leikarunum. Tað er ikki bara at spæla, teir skulu eisini duga at syngja og dansa. Og tað er ringt. Eg trúgvi, at her eru nógv nýggj talent, sigur Saga Jónsdóttir. - Klaksvíkar Sjónleikarfelag er sera heppið [...] drongurin minnist aftur. Alt spælið er ein dreymur, sigur Saga Jónsdóttir. - Tað sum er serligt er, at nógvur tónleikur og dansur er í leikinum. Leikurin hevur bæði skemt og drama. Áskoðarin fær alt í einum og [...] hevur týtt leikin til føroyskt. Góð blanding Hetta er fyrstu ferð Saga Jónsdóttir leikstjórnar leiki í Føroyum, men tað er ikki fyrstu ferð hon er her. Í fjør summar var hon í Føroyum í sambandi við, at
Umhvørvið í Lítluvík er sera hugnaligt, nærum jólaligt, men Hedvig Reinert Davidsen roknar við, at hetta er seinastu ferð, at tey hava jólasølu í Smiðjuni. - Smiðjan er í hjartanum í býnum, tað er lætt hjá fólki [...] á gólvið og her er sera hugnaligt. Men nú Verkstaðið er bygt upp aftur rokni eg við, at vit framyvir fara at selja har. Starvsfólkini og brúkararnir eru sera væl nøgdir við bygningin, sum er endurreistur [...] eisini gera jólaprýði og selja. Tað er ringt at kappast við hini, men tað sum vit gera fæst onga aðra staðni. Alt er hondgjørt. Inntøkan av søluni røkkur til tilfarið sum er brúkt, ikki stórt meiri enn tað
rættiliga samanberast. ?Í dag er alivinnan 20% av okkara útflutningi. Tað vil siga, at 20% av okkara útflutningi er stýrdur. Tað er ikki longur fiskur, sum vit skulu leita eftir, og sum er treytaður av veðri og [...] fyri misbrúki. ? Tað er heilt ómøguligt at forða fyri, at lógin verður misbrúkt. ? Og tað er ongin munur á, um útlendingar eiga 33% ella teir eiga 49%. Finnbogi Arge segði, at tað er ómøguligt at tryggja [...] í fiskivinnuna. ? Hetta er fullkomiliga í samsvari við altjóða rákið, at kapitalur, vørur og fólk skulu hava frítt at ferðast. Í fiskivinnuni er stór, politisk semja um, at her skulu føroyingar hava a
útviklingur er av álvara byrjaður, og so mugu vit eisini taka avleiðingarnar, segði Harhoff. Hann segði seg sakna eina danska rødd i orðaskiftinum - ikki bert í sendingini, men sum heild - tí tað er ov sjáldan [...] enn flestu øðrum donskum kjaksendingum. Sum heild helt hann, at her var ov nógvur romantikkur uppi í, og ov lítið av politikki. Tí tað er tað, alt hetta snyr seg um: Politikk, meinti Karl Nolsøe. Jóanes [...] tað er kanska tí, at ein sending sum hendan verður gjørd. Jóanes N. Dalsgaard helt spurningin um tættari samstarv í Útnorði, sum varð reistur móti endanum av sendingini, vera spennandi. - Danmark er avgjørt
: - Nógv vatn er runnið í havið síðan oktober 1989, tá ið vígsla og innsetingarguðstænasta var her í kirkjuni, og hetta hava verið 9 góð ár, sum vit ikki høvdu viljað verið fyriuttan. Her í kirkjuni hava [...] fyri innstillingina í sínari tíð, og takk fyri tann góða anda, ið her altíð hevur verið. Ongantíð er eitt øvugt orð komi frá tykkum. -Tað er við blandaðum kenslum, at vit nú fara higani, tó eg lovi at koma [...] seinastu suðuroyingurin, ið doyptur varð av Hera Joensen á hesum sinni, var Maibrit Jóna Joensen, ið er dóttir Heidi og Jón Dahl Joensen úr Vági. At koma og at fara Burturúr prædikutekstinum til fyrsta sunnudag
Fyrisitingarliga, og her verður víst til einfaldingina av sjálvuppgávuni, vil broytingin hava eina einfaldan við sær. Pensionistar Triðja broytingin, sum viðvíkir frádráttinum hjá pensiónistum, er somuleiðis ein [...] fingu grundupphæddina, ikki skuldu rinda skatt. - Sum lógin er nú, kann ónýttur frádráttur flytast frá einum pensiónisti til annan. Samskatting er sett úr gildi fyri øll, eisini fyri pensiónistar. Vísandi [...] landsstýrið legði uppsktoið fyri tingið fyrr í mánaðinum, sigur m.a. í viðmerkingunum, at fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum. - Í samsvari við ásetingarnar í samgonguskjalinum
hevur fingið mannað eitt heilt lið, sum telir sjey ella meir. Er eingin í Vestmanna, sum er førur fyri at døma ein 1. deildardyst, ella?? Sum nú er, eru tað so at siga bert havnarfeløgini, sum hava dómarar [...] bestu dómarar, man eingin vera ósamdur í, men tað er løgið, at eingin annar er togaður upp við. Svarið skal helst finnast í, at tað at vera hondbóltsdómari er, eins og í øllum øðrum ítróttargreinum, ein ótakksom [...] undir dystinum, og tónleikur hevur verið, tá steðgir eru í dystinum. Jú, hondbóltskappingin er »shinað« upp, og tað er gott og ikki minst tiltrongt. Seinastu árini hevur verið avgjørt at býta kappingina í 1
botn er, at tað kann flytast til annað oljuøki, um hetta er neyðugt. So tú er ikki bundin av at hava skipið liggjandi bara her restini av ævitíð tess. Eitt sera áhugavert umborð á einum FPSO-skipi er tornið [...] í væntu. Hetta er so ótrúliga stórt og imponerandi, at tú hevur ikki orð fyri tí. Ja, tú vitjar her einki minni enn eitt tøkniligt ?vidundur?, so væl er alt lagt til rættis, og so nógv er alt automatiserað [...] tíðina, tí tú er so nær markinum, so liggur tað bert fáar fjórðingar frá fiskimarkinum, so tað er ikki so langt til lands í Føroyum heldur. Hóast alt er so nýtt so nýtt og so stórbart, so er talan um eitt
okkara egna gerandisdag, so er eisini mangt áhugavert við at henda á tí politiska leikvøllinum her. Ikki tí at tað er so sjónligt, men tú kanst lesa millum linjurnar, at tað er við at gerast eitt sindur [...] búskaparligt sjálvbjargni. Sum so er einki nýtt í tí. Hetta hava fólkafloksmenn sagt so leingi, og hetta er so eisini partur av boðskapinum hjá javnaðarflokkinum. Men tað er sum um fólkafloksmenn nú vilja [...] osfr. Tað er greitt, at vit nú eru við at koma hartil, at ideologisk áhugamál hjá báðum flokkum stoyta ímóti hvørjum øðrum. Spurningurin er, hvussu heilhjartaður fólkaflokkurin í veruleikanum er fyri fu
av ÍF, vísir Kurt á. ? Hinvegin er trupulleikin hjá teimum smærru feløgunum seriøsiteturin, sum ikki er nóg góður hjá øllum spælarunum. Hjá teimum smærru feløgunum er neyðugt, at allir 11 eru seriøsir [...] fingnir upp á pláss hjá so at siga øllum. Undantakið í so máta er KÍ. Klaksvíkingar hava hildið óvanliga lágan profil, síðani kappingin endaði. Tað er greitt, at Jóannes Jakobsen ikki verður venjari aftur í 1999 [...] tað, at spælararnir verða bundnir at feløgunum, er eitt upplop. ? Í løtuni hava vit feløg, sum gera sáttmála við allar sínar spælarar. Eg haldi, at tað er eitt upplop, og at tað í framtíðini ikki fara at