Ritan snýtti hinar

Vónin hjá kollfirðingum um at vinna ein róður gjørdist ikki til veruleika

5-MANNAFØR DREINGIR

Í Kollafirði høvdu tey vónað, at tað skuldi eydnast dreingjunum umborð á Kolli at verja kappróðraræruna hjá bygdini. Dreingirnir umborð á nýggja Kolli, sum kappaðist fyri fyrstu ferð á Norðoyastevnu, hava einki at skammast við. Men tað eydnaðist teimum ikki at vinna.
Nýggi Jallur hjá Knørrafelagnum hevði bara roynt at vunnið, áðrenn teir fóru til Kollafirðar. Teir høvdu bara kappast á Norðoyastevnu, og tá var Jallur fremstur  eina bátslongd frammanfyri Koll, sum aftur var eina bátslongd frammanfyri Rituna, ið aftur var eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Havfrúnna úr Vestmanna.
Teir, sum vóru á fýra teimum fremstu plássunum í fyrstu kappingini, vóru eisini á fýra teimum fremstu plássunum á Kollafirði. Stóra broytingin var tann, at Ritan fleyg av triðja og fram á fremsta plássið, og at Jallur og Kollur harvið vórðu trýstir eitt pláss niður á listanum.
Endaspurturin var sera tættur og spennandi. Ritan tók Jall, sum tóktist ætla sær at svara aftur, men tá vóru teir norðuri í Sundi sera knáir.
Í Klaksvík vóru næstan átta sekund frá nummar eitt og til nummar fýra. Hesa ferð var tíðarmunurin frá nummar eitt og til nummar fýra stívliga fýra sekund. Tað boðar frá, at kappingin millum dreingjamanningarnar helst framvegis fer at verða tøtt, og at tað eru fleiri, sum tykjast hava góðan møguleika at vinna.
Úrslitini higartil kundu bent á, at talan verður um FM vinnara, sum ikki hevur roynt hetta áður. Fyrsti Jallurin er spildurnýggjur, og Ritan hevur ongantíð vunnið FM. Kollur hevur ikki verið meistari síðani 1995, og Havfrúgvin vann FM í 1999.

5 mannafør dreingir
1Ritan05:02.19
2Jallur05:03.20
3Kollur05:05.05
4Havfrúgvin05:06.23
5Strípan05:11.01
6Sílið05:11.16
7Drekin05:23.03
8Blikur05:24.17