Eitt spæl úr Kagganum

Bogi Simonsen ger viðmerkingar til spælið, sum hann sjálvur var partur av

S/allir842
J1086
J104
K85
K97AJ53
A2K74
Q862AK93
A964J10
Q106
Q953
75
Q732

SVNE
Allan D.
ChristiansenBogi
Simonsen
1klpass1rúpass
2rúpass3hj 1)pass
4kl 2)pass4sp 3)pass
5rú 4)pass6rúpass
passpass

1)Trelde, spyr um makkarin hevur kontrol í hjartara, tvs. ess, kong, renonce ella singleton.
2)Hevur kontrol í hjartara og 2 ess.
3)Spyr eftir einum ikki áður vístum kontrolli í spaðara.
4)Hevur ein ikki vístan kontrol í spaðara og trumf frúgv.

Spælið er frá einum liðkappingarkvøldi hjá Bridgedeild Kaggans. Allan opnaði við einum kleyvara, eg meldaði ein rútara. Allan meldaði 2 rútarar, eitt frálíkt meld, ið ikki var meldað av nøkrum øðrum, standard meldið er nokk 1ut. Eg kom so at spæla 6 rútarar, kanska eitt sindur hart, men so sanniliga ikki uttan møguleikar.
Útspælið var rútara 7, ið eg tók heima, síðan spældi eg kleyvara drong, sum norðan tók við konginum, hann spældi trumf aftur. Eg vann stikkið á borðinum, spældi hjartara ess og kong og ein lítlan hjartara til trumf. Nú tók eg tann síðsta trumfin hjá mótpartinum og spældi kleyvara 10, sum áttu. Síðani tók eg tann síðsta trumfin, sunnan legði uttan at blunka spaðara 6 !!. Eg spældi so spaðara til kongin og tók fyri kleyvara ess, sum staðfesti, at sunnan helt kleyvaranum við frúnni. Skuldi eg nú spæla uppá, at sunnan eisini hevði spaðara frúgv, og tískil ikki megnar at halda bæði kleyvara og spaðara (skvis), ella skuldi eg spæla uppá, at spaðara frúgv sat hjá norðan og kundi klípast. Eg valdi at spæla uppá fyrra møguleika og tók fyri spaðara ess, sum tók frúnna við sær. 12 stikk !!!