Hetta eru høg mál og okkara myndugleikar hava ivaleyst fingið nakað at hugsa um her. Vónandi fer tann verkætlan við endurskoðan og samskipan av miðnámsútbúgvingunum, sum Mentamálarið nú fer í holt við, at [...] árum streyma til miðnáms- og ungdómsútbúgvingarnar. Tað ræður um at fáa tey flestu við, at lofta teimum, sum fella frá og loyva øllum innaftur, sum ynskja tað. Hesin sera jaligi og sera fordómsfríi holdningur [...] kom so burturúr og hvat kunnu okkara skúlamyndugleikar læra av royndunum hjá grannum okkara? Myndin var tann, at broyttar samfelagsumstøður við broyttum vinnulívsbygnaði, globalisering og altjóðagerð krevja
hotellini og flutningsfyritøkurnar serstakliga Smyril Line og Atlantic Airways. Hetta kann bert vera gott. So er tað spurningurin hvar ferðamaðurin kemur til, hvat vilja tey ferðandi síggja og uppliva. [...] ferðavinnan best kann skipast, hvat vit fíggjarliga fáa burtur úr og hvat tað er, ið ferðamaðurin kemur eftir í Føroyum. Tað er Ferðaráðið og ymiskir túroperatørar, ið skipa fyri ferðavinnuni. Her verður ivaleyst [...] ferðavinnan byggja á tilfeingi sum náttúru og mentan krevur tað, at vit fara væl um. Hetta krevur at vit røkja okkara náttúru væl og at vit seta krøv til ferðafólkini og til túroperatørarnar. Men henda støða
tí, at enn standa stór og týðandi samgongumál í hálvum gekki – mál sum samfelagið ikki hevur ráð at hava liggjandi sum óloyst í mánaðir og ár. Og so er tað uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi. Vil løgmaður [...] eru fyri. Eftir trý ár í sátt og semju og eisini við fleiri góðum samfelagsgagnligum úrslitum er samgongan komin í innanhýsis stríð. Hetta kann gerast ein meinbogi, tá og um fólkatingsval verður áðrenn [...] taktiskir flokkarnir verða og um teir megna at leggja klandrið til viks í fólktingsvalstríðnum. Eitt val og annað! Stóri spurningurin er, hvussu eitt fólkatingsval í hesum árinum fer at ávirka eitt møguligt
Hetta krevur framhaldandi menning, og framhaldandi gransking í nýggjum framleiðslum og nýggjum útflutningsmøguleikum og hættum. Tað skal verða okkara vón, at samgongan fer at vísa í verki, at orðini í sa [...] at partar av vinnuni og politisku skipanini enn síggja gransking sum eina útreiðslu. Hetta má ikki vera so. Gransking er einki minni enn ein íløga í framtíðina , og eigur gransking og menning at verða ein [...] ein integreraður partur í allari framleiðsluvinnu og ryggásin í øllum vinnupolitikki. Tað almenna eigur ein lyklaleiklut, tá tað kemur til gransking, og tí er áhugavert, at gransking verður raðfest høgt
ímóti ES limaskapi. Kortini segði Bondevik, at fer Ísland at umhugsa limaskap, kemur Noreg í eina heilt nýggja uttanríkis- og marknaðarpolitiska støðu. Fer Ísland upp í ES, nakað sum Bondevik ikki vil afturvísa [...] árum síðan var óhugsandi, nevniliga norskur og íslendskur limaskapur, er nú ein veruligur møguleiki. Noreg og Ísland eru kappingarneytar á ES marknaðinum. Fer annað landið upp í ES, so er hitt noytt at [...] fylgja eftir. Henda hugsaða framtíðarmynd hevur fylgjur fyri Føroyar. Henda framtíðarmynd setir Føroyar í eina sera trupla støðu. Noreg og Ísland eru eisini okkara fremstu kappingarneytar á ES marknaðinum
næsti brotasjógvurin kom og størsti banki í USA, Lehmann Brothers, kom í trupulleikar, varð ikki rætt hond frá síðu og bankin fór á húsagang. Húsagangurin hevur tikið vinnufyritøkur og fíggingarstovnar í h [...] gjár við tað, at Maru samtakið kom í trupulleikar og fráboðað er, at skipini fara undir hamaran 12. november í ár. Hetta er ein skelkur og ein sorgarleikur og kann í versta føri enda við, at eini tvey til [...] niðurfiskaðir stovnar, óvissa um oljurprísirnar og stór óvissa um heimsbúskapin. Henda strategi fer at krevja búskaparligt innlit, mót, virkisorku, politiska styrki og kanska mest av øllum: eina fullsamda samgongu
fulnar. Vit ganga út frá, at kanningin fer at siga okkum, um talan hevur verið um menniskjanslig mistøk um at eftirlitsarbeiðið ikki hevur verið nóg gott. Og kemur kanning til slíka niðurstøðu, tá má ovasta [...] eftirlitið at gera? Er talan um menniskjanslig mistøk og at eftirlitsarbeiðið ikki er gjørt nóg væl? Hesum spurningum hava vit ongan møguleika at svara, og tí eiga vit eisini at vera sera varin við at fella [...] er tó greitt, at tað hevur stóran týdning fyri álitið á Atlantic Airways og tess trúvirði, at kanningarnar verða gjørdar so væl og neyvt sum til ber. Her má einki koyrast undir teppið, tí her er jú talan
við til at seta Føroyar á heimskortið. Hon kann lata nógvar dyr upp, og vit skulu heldur ikki gloyma, at land okkara eisini hevur nógv at bjóða gestum og umheiminum. Hví ikki gera Føroyar til stað, har [...] Hóast altjóðagerð og betri ferðingarmøguleikar eru Føroyar framvegis fjarskotnar í eygunum á teimum flestu. Tað kunnu tað so bæði vera fyrimunir og vansar við. Men fyri tey her á landi, sum fegin síggja [...] ferðavinnu og síggja, at dyrnar til land okkara verða latnar víðopnar, er ein slík vitjan sjálvandi sera kærkomin. Tí hon er við til at selja Føroyar sum eitt nú ferðamannaland. At meiri kunning og vitan um
k, almannamál, fiskivinnupolitikkin og um búskaparpolitikkin sum heild. Tað er nú uppá tíðina, at politikkur aftur fer at snúgva seg um hesi mál ? um dagligt lív og um fólksins gerandisdag. Lata vit framvegis [...] hart kroystar, og tí má vend koma í. Vit skulu hava systkinaavslátt, sunnan ókeypis skúlamat og mjólkaprísurin má lækka.. Íbúðarmálið er framvegis sum ein marra fyri tær ungu familjurnar og einsamallar møður [...] eru púra sleptar uppa á fjall. Heimarøkt og heilsuverk eru í djúpari kreppu, umhvørvismál og skúlamál liggja á láni. Tað er tørvur á einum nýggjum, virknum og visonerum vinnulívspolitikki, ið m.a. skal
undirsjóvartunnil og tveir tunlar á landi, ein í Vágum og ein í Suðuroynni. Vit hava fingið fleiri nýggjar samferðsluhavnir t.d. í Suðuroynni og í Norðoyggjum. Vit hava fingið fleiri nýggjar ferjur og seinast Smyril [...] at tunnilin eisini fer at hava við sær, at øki í Eysturoynni fara at mennast enn meira. Tá so Havnartunnilin kemur verður spennandi at síggja, hvør fer at hava mest gagn av honum og hvørjar avleiðingar [...] hetta hendir, verður eisini roynt at betra um samferðsluna millum Føroyar og umheimin. Atlantsflog mennir sítt virksemi við nýggjum flogførum og skjótt verður frítt hjá øðrum at koma inn á rutuna. Í hesum sambandi