Sjálvmorðstankar skulu takast í álvara

Fólk, ið tosa um at gera sjálvmorð, meina veruliga tað, tey siga júst tá. Og ein út av 10 sjálvmorðsroyndum eydnast eisini altíð til endan. Tí skulu sjálvmorðstankar altíð takast í størsta álvara í royndini at forða meiningsleysa sorgarleikinum, sum hvørt einasta sjálvmorð er, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni

Hvørt ár doyggja fleiri menniskju fyri egnari hond, enn av kríggi og kriminaliteti. Og hvørja ferð tað hendir, rúgva spurningarnar hjá teimum avarandi, vinum og starvsfeløgum seg upp: Hvat kundu vit havt gjørt? Kundu vit yvirhøvur havt gjørt nakað, og hvussu?
Tormóður Stórá, sum seinnu árini hevur granskað í sjálvmorðstrupulleikanum, er sannførdur um, at uttan mun til, hvør orsøkin til eitt sjálvmorð er, hevði tað hjálpt munandi, um bæði fakfólk og avvarðandi tordu betur at seta orð á forbodna sjálvmorðstankan. Tí gevur tað eisini meining at tosa um fyri-byrging, tá eitt av okkara medmenniskjum hevur sett sær fyri, at taka seg av døgum.
Forbodni tankin
- Í flestu førum hava hesi menniskju, beinleiðis ella óbeinleiðs, nevnt okkurt um, hvussu nógv lættari tað hevði verið, um tey bara sluppu herfrá. Tá er tað umráðandi, at vit lurta og tora at taka tráðin upp og byrja at tosa við tey um kensluna ikki at vilja liva longur, sigur Tormóður.
Hann skilur kortini væl, hví fólk aftra seg við at byrja at tosa um sjálvmorð við eitt menniskja, sum hevur tað svárt frammanundan. Ikki bara tí sjálvmorð framvegis er eitt av okkara størstu tabuevnum, men eisini tí man er bangin fyri at skunda undir, at persónurin fer og ger álvara av sínum tankum. Royndir vísa tvørturímóti, at fyri tey allarflestu kennist tað sum ein stórur lætti at onnur tora at seta orð á hendan ræðuliga og forbodna tankan, tey kenna seg so einsamøll við, sigur Tormóður.
Mest vanligt er tað, at fólk, sum ganga við sjálvmorðstankum, fyrr ella seinni vísa onkur tekin um, hvat bylgist innaní teimum. Men nakra trygd fáa vit ongantið.
 Tíverri verða vit snýtt av og á. Ein liður í arbeiðinum sum sálarlækni er millum annað at meta um, hvørt ein sjúklingur er til reiðar at verða útskrivaður og ikki er í vanda fyri at skaða seg sjálvan. Kortini hendir tað seg, at tað fyrsta, ein sjúklingur ger eftir at vera komin út, er at taka seg sjálvan av døgum, ásannar Tormóður og leggur afturat, at av góðum grundum fáa vit ongantíð eina forkláring uppá, hvat hendi í eini slíkari støðu. Tað kann hugsast, at persónurin heilt tilvitað snýtti øll rundanum seg fyri ikki at verða uppdagaður. Tað finnast menniskju, sum veruliga ikki vilja hjálpast, og tí verða tað altíð sjálvmorð, sum koma púra óvart á.
Hjartasorg ofta ein orsøk
Tormóður vísir á, at aftanfyri hvørt einasta sjálvmorð býr ein persónlig lagnusøga. Tí eiga vit eisini at vera varin við at generalisera, tá talan er um eitt nú vandabólkar ella orsøkir til sjálvmorð. Hinvegin hava hagtøl hava leingið víst, at út við helvtin av teimum, sum gera sjálvmorð, líða av eini sálarligari sjúku. Tað kann vera álvarsligt tunglyndi, har tann sjúki ikki sær nakran annan veg út úr myrkrinum enn at gera enda á lívinum. Skizofreni er ein onnur vanlig orsøk, har tann sjúki hoyrir røddir, ið eggja honum til at skaða ella taka seg sjálvan av døgum. Tormóður Stórá greiðir frá, at í slíkum førum eru sálarfrøðingar og onnur fakfólk, sum eru um tann sjúka, rættiliga tilvitað um, at vandi kann verða á ferð. Í øðrum førum kann vera torførari at meta um vandan, millum annað tí vit menniskju ávirkast so ymiskt av ymsum hendingum.
 Vit eiga til dømis ikki at undirmeta, hvat hjartasorg kann gera við menniskju. Hjartasorg kann veruliga gerast so pínufull kanska serliga fyri eitt ungt menniskja, at tað ikki orkar at liva longur. Tí eiga vit at vera sera varin við ikki bara at kveistra hetta burtur sum nakað, ið hoyrir ungdóminum til og nokk gongur yvir, tí hjartasorg er faktisk ein afturvendandi orsøk til sjálvmorð millum ungfólk, sigur Tormóður.
Av øðrum kreppustøðum, sum ofta tykjast verða partur av orsøkini til sjálvmorð, kunnu nevnast missur av hjúnafelaga ella maka, álvarslig sjúka og stórt fíggjarligt skrædl. Samanhangurin er tó sjáldan so einfaldur, minnir Tormóður á og nevnir í hesum viðfangi búskaparligu kreppuna í Føroyum fyrst í nítiárunum. Hóast fólk í hópatali mistu hús og heim og alt sítt lívsverk, sást ongin øking í sjálvmorðstølunum tey árini. Tormóður ivast ikki í, at av tí at tey vóru so nógv í tali, kendu hesi menniskju seg ikki sum einsamøll offur. Heldur funnu tey styrki í felags neyðini og megnaðu harvið í mongum førum at venda henni til nakað konstruktivt í staðin.
Nær er tað álvari?
Eins og tankar um sjálvmorð skulu takast í størsta álvara, mugu sjálvmorðsroyndir heldur ongantíð síggjast sum tómar hóttanir ella sum bert eitt ørkymlað róp um hjálp. Allar kanningar vísa at fólk, ið hava roynt at taka seg sjálvan av døgum, veruliga hava eitt ynski um at doyggja. Og hjá 10 % av teimum eydnast tað eisini til endan. Tá hava tey mest sannlíkt eisini roynt tað fyrr, tí talið á sjálvmorðsroyndum er 10 ferðir hægri, enn talið á sjálvmorðum. Niðurstøðan hjá fakfólki er tí, at ein sjálvmorðsroynd ongantíð má lítilsgerast, uttan mun til, hvussu hálvhjartað hon kann tykjast at vera.
Sum dømi um hetta greiðir Tormóður frá einum tilburði, har hann var tilkallaður, tí ein 17 ára gomul genta varð innløgd eftir eina sjálvmorðsroynd, har hon hevði tikið seks panodil. Hann viðgongur, at á veg yvir á deildina ivaðist hann í, hvussu álvarsliga hann skuldi taka støðuna. At eta seks panodil í senn er sjálvandi ov nógv eftir vanligum tilráðingum, men ikki nakað, fólk beinleiðis vænta sær at doyggja av.
 Men tað væntaði also hendan unga gentan. Eg tosaði við hana, og hon greiddi frá, at hon altíð hevði fingið at vita frá foreldrunum, at hon ongantíð mátti taka meir enn tvær panodil, tí man kundi doyggja av tí. Tí hevði hon fyrst tikið fýra, men fyri at vera púra vís i at hon ikki vaknaði aftur, hevði hon tikið tvær afturat. Fyri hana var tað sostatt rami álvari, sigur Tormóður og leggur afturat, at í einum slíkum føri, har persónurin hevur gjørt ein eyka innsats fyri at tryggja sær, at sjálvmorðið eydnast, ivast man sum fakfólk heldur ikki longur í, hvør veruliga ætlanin var.

Ávaringartekin

Sjálvmorð er sjáldan ein avgerð, sum verður tikin knappliga. Í døgunum og vikunum undan einum sjálvmorði eru ofta ávaringartekin, sum vit eiga at geva ans. Tey mest týðiligu tekinini eru, tá tann sjálvmorðshótti sigur sovorðið sum, »Eg orki ikki meira«, »Nú er alt líkamikið« ella enntá »Eg havi bestan hug at gera ein enda á øllum«. Slíkt eigur altíð at verða tikið i álvara.
Niðanfyri eru nevnd nøkur dømi, sum kunnu verða tekin um, at ein persónur hugsar um at gera sjálvmorð. Sum heild vísa royndir, at jú fleiri tekin eru til staðar, jú størri er vandin fyri sjálvmorði.

Atburður:
"Tunglyndi og sjálvvald isolatión
"Óvanligur ella skilaleysur atburður
"Persónurin byrjar at geva týdningarmiklar lutir burtur og fáa skil
á ymsum, sum hevur ligið ógjørt
"Grætur nógv, berjist, brýtur lógina, skrivar um deyða og sjálvmorð
"Rúsdrekka- ella evnismisnýtsla
"Broytingar í svøvn- og etingarmynstri
" Missir áhugan fyri síni útsjónd

Onnur viðurskifti:
"Stórar broytingar ella missur
"Harðskapur ella sjálvmorð í familjuni
"Hjúnarskilnaður ella at makin hevur gjørt tað liðugt
"Útbúgvingarlig avrik miseydnast ella ótti fyri próvtøku
"Er sagdur úr starvi
"Rættarmál stendur fyri framman
"Hjálparloysi og vantandi sjálvsvirði
"Avvísing og einsemi

Kelda: The International Association for Suicide Prevention (IASP) www.med.uio.no/iasp

Tig og lurta
Eitt menniskja, sum hugsar um at gera sjálvmorð, hevur ikki brúk fyri svarum, loysnum ella at hoyra um tínar royndir, men± heldur einum staði, har tað trygt kann seta orð á sín ótta, sína stúran og vera seg sjálvt.

Eitt sjálvmorðshótt menniskja hevur brúk fyri:
Einum, sum lurtar: Tað besta vit kunnu gera fyri eitt menniskja, sum hugsar um at gera sjálvmorð, er at tiga og lurta - veruliga lurta fyri at hoyra, hvørjar kenslur liggja aftanfyri eisini tað ósagda.
Einum, sum vísir umsorgan: Einum, sum tosar stillisliga og avslappað, sum góðtekur og trýr tí, ið verður sagt, og sum vísir at: "Eg eri ikki líkaglaður"
Einum at líta á: Einum, sum vísir virðing, ikki roynir at taka yvir og ikki sigur tað, sum verður sagt, víðari fyri øðrum.

Eitt sjálvmorðshótt menniskja hevur ikki brúk fyri:
At vera einsamallur: At verða kveistraður burtur kann fáa trupulleikarnir at tykjast nógvar ferðir størri. At hava ein at deila sínar tankar við kann gera allan munin.
At fáa góð ráð: Moralprædikur hjálpa ikki. Væl meint ráð sum "Hygg uppá tað ljósu síðuna", "Tað gongur nokk" ella "Fall nú ikki í fátt" hjálpa heldur ikki. Lat vera við at greina, samanbera ella í aðrar mátar at gera teg klókan uppá støðuna.
At verða tráspurdur: Ein, sum gongur í sjálvmorðstonkum, hevur ikki brúk fyri at kenna seg kroystan ella verða noyddan at fara í verjustøðu.

Kelda: The International Association for Suicide Prevention (IASP) www.med.uio.no/iasp

Mytur um sjálvmorð:

»Hevur man einaferð roynt at gera sjálvmorð, er tað minni sannlíkt, at man man roynir tað aftur«
Ósatt!
Heili 80% av øllum sjálvmorðum henda aftaná fleiri royndir. Hetta er serliga galdandi fyri ung.

»Ein, ið hugsar um sjálvmorð, ynskir veruliga at doyggja«
Satt!
Tann sjálvmorðshótti ynskir fyrst og fremst at koma burtur frá sváru pínuni. Deyðin er einasti møguleikin, hann kann koma í tankar um, júst tá.

»At tosa um sjálvmorð kann geva íblástur til at gera tað«
Ósatt!
Tvørturímóti. At tosa um tað er fyrsta treytin fyri, at tann sjálvmorðshótti kann fáa hjálp. Menniskju, sum ganga í sjálvmorðstonkum vísa ofta bert óbeinleiðis tekin um, hvat nívir tey og vilja ofta bert tosa um tað, um tey verða spurd beinleiðis.

»Flestu sjálvmorð henda beint áðrenn jól«
Ósatt!
Flestu sjálvmorð henda í apríl mánað. Fyri nógv menniskju ber várið lyfti um nýggjar og betri tíðir. Tá várið so kemur, uttan at nakað broytist, uppgevur tann sjálvmorðshótti at liva víðari.

»Ungir menn eru í størst vanda fyri at gera sjálvmorð!«
Satt!
Í nógvum londum henda flest sjálvmorð millum mannfólk í aldrinum 18-24 ár

»Bati í støðuni hjá tí sjálvmorðshótta merkir, at vandin fyri sjálvmorði avhasaður«
Ósatt!
Hetta er ein sera vandamikil hugburður við tað, at flestu sjálvmorð henda innan tríggjar mánaðir eftir, at støðan tóktist at vera batnað. Avgerðin um at gera sjálvmorð kann ofta tykjast sum ein stórur lætti, og tí eiga vit ikki at lata okkum snýta av, at tann sjálvmorðshótti knappliga virkar glaðari.

Kelda: The International Association for Suicide Prevention (IASP) www.med.uio.no/iasp

Leygardagin 10. september verður Alheimsdagur fyri sjálvmorðsfyribyrging í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Stigtakarar eru Tormóð-ur Stórá, sálarlækni, og Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, í samstarvi við Miðlahúsið.