Fyri nógvum árum síðani var ferja, sum sigdi millum eystaru og vestaru síðu av Klaksvík, og øll tey, sum eru ov ung til at hava upplivað hetta, kunnu fáa ein smakk av farleiðini leygardagin.
Barsskor fer at sigla av Stongunum og yvir á kaiina niðanfyri Skipafelagið. Tríggir túrar verða sigldir, og kostnaðurin fyri ferðaseðilin verður tann sami, sum tá ið siglt var seinasta nevniliga 25 oyru.
Barsskor fer at sigla av Stongunum kl. 9.30, 14.30 og 17.00, og eitt korter seinni siglir Barsskor frá vestara kaiøki.










