Klokkan var farin eitt sindur yvir eitt í dag, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í dag kunngjørdi hvussu royndaruppboðssølan í 2016 fer at síggja út.
Harvið kann sigast, at samgongan loksins hevur tikið fyrsta stigið móti eini nýskipan av fiskivinnuni, ið samgonguflokkarnir hava lovað.
Talan er um eina kunngerð, við heimild í løgtingslóg nr. 30 frá 12. apríl 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum 2016, ið ásetir hvussu ein uppboðssøla skal vera av 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.
Lógaruppskotið ásetir, at selt verður eftir tvær skipanum. Ein opin uppboðssøla og ein afturlatin uppboðssøla.
Helmingurin av svartkjaftinum verður seldur á opnar uppboðssølu, meðan hin helmingurin verður seldur á afturlatnari uppboðssølu, meðan makrelkvotan og sildakvotan verða seld í opnari uppboðssølu. Botnfiskurin verður seldur bæði á opnari og afturlatnar uppboðssølu.
In.fo er á staðnum og meira verður at lesa um málið seinni.