Føroyastreymurin hitar arktis

Seinastu 20 árini er varmaflutningurin frá sonevnda Føroyastreyminum til Arktis øktur 18%

 

Seinastu 20 árini hevur Havstovan við stuðuli frá norðurlendskum og europiskum granskingargrunnum mátað varmaflutningin úr Føroyastreyminum.

 

Føroyastreymurin er partur av heita sjógvinum, sum kemur úr Atlantshavinum, og sum hitar hav og luft og tí ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars vildi verið. Tann parturin av hesum streymi, sum kemur um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan fyri Føroyar, nevnist Føroyastreymurin. Hesin streymur flytur á leið 120 MW inn í Norskahavið. Ein orkunøgd, sum er á leið eina millión ferðir meira enn samlaða megin hjá SEV.

 

Hesin varmaflutningur gevur góð livilíkindi hjá makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum. Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum granskingargrunnum at máta varmaflutningin í Føroyastreyminum, og hann er í miðal øktur 18% seinastu tjúgu árini. Fyri ein part stavar økingin frá øktum streymi; men tað mesta stavar frá, at sjógvurin er hitnaður umleið eitt stig (1°C) í hesum tíðarskeiðnum, skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.