HB roknar við at spælarar koma av sær sjálvum

Meistaraliðið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at fáa nakran annan spælara í staðin fyri Allan Mørkøre

Søgan druknaði kanska eitt sindur orsaka av allari umrøðuni, sum javnleikurin móti Skotlandi bar við sær. Men tað er ein veruleiki, at Allan Mørkøre í morgin fer til Íslands at spæla fótbólt, og tað er ætlanin, at hann skal vera har í trý ár.

Eitt er, at Allan Mørkøre er fegin um sáttmálan og harvið nýggja íblásturin til fótbóltsspælið. Eitt annað er, hvussu teir í HB síggja upp á tingini, og hvat teir ætla at gera, nú teir hava mist ársins spælara í fjør. Hetta hava teir sjálvandi viðgjørt í felagnum, og niðurstøðan er, at í fyrsta umfari verður einki gjørt fyri at fáa aðrar spælarar til felagið. Teir, sum eru í 1. liðs hópinum, fáa í fyrstu atløgu møguleikan at vísa, at teir eru førir fyri at lyfta arvinum.

Framrættaðu spælararnir, ið hava spælt mest, eru Súni Fríði Johannesen, Andrew av Fløtum, sum er komin fyri seg aftur eftir heilaskjálvtan, og Magni á Lakjuni, sum hevur verið nógv skaddur, men sum nú tykist vera komin fyri seg. Bárður Mortansson og Eyðun Højgaard hava sitið nógv á beinkinum. Teir eru báðir ungir og framrættaðir spælarar, sum væl kunnu brúkast í høgru síðu, og nú fáa teir av álvara møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum.


Kenna treytirnar

Ion Geolgau, venjarin hjá HB, er fyrrverandi yrkisspælari, hann kennir treytirnar, og tá sáttmálin millum ÍBV og Allan Mørkøre var undirskrivaður leygarkvøldið, var venjarin til staðar og gleddist saman við spælaranum, sum hann samstundis harmaðist um at missa.

Sáttmálin við ÍBV ger, at HB hevur møguleika at keypa onkran annan spælara. Eitt er, at felagið kanska fekk einar tvey hundrað túsund krónur burtur úr søluni, og eitt annað er, at Allan Mørkøre mundi vera tann spælarin, sum hevði hægstu mánaðarlønina. Um Allan Mørkøre verður seldur til eitt annað felag í sáttmálaskeiðnum, so verður inntøkan hjá HB uppaftur størri, tí teir hava í avtaluni við íslendska felagið tryggjað sær part í møguligum søluprísi.

? Vit síggja hetta ikki sum serliga góðan handil fyri okkum. Tað er fyrst og fremst spælarin, sum fær nakað burturúr. Tað fegnast vit um, og vit rokna við í framtíðini at fáa nyttu burturúr hesum á tann hátt, at ungir spælarar kring landið, sum brenna eftir at sleppa at royna seg uttanlands síggja møguleikan fyri hesum at gerast størri, um teir flyta til HB.

Hetta sigur Poul Michelsen, sum umboðaði HB í samráðingunum við íslendska felagið. Og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast ? bæði hjá Allani Mørkøre og HB.