild og greina framtíðarvisjón og menningarætlan fyri almenna
ómaksgjøld hjá fleiri bankum, og niðurstøðan er, at fleiri bankar hava hækkað ómaksgjøldini, og at aðrir eru í ferð við at gera tað. Í summum førum eru gjøldini hækkað bæði 50 og 100 prosent. Summir taka uppaftur [...] arabiska landið Bahrein. Herfyri varð Michael Jackson fríkendur fyri at hava misbrúkt børn og ung kynsliga, og síðani dómin hava nógvar gitingar verið um, at hann ætlar sær at flyta úr USA. Svenska blaðið [...] hvussu tey kunnu spara í ómaksgjøldum, og í nógvum førum ber ikki til at sleppa undan teimum. Sjálvur heldur hann, at bankarnir gera sær dælt av, at fólk gjalda rokningar og taka pengar út. Assad fer til New
Justinussen. Hann sigur, at neyðugt er at hugsa nýtt, og neyðugt er at hugsa skjótt. Nýggj miðvís og væl fyriskipað fyribyrgingarátøk eiga at koma eitt fyri og annað eftir, inntil vunnið er á tramanskapinum. [...] fyribyrgja, at alt fleiri sakleys ung fáa mein fyri lívið av umtalaðu rúsevnunum? Hesar spurningar fer Bill Justinussen í dag at seta Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum. Hann vísir til [...] Dimmalætting fyrr í vikuni, har løgreglan m. a. sigur: Rákið er, at fleiri og fleiri taka ecstasy, tað er lættari at handfara enn hassj og luktar ikki á sama hátt, sigur narko løgreglan. Tað eru serliga tey ungu
kríggi og kriminaliteti. Og hvørja ferð tað hendir, rúgva spurningarnar hjá teimum avarandi, vinum og starvsfeløgum seg upp: Hvat kundu vit havt gjørt? Kundu vit yvirhøvur havt gjørt nakað, og hvussu? [...] tosar stillisliga og avslappað, sum góðtekur og trýr tí, ið verður sagt, og sum vísir at: "Eg eri ikki líkaglaður" Einum at líta á: Einum, sum vísir virðing, ikki roynir at taka yvir og ikki sigur tað, sum [...] stendur fyri framman "Hjálparloysi og vantandi sjálvsvirði "Avvísing og einsemi Kelda: The International Association for Suicide Prevention (IASP) www.med.uio.no/iasp Tig og lurta Eitt menniskja, sum hugsar
læknaliga kannaðir og fáa kostplan, fysioterapi og tilboð um musikterapi og sálarfrøðiliga viðgerð. Sanne Storm, musikterapeutur og Terji Kollsker hava seinasta árið arbeitt við musik og sálarfrøðiligari [...] samveru við vinir og familjuna o.s.fr.. Annar trupulleiki er, at psykiatriska deild ikki hevur barna- og ungdómsdeild. Tí mugu hesir sjúklingar innleggjast saman við øðrum sjúkum og eldri fólki á deildini [...] taka sálarfrøðiliga viðgerð og musikterapiina undir einum, so samstarva sálarfrøðingur og musikterapeutur á tann hátt, at tey kunnu siga hvørjum øðrum, hvat sjúklingurin hugsar og ger. - Tað ræður um at finna
her á landi, og skal eg her koma inn á tað skapandi og útinnandi listina. Sum áður sagt, vita øll, at lívsgrundarlag okkara er bygt á tað, ið listin gevur okkum. Um visón 2015 skal ganga út, og við teim krøvum [...] um, at góðar mentunar- og listarligar upplivingar, eru við til at geva okkum eitt betri lív, og at víðka okkara lívsfatan. Góðar upplivingar flyta mørk, tær opna okkara sansir, og gera tað ókenda kent. [...] vikublað, og fer hesin peningur óskerdur til tað føroyskt skrivaða orðið. Í ár fingu vit so Tjóðpall Føroya, heimsins yngsta og minsta Tjóðpall. Karmarnir hesin hevur at arbeiða undir, eru eins og alt hitt
lívsgleðini og í poesini, í kærleikanum og søgunum, sum Heerup upplivdi og segði frá á sínum ljósa og ævintýrkenda lívsvegi. Og hetta sæst og kennist aftur í hansara serligu ljósu, poetisku, organisku og lívsjáttandi [...] fyri at kunna skapa stóra list og tað er hansara lívsavbjóðing og uppgáva fullkomuliga at hugsavna seg og tæna listini og øllum dimensiónum og aspektum. AT granska, leita og finna listarliga poesi í tí óendaliga [...] konsentreraður og veit fult væl longu tá sum ungur, at tað krevst nógv skapandi orka og stríð í einsemi og lívsroyndir, talent og vitan fyri at kunna fordjúpa seg hjartaliga, sálarliga og intellektuelt
eldri enn PhD lesandi í Bretlandi og USA og profilarnir eru ofta tilkomið fólk í undirvísingarstørvum, heldur enn bjørt ung studerandi um 20 ára aldur sum vanligt er í USA og Bretlandi. Ein annar munur er [...] av PhD unum í Bretlandi og USA fara beint út í vinnuna við sínari vitan, og ikki sum her, har einans fá av hesum fólkum enda í vinnuni. Hetta er sjálvsagt nakað, sum bæði vinna og tað almenna eiga at analysera [...] kann ikki javnsetast, tí okkurt er luksusgransking. Ikki tí, pláss skal eisini verða fyri hesum, og einum og hvørjum stendur frítt at granska í tí, ein vil, men spurningurin er, um tað almenna skal gjalda