norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum 2016, ið ásetir hvussu ein uppboðssøla skal vera av 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 3.000 tons av [...] uppboðssøla og ein afturlatin uppboðssøla. Helmingurin av svartkjaftinum verður seldur á opnar uppboðssølu, meðan hin helmingurin verður seldur á afturlatnari uppboðssølu, meðan makrelkvotan og sildakvotan [...] verða seld í opnari uppboðssølu. Botnfiskurin verður seldur bæði á opnari og afturlatnar uppboðssølu. In.fo er á staðnum og meira verður at lesa um málið seinni.
serliga teimum veikaru!! Tað verður sjálvandi lættari og greiðari at siga og fata t.d. 75 (sjeytifimm, fyrst 7-talið, so 5-talið) heldur enn fimm og hálvfjerðs. Annars man vera greiðast at gera, sum da [...] eini skiftistíð upp á eini 20-25 ár, og haraftrat einum góðum vilja, ber næstan alt til! Ætlanin er jú ikki at gera talskipanina truplari ella fløktari, men harafturímóti lættari og einfaldari! Onkur rødd [...] norðurlendsku talskipanina, og nú eru vit, sum vera man, í sama báti sum danskt. Alheimsmálið enskt nýtir eisini norðurlendska háttin, har tíggjarin verður nevndur fyrst og síðani einari (t.d. 64: sixty-four)
byrjan hjá teimum fýra. - Vit eru sera glað og errin, sigur Mortan. Nógv hugsa helst, hvat skal til fyri at fáa 13. - Vit vóru sera málrættað og seriøs, og tí fingu vit eisini eitt gott úrslit. Vit arbeiddu [...] Bjarni. Framløgan 20 minuttir longri enn ætlað - Vit fyrireikaðu okkum væl. Vit høvdu skrivað stikkorð niður og vistu, hvør skuldi siga hvat, sigur Jytta. - Vit improviseraðu tó eisini nógv, og tað hevur helst [...] eina verkætlan. Tey ganga á el-deildini. Í bólkinum vóru Bjarni Skaalum, Mortan Olsen, Jytta Olsen og Benjamin Hansen. Verkætlanin eitur "El orka í Føroyum". Hesi fýra hava arbeitt við verkætlanini í tvær
á skjótt og skipað fótbóltsspæl, so verður stutt heilt upp á toppin. Bæði HB og NSÍ fara í 7. umfar í landskappingini við tapum í lykauppgerðum í viðførinum. Hjá HB var tað dyggur smeitur og vónbrot at [...] ímóti meistarunum í NSÍ, og hjá teimum í Runavík fer tað at koma ógvuliga væl við at vinna úrtøku í Gundadali ímóti HB. Tannleyst og vónleyst skýra teir í HB sítt egna avrik, og í vikuni var ein avleiðing [...] skiftingar framdar í roynd at fáa størri ferð og meiri tyngd og brodd í. Tølini siga, at tað, sum ikki var eydnast frammanundan, heldur ikki eydnaðist ímóti B36, og nú er setningurin hjá teimum ellivu, sum
lmæli. Boðskapurin og orðini eru greið: .... tað er vandamikið fyri børn og ung at drekka, bæði fyri teirra verandi støðu og fyri teirra framtíð. Hetta er ikki at spæla við. Børn og ung hava ikki førleikarnar [...] um at fáa øl og vín út í handlarnir, har fólk í eini handavending kunnu koyra øl og vín í innkeypsvognin. Seinni sita tey og njóta alkoholið saman við sínum børnum. Hetta síggja børnini, og tey vilja eftirgera [...] ferðast til og frá Føroyum umvegis flogvøllin, verða tey beind gjøgnum eina smogu við alskyns alkoholskum freistingum. Heimagjørdar barrir poppa upp á stevnum og tiltøkum, har børn, ung og vaksin mala
skaddur og verður ikki við móti NSÍ. Rúni í Soylu spældi 2. hálvleik móti KÍ, men hann hevur ikki vant síðani, og teir ivast nógv í, um hann verður við í dag. Kári Nielsen hevur ikki vant í vikuni og hann [...] at tað verður synd í teimum í Runavík, tá B71 hevur verið við Løkin og oyðilagt stevnuhýrin. Stevnudysturin verður longu í kvøld og í NSÍ svara teir sandoyingum aftur við at siga, at teir skulu vera væl [...] summarfrí frá fótbóltinum. Fleiri ivasamir Á Sandi hava teir vitjan av einum 20 ára gomlum dana. Hann er ættaður úr Esbjerg og er stutt síðani komin fyri seg eftir at hann hevur verið skaddur leingi. Hann
aður við Bærendsen Teknik í Trongisvági og fevnir hesin sáttmáli um el-, automatikk- og HVS-arbeiði. Verandi barnagarðurin varð tikin í nýtslu 21. mai 1990, og tá var verandi borgarstjórin við at taka [...] dag er ganga 52 børn í Mýrifípuni, og tá útbyggingin er liðug verður rúm fyri 52 børnum aftrat. Útibarnagarðurin verður eisini í barnagarðinum og fer at hava rúm fyri 20-35 børnum. Hann verður í tveimum [...] í dag. Stálkonstruktiónirnar verða nú settar upp og arbeiðið við límtræi verður eisini gjørt. Tað er MTV-Byggivirki, ið stendur fyri hesum arbeiðnum og sambært leiðaranum í Teknisku Deild hjá Tvøroyrar
úr Atlantshavinum, og sum hitar hav og luft og tí ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars vildi verið. Tann parturin av hesum streymi, sum kemur um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan [...] Seinastu 20 árini hevur Havstovan við stuðuli frá norðurlendskum og europiskum granskingargrunnum mátað varmaflutningin úr Føroyastreyminum. Føroyastreymurin er partur av heita sjógvinum, sum kemur úr [...] makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum. Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum
i ímóti AB úti í Vika á Argjum var EB/Streymur á odda 2-0 í steðginum, men AB vendi dystinum og kom uppá javnt 2-2. Einki mál kom í umdystinum, og í brotssparkskappingini brendu sundalagsmenn trý av fýra [...] Arge hevði við liðskiparan og málverjan hjá AB, Heðin Stenberg hoyrist HER Við at trýsta HER ber til at lesa tekstfrásøgnina og samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen frá dystinum. Og til ber eisini at hoyra [...] tordi ikki at hava bóltin, og aftaná góða útgangsstøðið í fyrra hálvleiki skapti EB/Streymur ikki nóg mikið tað, ið eftir var av dystinum. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði
toski 2, og her var miðalprísurin 18,63. 17 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísur fyri hýsu í dag var 14,33. Besti hýsuprísur á marknaðinum annars var 20,10. Góð 42 tons vóru av hvítingi, og miðalprísurin [...] søluni í morgun, og miðalprísurin her lá millum góðar 6 og slakar 8 krónur. 15 tons vóru av longu, og besti miðalprísur var slakar 12 krónur fyri kilo. Umleið 35 tons vóru av havtasku, og flestu havtaskuprísir [...] havtaskuprísir í dag vóru omanfyri tær 30 krónurnar fyri kilo. Lítil og eingin upsi var á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,50 krónur fyri kilo.