8-MANNAFØR
Tá ið Nevið Reyða í 2001 vann FM í stórum stíli, var tað bara eina ferð, at tað kiksaði hjá teimum soleiðis, at teir í staðin fyri at vinna gjørdust nummar tvey. Kvívíkingur vann, og tað iðraðu teir seg ógvuliga nógv um umborð á Nevinum Reyða.
Leygardagin lúrdi hóttanin frá Kvívíkingi enn eina ferð. Munurin millum Nevið, sum hevur vunnið allar róðrarnar í ár, og kvívíkingar hevur ikki altíð verið so stórur, men hesa ferð var eingin ivi.
Argjabáturin sprakk avstað og legði seg á odda, men tá ið startspurturin var av, líktist feltið sær sjálvum. Nevið Reyða var fremst, og hóast Kvívíkingur eina løtu var framvið og hótti, so gjørdist oddastøðan púra greið, og á málinum var Nevið Reyða fleiri bátslongdir fremst.
Men hóast oddasessurin var tryggur, so vóru teir ikki heilt álvuligir við støðuna umborð á Nevinum Reyða. Tollurin hjá øðrum lærmanninum, Una Oknadal, loysnaði, og hevði illa vilja við, so kundi hetta havt kostað í endaspurtinum.
Tollurin loysnaði úr stokkinum undir róðrinum, og hann arbeiddi seg spakuliga uppeftir, veit fína heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, at siga, og Uni Oknadal greiðir soleiðis frá:
- Eg fekk ikki gjørt so øgiligani nógv undir róðrinum. Kvívíkingur hótti okkum so mikið leingi, at eg tordi ikki at fara at baksast við tollin. Men eg hevði eyguni við honum, at hann ikki fór ov langt, sigur lærmaðurin, og á myndini á heimasíðuni sæst, at tollurin hevði arbeitt seg einar 2-3 centimetrar uppeftir!
Argjabáturin vann tøttu kappingina við grannarnar í Ørvi um triðja plássið.
Úrslit
1Nevið Reyða06:53.01
2Kvívíkingur06:58.19
3Argjabáturin07:01.21
4Ørvur07:04.11
5Árnfirðingur07:13.20
6Miðvingur07:19.14
7Knørrur07:19.21