gongd nú. ? Men vitjanin er ein blandað arbeiðs- og almenn vitjan, so eg kundi hugsað mær, at tað fyrst verða teir fundir, sum plaga vera til vlíkar vitjanir, og aftaná fara vit so at ferðast kring landið, [...] tíðindaskrivinum, at hjúnini gleða seg til at hitta føroyingar - bæði fólkið á gøtuni og føroyskar politikarar, og at tey ikki minst gleða seg til at sleppa at síggja tað stórslignu føroysku náttúruna [...] sjálvum, sigur Anfinn Kallsberg. ? Vit plaga at taka tey mál upp, sum hava týdning og tað gera vit nokk eisini hesaferð. Og hann væntar, at loysnin á marknatrætuni við bretar nokk eisini kemur upp at venda
privatskúlum er ivaleyst frálíkt, og skal eisini tann møguleikin vera, men uppgávan hjá tí almenna er fyrst og fremst at stuðla og menna tann almenna fólkaskúlan, og tá ið vit longu nú síggja, at samfelagið [...] skattin, og er tað nakað, ið vit øll vilja taka undir við. Tó mugu vit minnast til, at skulu vit varðveita eitt samfelag, ið kann geva eina nøktandi heilsurøkt, ið øll kunnu njóta gott av, og ein skúla [...] lærarar framyvir, men so sanniliga eisini til næmingar, heim, skúlastýri og ikki minst til teir játtandi myndugleikarnar. Tey tilboð og krøv, ið liggja í skúlalógini, krevja at ytru karmarnir verða dagførdir
Eftir áheitan frá okkum syrgja teir fyri, at vit fáa venjingarvøllir og venjingartíðir, og at onnur praktisk viðurskifti eru í lagi, og um talan er um eitt pláss, har vit ikki hava verið áður, so spyrja [...] sambandi við vitjanina. ? Vit hava hoyrt millum lítið og einki úr Bosnia. Teir hava boðað frá, at teir ynskja at venja á Svangaskarði klokkan sjey í kvøld og aftur fyrrapartin í morgin klokkan tíggju. Um teir [...] klokkan trý, og av tí at strandferðslan leggur onkran túrin burturímillum um Vestmannasund seinnapartin, so ber tað teimum ikki til at koma tvørturum fyrr enn í fyrsta lagi klokkan fimm, og so er spurningurin
nú. Húsini standa í einum snøggum og hampaðum øki við síðuna av væl útgjørda Hotel Føroyum og annars fríu og vøkru náttúruni við útsýni yvir høvuðsstaðin, havnarvág og Nólsoynna. Smyril Line hevur í fleiri [...] mánadag til mikudag, og aftur fríggjadag fyllist húsið við ferðafólki, serliga íslendingum, norðmonnum og dønum. Ferðafólk, ið ikki hava bílagt kamar áðrenn, støkka eisini inn á gólvið og biða um eina song [...] um, at ferðafólk serliga vilja gista og vitja í Havn. Tí er avgjørt tørvur á einum vallaraheimi sum hesum. Eitt árið fyrst í 90-unum høvdu vit einki vallaraheim, og tá stóð á at fáa vallarum innivist, sigur
gera, og nú vitjanin eisini er beint í kjalarvørrinum á undirskrivingini av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland, sigur Lars Larsen einki vita um tað. Mærsk Mc-Kinney Møller kemur fyrst og fremst til [...] -Hann hevur havt eitt ynski um at vitja í Føroyum, og nú skal tað so vera sigur Lars Larsen, umboðsmaður fyri Mærsk Air í Føroyum og stjóri á Flogfelag Føroya. Tað er Lars, sum stendur fyri fyrireikingunum [...] seg væl í Føroyum og at veðrið verður honum til vildar. Talan er nevniliga um at vitja ymsastaðni í Føroyum. Neyvan finst nøkur donsk fyritøka, sum so nógvir føroyingar hava arbeitt og arbeiða hjá sum AP
Føroyum. Fyrst og fremst eru vit jugoslavar, og bert síðan fótbóltspælarar. Og tað kann gera lítlan mun, hvussu nógv stig hvørt lið hevur á stigatalvuni, meðan fólk í okkara landi liva í stríði og ófriði [...] barnaliði, hann er venjari hjá. Men Nebosja og Nikola vóru við hús, og teir bakaðu pannukakur til nátturða. Hvørgin teirra er giftur, og tí noyðast teir at gera mat og passa hús sjálvir. Tá sumbiarjugoslavarnir [...] stóra áhuga fyri felagnum og fótbólti yvirhøvur og ikki minst takka teimum fyri tann stuðulin, vit fáa frá teimum í hesum ringu døgunum fyri okkum tríggjar og fyri okkara moðurland. Og vit skulu royna okkara
Vit síggja hetta ikki sum serliga góðan handil fyri okkum. Tað er fyrst og fremst spælarin, sum fær nakað burturúr. Tað fegnast vit um, og vit rokna við í framtíðini at fáa nyttu burturúr hesum á tann hátt [...] heilaskjálvtan, og Magni á Lakjuni, sum hevur verið nógv skaddur, men sum nú tykist vera komin fyri seg. Bárður Mortansson og Eyðun Højgaard hava sitið nógv á beinkinum. Teir eru báðir ungir og framrættaðir [...] Mørkøre í morgin fer til Íslands at spæla fótbólt, og tað er ætlanin, at hann skal vera har í trý ár. Eitt er, at Allan Mørkøre er fegin um sáttmálan og harvið nýggja íblásturin til fótbóltsspælið. Eitt
hittast teir aftur fyrst í september, tá fyrst Estland og síðan Litava koma higar. Hesa ferð var landsliðið saman í eina knappa viku. Teir møttust hósmorgunin í síðstu viku, og burtursæð frá nøkrum tímum [...] Simonsen og fýra spælarar á landssjúkrahúsinum og heilsaðu upp á børnini og starvsfólkini á barnadeildini. Torbjørn Viderø er lækni hjá landsliðnum. Hann hevur sína dagligu gongd á landssjúkrahúsinum, og tað [...] ovina, og í blaðnum í morgin fara vit sjálvsagt at bera tíðindi av Svangaskarði. Landsliðsspælararnir skuldu fara til hús aftur, tá dysturin var lokin, og teir høvdu fingið ein døgurðabita, og so hittast
september ella fyrst í oktober. Anfinn Kallsberg, løgmaður fær høvi til at hitta bretska forsætisráðharran Tony Blair í Downing Street nr. 10. Haraftrat kemur hann at vitja bretska parlamentið og uttan iva [...] løgmanni í boði. Hon hevur verið galdandi í eini trý ár, og fari eg sjálvandi at taka av. Hetta er eitt fínt høvi til at fáa gongd í útviklingin og samvinnuna millum londini. Sjálvur haldi eg, at ein slík [...] nøgd við avtaluna og skal eisini minna á, at eitt samt løgting tók undir við henni. Annars fegnast løgmaður um tíðindini um, at oljufelagið Mobil sigst hava rakt við gass norðanfyri og stutt frá føroyska
bóltin, og Uni Arge og Sámal Joensen høvdu verið við í uppspælinum, og Arge maðurin var longu komin stunandi í brotsteigin og var púra leysur eitt sindur til vinstru, tá innleggið frá Allani var har, og ne [...] hansara, hann sneiddi og snaraði mótstøðumenn av sær, og hann hevði eyga fyri at leggja neyvar bóltar til liðfelagarnar, og tá John Petersen á hálva tímanum snaraði um seg sjálvan og sendi diagonalt til [...] spælararnar upp, og beint fyri steðgin var um reppið, at Føroyar komu framum. Fyrst áttu Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre uppspælið, Todi var framvið, bólturin støkk framvið málverjanum, og Uni Arge smekkaði