Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 225 tons av fiski fyri stívliga 3 miljónir krónur tilsamans. Mest var av toski, góð 60 tons tilsamans. Nøgdirnar av toski 3 vóru tær størstu, 24,7 tons. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 15,39 krónur fyri kilo. Góð 10,5 tons vóru av toski 2, og her var miðalprísurin 18,63.
17 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísur fyri hýsu í dag var 14,33. Besti hýsuprísur á marknaðinum annars var 20,10.
Góð 42 tons vóru av hvítingi, og miðalprísurin fyri hvíting lá um góðar 6 krónur fyri kilo.
Eini 37 tons av brosmu vóru eisini á søluni í morgun, og miðalprísurin her lá millum góðar 6 og slakar 8 krónur.
15 tons vóru av longu, og besti miðalprísur var slakar 12 krónur fyri kilo.
Umleið 35 tons vóru av havtasku, og flestu havtaskuprísir í dag vóru omanfyri tær 30 krónurnar fyri kilo.
Lítil og eingin upsi var á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,50 krónur fyri kilo.