Enn eina ferð vónaðu vit, at tað skuldi ganga væl, og enn eina ferð lúrdi bivanin fyri, at tað skuldi ganga minni væl, men eftir lokið stríð kunnu vit staðfesta, at føroyskur landsliðsfótbóltur hevur lyft seg sjálvan í hvussu so er ein og kanska hálvan annan flokk upp, síðani fyrstu fetini vórðu tikin fyri tíggju árum síðani, og nú er tað vorðið soleiðis, at áskoðararnir fara ikki meiri enn hálvnøgdir av Svangaskarði, eftir javnleik móti fótbóltstjóð, sum tað bara fyri fáum árum síðani hevði verið óhugsandi at rokna við meiri ímóti enn einum heiðurligum tapi, og tað vil siga tvey ella trý null.
Uppgerðin móti Bosnia var tað mest undirhaldandi, sum nakrantíð hevur verið á Svangaskarði, og tað er bara ein sannroynd, at avrikið og úrslitið hjá spælarunum ger, at nú verða føroyingar roknaðir ? bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar ? sum favorittar, tá baltisku londini fyrst í september koma higar.
Trilvandi byrjan
Bosnia fekk eitt bíligt mál eftir horna úr vinstru, sum liðformaðurin Elvir Bolic, stútaði í kassan úr stuttari fjarstøðu, meðan málverji og verja hugdu at. Tá var bara eitt lítið korter farið, og so var møguleikin har fyri skrædlinum, sum altíð kann koma.
Men føroysku spælararnir vóru ikki skelkaðir. Teir hava drúgvar altjóða royndir, og eftir eina eitt sindur tøvandi byrjan, hildu teir seg til avtaluna, sum teir frammanundan høvdu gjørt við venjaran um, at verjugarðurin skuldi setast frammarlaga á vøllinum, har bosniararnir oftast plaga at fáa frið so at siga at hugna sær við bóltinum. Tað var týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum hóvaði mótstøðumonnunum. Við Juliani Johnsson sum einari ómetaligari drívmegi vardu og taklaðu føroysku spælararnir, so tað sang eftir í, teir vóru væl skipaðir í verjpartinum, og mótstøðumenninir, ið við Edin Mujcin sum miðvallarovasta royndu at samanspæla og við tveimum álopsmonnum og einum sera framrættaðum miðvallara vónaðu at spæla seg til møguleikarnar, ið skuldu til fyri at fara av aftur landinum við øllum stigunum, fingu so at siga ongar málmøguleikar.
Framrættaða spælið
Føroyska liðið staðfesti enn eina ferð, at í verjupartinum kunnu teir spæla upp móti teimum bestu, og fyri bosniararnar hevði tað verið uppá sítt pláss, tá teir eina ferð koma til hús aftur, at teir settu seg frammanfyri sjónvarpið, hugdu at dystinum móti Føroyum og harvið lærdu seg, hvussu skilagott verjuspæl skal skipast. Elvir Bolic og Marko Topic vóru fremstu menninir hjá Bosnia, og teir máldu báðir umleið 190 centimetrar, men hetta tóktist ikki at bila í føroysku verjuni, har Pól Thorsteinsson aftur var ein brandur, og har Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen stóðu seg væl.
Sum oftast hevur framrættaða spælið verið meiri fátæksligt, tá føroyingar hava spælt móti teimum, sum higartil hava verið mett at vera stór ? í hvussu so er sammett við Føroyar. Soleiðis var ikki hesa ferð. John Petersen var á miðvallarplássinum, sum hann hevur trivist væl á, og Todi Jónsson hevði aftur fingið Una Arge við síðuna av sær í álopinum. Sámal Joensen og Julian vunnu eina rúgvu av bóltum, onkuntið var tað órudduligt og eitt sindur av pingpong, men ferð eftir ferð eydnaðist tað at samanspæla skilagott, og so skolaðu álopini móti máinum hjá Mirsad Dedic, sum var sannur risi í bosniksa málinum.
Todi Jónsson var frágera væl upplagdur. Hann megnaði at fáa tak á bóltinum, so at siga uttan mun til, hvussu teir komu til hansara, hann sneiddi og snaraði mótstøðumenn av sær, og hann hevði eyga fyri at leggja neyvar bóltar til liðfelagarnar, og tá John Petersen á hálva tímanum snaraði um seg sjálvan og sendi diagonalt til Allan Mørkøre, sum var púra leysur í høgru (tíverri steðgaði ein mótstøðumaður akkurát bóltinum, áðrenn hann kom til Allan), meðan bæði Todi Jónsson og Uni Arge runnu til vinstru, lá í luftini, at okkurt fór at spyrjast burturúr.
Mál og møguleikar
Fyrsta ferðin, at hetta gav úrslit, var, tá tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfarinum. Stutt frammanundan vóru bosniararnir komnir framvið Hans Fróða Hansen í høgru, men Marko Topic rakti ikki, tá hann úr góðari støðu skuldi flukta innleggið móti málinum, og so var tað, at Føroyar skoraðu.
Hans Fróði Hansen vann bóltin aftanfyri miðstrikuna, spældi John Petersen, sum sendi Toda avstað í vinstru, FCK maðurin setti ferð á í brotsteigin, kom næstan oman til strikuna, men varðveitta eyga fyri møguleikanum at spæla, og tá hann trillaði bóltin fyri føturnar á Una Arge var tað meinlíkt støðuni, tá Uni Arge fyri tveimum árum síðani skoraði móti Malta.
Útjavnandi málið setti ferð á. Áskoðararnir lyftu spælararnar upp, og beint fyri steðgin var um reppið, at Føroyar komu framum. Fyrst áttu Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre uppspælið, Todi var framvið, bólturin støkk framvið málverjanum, og Uni Arge smekkaði til, men vinkulin í høgru var ov spískur, og so var tað, at Julian Johnsson á baklinjuni í vinstru stakk millum beinini á verjumanni, spældi út frá til Toda Jónsson, sum heilfluktaði, men bólturin streyk omanfyri málið.
Tað lá í frágera góða summarveðrinum, at Føroyar skuldu koma á odda, og tað gingu bara tveir minuttir av seinna umfarinum, so var støðan 2-1. Allan Mørkøre, sum hesa ferð var vongverji og spældi við stórum myndugleika, legði høgt og langt innfyri, eftir at John Petersen hevði vunnið bóltin, og Uni Arge og Sámal Joensen høvdu verið við í uppspælinum, og Arge maðurin var longu komin stunandi í brotsteigin og var púra leysur eitt sindur til vinstru, tá innleggið frá Allani var har, og netmeskarnir spílaðust út, tá bólturin við nógvari ferð varð sendur millum málverjan og nærra stólpan.
Tíverri var konsentratiónin ikki nóg góð lítlu løtuna aftaná, og tað gjørdi Elvir Bolic sær dælt av, tá hann gjørdist púra leysur aftanfyri Óla Johannesen og millum Pól Thorsteinsson og Hans Fróða Hansen.
Brotssparkið og framtíðin
Sjálvandi var hetta eitt vónbrot, men føroyska liðið var ikki meiri skelkað enn so, at teir bara tveir minuttir seinni megnaðu at tiltuska sær eitt brotsspark. Øssur Hansen, sum hesa ferð ikki var so kámur, sum hann var móti skotum, legði innfyri úr vinstru, Todi Jónsson fekk tak á, dró eitt sindur frá málinum og lá skerflatur, tá ein av mótstøðumonnunum nært við beinini á honum, og eingilski dómarin vísti á ellivu metra blettin.
John Petersen tók ábyrgdina á seg, men hesa ferð miseydnaðist, og tað var spell.
Føroyska liðið skal hava rós fyri, at teir megnaðu at halda guvuni uppi, og tað var ikki fyrrenn síðstu tíggju minuttirnar, at møðin rættuliga fór at gera um seg. Tað eydnaðist at halda tætt, og tað var gott, tí ein tepur ósigur hevði hesa ferð verið botn órættvísur.
Tá vakri summardagurin gjørdist til eina av hesum sumarnáttunum, sum bara kunnu upplivast, kendist tað harmuligt, at nú verða tað næstan tríggir mánaðir, áðrenn næsti EM undankappingardysturin er á skránni, men hann kunnu vit gleða okkum til. Tí sannlíkið er sera stórt fyri, at tá fara Føroyar at vinna. Talan verður um tvær rondir, og føroyingar fara í hvussu so er at vinna eina ferð!jh