Sjúku børnini fingu vitjan av landsliðnum

Tað er hugaligt, at tey, sum vegna sjúku ikki sleppa á Svangaskarð, kenna, at landsliðið hugsar um tey, verður sagt av barnadeildini

Í gjárkvøldið stóð slagið móti Bosnia-Hersegovina, og í blaðnum í morgin fara vit sjálvsagt at bera tíðindi av Svangaskarði.

Landsliðsspælararnir skuldu fara til hús aftur, tá dysturin var lokin, og teir høvdu fingið ein døgurðabita, og so hittast teir aftur fyrst í september, tá fyrst Estland og síðan Litava koma higar.

Hesa ferð var landsliðið saman í eina knappa viku. Teir møttust hósmorgunin í síðstu viku, og burtursæð frá nøkrum tímum sunnudagin hava teir hildið til í hølunum, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Runavík, og so hava teir verið á Svangaskarði eina ella tvær ferðir um dagin.

Lagið hevur verið gott í venjingarleguni, og hóast spælararnir hesa vikuna hava verið undir korum, sum yrkisspælararnir í øðrum londum kenna frá venjingarlegum, so hava teir dugað væl at hugna sær saman. Men tað er heldur einki dulsmál, at onkuntíð kann tað kennast eitt sindur langligt bara at vera saman um fótbólt, fótbóltsprát og hvíld.

Hetta eru ábyrgdarpersónarnir greiðir yvir, og tí verður roynt at hava okkurt á skránni, sum brýtur frá dagligu rútmuni.


Á barnadeildini

Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so var seinnapartsvenjingin týsdagin avlýst. Tá var landsliðið í Havnini, har teir ótu døgurða á Hotel Hafnia. Men áðrenn teir sessaðust við búgvi borð, vóru Allan Simonsen og fýra spælarar á landssjúkrahúsinum og heilsaðu upp á børnini og starvsfólkini á barnadeildini.

Torbjørn Viderø er lækni hjá landsliðnum. Hann hevur sína dagligu gongd á landssjúkrahúsinum, og tað man ivaleyst vera hann, ið hevur fingið hugskotið um vitjanina, og hetta tóktist falla í góða jørð hjá Allani Simonsen, sum hevði fýra av kendastu spælarunum við sær. Todi Jónsson, Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen og John Petersen og venjarin vóru í eini trý korter saman við børnunum, teir skrivaðu autografir, spældu eitt sindur við tey og tosaðu um líkindini fyri einum góðum úrsliti í gjárkvøldið og søgdu børnunum, hvussu teir fyrireika seg til dystirnar, hvussu teir kenna tað við nervum, hvønn týdning stóra áskoðarafjøldin hevur, hvussu teir eru komnir so langt við fótbóltinum, at teir eru vornir landsliðsspælarar og so víðari.

? Hetta var eitt fínt tiltak, sum hevur eina góða ávirkan. Børnini kenna, at sjálvt um tey eru á sjúkrahúsi, so eru tey við í tí, sum gongur fyri seg á Svangaskarði, og tú kanst ætla, at dagurin í dag hevur verið serligur hjá børnunum, sum síggja fram til dystin í kvøld við eyka spenningi, segði Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir, tá vit høvdu hana í telefonini á middegi í gjár.

Ofta eru nógv av børnunum á barnadeildini heilt smá, men í fyrradagin, tá umboðini fyri landsliðið vitjaðu, vóru fleiri børn, sum eru í skúlaaldri og tískil væl skiltu, hvat tað snúði seg um.

Starvsfólkini bjóðaðu landsliðsmonnunum ein drekkamunn og syrgdu fyri, at teirra egnu børn eisini fingu eina heilsu frá landsliðsmonnunum.