Tað snýr seg um øki oman fyri skúlan og barnagarðin á Argjahamri.
Í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum, í summar bleiv næsta økið boðið út til bygging av íbúðarhúsum við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum, og nú verða trý øki afturat boðin út.
Talan er um øki 6.1 til íbúðarbygging og økini 5.1 og 5.2 til raðhúsabygging.
Í útboðstilfarinum skrivar Tórshavnar kommuna millum annað, at lendið oman fyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.
##med2##
Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar.
Útbodna økið er partur av hesum matrikkli.
##med3##
Lendið liggur oman fyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.
Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar.
##med4##
Samlaða økið verður skipað í 7 bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.
Útboðstilfarið fyri hvørt øki sært tú her:
- Útbjóðingartilfar øki 6.1 á Argjahamri
- Útbjóðingartilfar øki 5.1 á Argjahamri
- Útbjóðingartilfar øki 5.2 á Argjahamri
Les meira um økini og útboðið á síðu okkara um útboð í kommununi: