EB/Streymur var á veg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Í fjórðingsfinaluni ímóti AB úti í Vika á Argjum var EB/Streymur á odda 2-0 í steðginum, men AB vendi dystinum og kom uppá javnt 2-2. Einki mál kom í umdystinum, og í brotssparkskappingini brendu sundalagsmenn trý av fýra brotsspørkum.
Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge við roynda spælaran hjá EB/Streymi, Hans Paula Samuelsen, ið var útlúgvaður aftaná longda leiktíð.
Hans Pauli Samuelsen heldur, at EB/Streymur tordi ikki at hava bóltin, og aftaná góða útgangsstøðið í fyrra hálvleiki skapti EB/Streymur ikki nóg mikið tað, ið eftir var av dystinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hans Paula Samuelsen, ið var sera sjálvatfinningarsamur um avrikið hjá EB/Streymi í kvøld.
Samrøðan Tróndur Arge hevði við liðskiparan og málverjan hjá AB, Heðin Stenberg hoyrist HER
Við at trýsta HER ber til at lesa tekstfrásøgnina og samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen frá dystinum. Og til ber eisini at hoyra hæddarpunktini frá dystinum. Tróndur Arge segði frá á Rás2 og Teitur Joensen var viðmerkjari.