el-Sheikh og Dahab, og sambært ísraelska uttanríkisráðnum vóru fleiri hundrað ísraelsk ferðafólk í Dahab, tá bumburnar brustu. Beint eftir spreingingarnar beyð Ísrael sær til at senda læknar og bjargingarfólk [...] vald, tí tær tríggjar bumburnar brustu beint við tvey av hotellunum í býnum og oyðiløgdu eina kaffistovu, eina matstovu og ein matvøruhandil. Teir fyrstu tímarnar ljóðaði, at næstan 100 fólk høvdu latið [...] myndugleikarnir, at atsóknirnar høvdu kravt 23 mannalív, og at 62 onnur vóru særd. Millum tey særdu eru fimm danir. Teirra millum er ein smádrongur, og tíðindastovan AFP skrivaði í morgun, at hann hevði
Argjabáturin sprakk avstað og legði seg á odda, men tá ið startspurturin var av, líktist feltið sær sjálvum. Nevið Reyða var fremst, og hóast Kvívíkingur eina løtu var framvið og hótti, so gjørdist oddastøðan [...] r vann, og tað iðraðu teir seg ógvuliga nógv um umborð á Nevinum Reyða. Leygardagin lúrdi hóttanin frá Kvívíkingi enn eina ferð. Munurin millum Nevið, sum hevur vunnið allar róðrarnar í ár, og kvívíkingar [...] lærmanninum, Una Oknadal, loysnaði, og hevði illa vilja við, so kundi hetta havt kostað í endaspurtinum. Tollurin loysnaði úr stokkinum undir róðrinum, og hann arbeiddi seg spakuliga uppeftir, veit fína
marknaðin við síni fyrstu útgávu, og tað er undirgrunds rokk-fløgan Ampaljóð. Á fløguni eru fýra bólkar, ið framføra 2-3 løg í part og hesir bólkarnir eru: Zink, 48 Pages, Speaker og Lama Sea. Stílurin á tónleikinum [...] Studio í ART-hølunum í Havn og maðurin aftan fyri hettar er Karl Anton Klein. Hann sigur um fløguna; "Hetta er tann týdnignarmiklasta fløgan at ogna sær síðan "Eg eri ein K" og at fløgan er eitt absolutt [...] fløga. Av tí góða slagnum væl at merkja. Ljóðbland, mastering og framleiðsla Bloch er maðurin, sum gjørdi arbeiðið liðugt við at ljóðblanda og mastra fløguna. Meiningin var at geva løgunum eitt heitt ljóð
Suðuroyar Sparikassa og fleiri øðrum fyritøkum. Svimjararnir vóru sera væl nøgdir við ferðina og fingu nógv burturúr. Endamálið er at skapa vinarbond millum svimjarar í báðum býunum, og vit síggja fram til [...] vinarbýirnar Tórshavn og Aberdeen. Men tað var ikki nokk, og neyðugt var at útvega meira pening, um ferðin skuldi blíva veruleiki. Fyritøkan PM-Føroyar stuðlaði felagnum við einum Peugeot 206 WRC skutara til [...] Olaf á Stongunum í Havn, hann hevði keypt tveir lyklar, og annar passaði í lásið. Saman við Peugeot skutaranum var vinningurin eisini tveir hjálmar og eitt sett av handskum til eitt virði av tilsamans 26
var tann, at Ritan fleyg av triðja og fram á fremsta plássið, og at Jallur og Kollur harvið vórðu trýstir eitt pláss niður á listanum. Endaspurturin var sera tættur og spennandi. Ritan tók Jall, sum tóktist [...] Sundi sera knáir. Í Klaksvík vóru næstan átta sekund frá nummar eitt og til nummar fýra. Hesa ferð var tíðarmunurin frá nummar eitt og til nummar fýra stívliga fýra sekund. Tað boðar frá, at kappingin millum [...] hevur roynt hetta áður. Fyrsti Jallurin er spildurnýggjur, og Ritan hevur ongantíð vunnið FM. Kollur hevur ikki verið meistari síðani 1995, og Havfrúgvin vann FM í 1999. 5 mannafør dreingir 1Ritan05:02
Skógar-álvur og Galla. Síðan komu modellirnar inn, og tað má sigast, at hugflogið var væl brúkt - tað var stuttligt at síggja hvussu fjølbroytt og kreativt tær høvdu arbeitt við hár, makeup, bodypaint og klæðum [...] 9 lærlingarnar var sera væl eydnað, bæði við tónleikinum og framførsluni. Tað er soleiðis, at á skúlanum læra lærlingarnir at hugsa keativt og at síggja kundan sum eina heild. Hárið er ein partur av s [...] um stíl og um at arbeiða kreativt/dekorativt. Tí er tað ein spennandi avbjóðing fyri lærlingarnar at sleppa at prýða eina modell, akkurát sum tær sjálvar ynskja. Hesar modellirnar vóru flottar og heildarmyndin
spaðara frúgv, og tískil ikki megnar at halda bæði kleyvara og spaðara (skvis), ella skuldi eg spæla uppá, at spaðara frúgv sat hjá norðan og kundi klípast. Eg valdi at spæla uppá fyrra møguleika og tók fyri [...] Útspælið var rútara 7, ið eg tók heima, síðan spældi eg kleyvara drong, sum norðan tók við konginum, hann spældi trumf aftur. Eg vann stikkið á borðinum, spældi hjartara ess og kong og ein lítlan hjartara [...] renonce ella singleton. 2)Hevur kontrol í hjartara og 2 ess. 3)Spyr eftir einum ikki áður vístum kontrolli í spaðara. 4)Hevur ein ikki vístan kontrol í spaðara og trumf frúgv. Spælið er frá einum liðkappingarkvøldi
europeiskum fótbólti. Í fjør var hann og royndarvandi í Viking í Stavanger, og tað er væl hugsandi, at tað er tann vegin, at norski KÍ venjarin hevur fingið samband við hann. Í 7-1 heimasigrinum hjá KÍ ímóti TB [...] danska vongverjan Patrick da Silva og danska framrættaða Claes Philip Kronberg. Aðrir útlendskir spælarar í KÍ eru serbiski miðvallarin og verjuspælarin Deni Pavlovic og so norski miðverjin Vegard Forren [...] afturlatið, og tað er greitt, at KÍ hevur skrivað sáttmála við ein útlendskan spælara aftrat. KÍ venjarin Magne Hoseth váttar hetta fyri Televarpinum í dag. Bolt.fo skrivaði søguna í gjár, og nú seint s
við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum, og nú verða trý øki afturat boðin út. Talan er um øki 6.1 til íbúðarbygging og økini 5.1 og 5.2 til raðhúsabygging. Í útboðstilfarinum skrivar Tórshavnar kommuna [...] Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum [...] útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið. Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar
spældar á Tórsvølli, og við hvør sínum sigri, kunnu U13 genturnar hjá B36, og kvinnurnar hjá Skála kalla seg steypavinnarar 2024, skrivar FSF.fo. Í finaluni fyri U13 gentur møttust B36 og felagsliðið hjá 07 [...] ingini hjá kvinnum stóðu Skála og FC Hoyvík yvir av hvør øðrum, og her vóru tað tær appelsingulu, ið fóru avstað við steypinum og gullkrónum. Skála vann 6-0, eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Sara Benjaminsen [...] 07 Vestur og MB, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til B36. Málskjúttin var Lív Herup Olsen. Aftaná dystin var Súsanna Johndóttir hjá B36 vald til dagsins leikara. Í finaluni í minnu steypakappingini