Oddagrein· Eitt val og annað

Nú varð kortini ikki fólkatingsval. Fogh hevur gjørt av at bíða eitt sindur kortini. Tað hevði annars ikki komið sum nøkur politisk bumba, um val nú varð útskrivð í Danmark. Síðan nýggi flokkurin Ny alliance varð stovnaður, hevur prutlað undir politiska lokinum. Ein kann halda um Ny alliance, hvat ein vil, men hesin flokkur er so tann fyrsti, sum hevur megnað at hótt valdsmonopolið hjá danska Framburðsflokkinum. Aðalendamálið hjá Kader hevur verið at taka valdið frá Framburðsflokkinum, og nógv kundi bent á, at hetta fer at eydnast, tá avtornar. Fyri forsætisráðharran sjálvan kemur støðan ikki heilt illa við. Hann hevur, sum tann drivni taktikkarin, ið hann er, spælt sær góð kort upp í hondina. Semja er um risastóran skattalætta, breið semja er um um almenna sektorin, bert eitt lík, Irak, er í lastini og tyngstu sáttmálasamráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum standa fyri fyrst í komandi ári. Sostatt er stjórnin væl fyri at leggja út í valstríð - um ikki alt fyri eitt, so helst seint í heyst ella tíðliga í vetur. Hvussu støðan er hjá andstøðuni er ein annar spurningur tó at alt bendir á eitt gott val fyri tey radikalu var val nú

Um fólkatingsval varð útskrivað nú ella verður tað um stutta tíð, hvussu kemur tað so við hjá føroysku flokkunum. Eingin ivi er um, at eitt val í næstu framtíð kemur væl við hjá andstøðuni, sum fær eitt gott høvi at nýta hetta valstríðið sum eina aðalroynd til løgtingsvalið. Hinvegin er spurningurin, hvussu væl samgonguflokkarnir eru fyri. Eftir trý ár í sátt og semju og eisini við fleiri góðum samfelagsgagnligum úrslitum er samgongan komin í innanhýsis stríð. Hetta kann gerast ein meinbogi, tá og um fólkatingsval verður áðrenn eitt løgtingsval, men hetta nýtist ikki at gerast ein meinbogi. Tað velst alt um, hvussu taktiskir flokkarnir verða og um teir megna at leggja klandrið til viks í fólktingsvalstríðnum.

 

Eitt val og annað! Stóri spurningurin er, hvussu eitt fólkatingsval í hesum árinum fer at ávirka eitt møguligt løgtingsval í januar. Ymiskt hevur bent á, at løgmaður meira ella minni óviljaður fer at vera noyddur at útskriva val í ótíð. Stevið í samgonguni hevur ikki verið hitt besta síðan Laksáfoss byrjaði sín solosong og stevið tykist bert at versna. Eitt val hevði ivaleyst reinsað luftina. Men nær skal tað verða, tað er spurningurin. Løgmaður hevur fingið nakað at hugsa um. Hann ger helst beint í at ráðleggja við samgonguna, áðrenn hann tekur sína avgerð, ein avgerð, ið verður alt annað enn løtt m.a. tí, at enn standa stór og týðandi samgongumál í hálvum gekki – mál sum samfelagið ikki hevur ráð at hava liggjandi sum óloyst í mánaðir og ár. Og so er tað uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi. Vil løgmaður hava tað gjøgnumført skjótast ella vil hann, at tað skal bíða og út frá tí skriva út val í næstum?

 

Sosialurin