Ein bólkur úr SIT-1 í tekniska skúla í Havn hevur fingið 13 fyri eina verkætlan. Tey ganga á el-deildini. Í bólkinum vóru Bjarni Skaalum, Mortan Olsen, Jytta Olsen og Benjamin Hansen. Verkætlanin eitur "El orka í Føroyum".
Hesi fýra hava arbeitt við verkætlanini í tvær vikur. Tó hava tey ikki havt frí úr skúlanum til at gera verkætlanina.
- Vit fingu nakrar fáar tímar hvønn dag til at skriva verkætlanina, sigur Bjarni.
Fyrsta próvtal
Tey lótu verkætlanina inn fríggjadagin 3. november og skuldu verja hana munnliga mánadagin eftir.
- Vit fingu 11 fyri uppgávuna, men fingu 13, tá ið vit vardu uppgávuna, sigur Jytta.
Tey fáa ein samlaðan karakter - eitt 13-tal -, sum fer beint í prógvið. Hetta er ein góð byrjan hjá teimum fýra.
- Vit eru sera glað og errin, sigur Mortan.
Nógv hugsa helst, hvat skal til fyri at fáa 13.
- Vit vóru sera málrættað og seriøs, og tí fingu vit eisini eitt gott úrslit. Vit arbeiddu eisini sera væl saman. Tað skal eitt ordiligt liðarbeiði til at fáa 13, tá ið vit eru fýra. Vit kendu ikki hvønn annan nakað serligt, áðrenn vit fóru í holt við hesa verkætlanina, sigur Bjarni.
Framløgan 20 minuttir longri enn ætlað
- Vit fyrireikaðu okkum væl. Vit høvdu skrivað stikkorð niður og vistu, hvør skuldi siga hvat, sigur Jytta.
- Vit improviseraðu tó eisini nógv, og tað hevur helst bjargað okkum 13-talinum. Framløgan skuldi vera 20 minuttir, men hon varð einar 40 minuttir, sigur Bjarni.
Tey vita ikki heilt, hvat tey ætla eftir SIT-1. Tey hava møguleika at taka SIT-2, ella tey kunnu fara í læru.
- Eg fari at brúka hetta árið til at finna útav, hvat eg vil. Tá ið tað nú gekk so væl við hesari uppgávuni, hugsar tú sjálvandi um at fara handanvegin, sigur Bjarni.
Tey vilja fegin takka lærarunum fyri stórt hjálpsemi.
- Lærararnir hava hjálpt okkum væl. Eisini vilja vit fegin takka SEV. Vit høvdu samrøðu við Klæmint Weyhe og nýttu ein film hjá SEV, sum vit løgdu løg til í okkara Power Point framløgu, siga tey.
SIT´arar eru ikki sibbar
Til endans vilja tey fegin jarða mýttuna um, at tað einans eru sibbarnir, sum ganga á tekniska skúla.
- Fólk halda, at tað eru einans tey, sum ikki tíma at ganga í skúla, sum fara á tekniska skúla. Serliga tey, sum ikki tíma tey skrivligu fakini. Vit halda tó, at støðið í okkara flokki er høgt. Tú brúkar eisini nógv tey skrivligu fakini á El-deildini. Tað er tó serliga støddfrøðiligt, siga tey øll.
Peran er í hvørt fall í ordan hjá hesum fýra 13-tals næmingunum.









