Oddagrein· Ein íløga í framtíðina

Sambært formanninum í Granskingarráðnum Eyðun Andreassen, so nýta vit føroyingar bert 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni at granska fyri. Hetta sigur hann í áhugaverdum og frameftirlítandi viðtali við Dimmalætting fyrr í vikuni. Sambært OECD er 3 prosent tað minsta, ið ett land eigur at nýta til gransking, um landið vil varðveita sína støðu í kappingini við onnur lond.

Hví man føroyska talið verða so lágt? Kann tað hugsast, at partar av vinnuni og politisku skipanini enn síggja gransking sum eina útreiðslu. Hetta má ikki vera so. Gransking er einki minni enn ein íløga í framtíðina , og eigur gransking og menning at verða ein integreraður partur í allari framleiðsluvinnu og ryggásin í øllum vinnupolitikki.

Tað almenna eigur ein lyklaleiklut, tá tað kemur til gransking, og tí er áhugavert, at gransking verður raðfest høgt í samgonguskjalinum, men umráðandi er, at gerðir fylgja føgru orðunum.

Eisini er umráðandi, at politikarnir fylgja ráðunum frá formanninum í Granskingarráðnum, tá hann sigur, at vit føroyingar sjálvandi ikki skulu granska á øllum økjum. Her, eins og í flestu øðrum viðurskiftum, tykist raðfesting vera eitt lyklaorð. Eyðun Andreassen mælir í omanfyrinevnda viðtali til at granska í havinum og tilfeinginum rundanum okkum annars, tá tað kemur til vinnugransking. Tá tað kemur til gransking generelt, so metir formaðurin í Granskingarráðnum, at vit føroyingar hava eina skyldu at granska í tí, sum er serligt fyri Føroyar, tí at eingin annar ger tað.

At ferð verður sett á fiskivinnugranskingina í hesum døgum er avgjørt eitt stig á rættari leið. Pressufundur verður hesum viðvíkjandi í komandi viku, og spennandi verður at frætta frá hesum.

Fyri tíð síðan segði stjórin á Menningarstovuni, at tað vísti seg, at áhugin í vinnuni fyri at ganga nðggjar leiðir, við nýggjari framleiðslu og nýggjum marknaðum minkaði, tá nógv var at gera í Føroyum, og hækkaði, tá tað bleiv meir svangligt heima. Her eigur tað almenna at hava ein førandi leiklut í samstarvi við vinnuna at tryggja eina meira konsekventa framferð, tá um gransking og menning ræður.

Tað er ein sannroynd, at búskaparligu sveiggini í samfelagnum gerast minni, tess longur man flytir seg frá reinari rávøruframleiðslu til liðugtgjørdar vørur, ið fara beint á altjóða brúkaramarknaðin ella á høgt spesialiseraðar marknaðir innan hátøkni ella biotøkni. Hetta krevur framhaldandi menning, og framhaldandi gransking í nýggjum framleiðslum og nýggjum útflutningsmøguleikum og hættum.

Tað skal verða okkara vón, at samgongan fer at vísa í verki, at orðini í samgonguskjalinum um gransking veruliga merkja nakað, og at vinnan framhaldandi styrkir um sín leiklut í granskingarumhvørvinum í Føroyum. Tað er eisini gott og rætt, at miðlarnir taka slík evni upp og viðgera tey ? tí harvið eru teir við til at minna myndugleikarnar á tað teir hava lovað og sett út í kortið.

Sosialurin