at vit mugu nú vísa, at vit duga at seta pengar av til ring ár og metti sjálvur, at vit verða førir fyri at fyrireika okkum til at uppliva fleiri rakár. Fyrsti í verðini Jóannes Eidesgaard, sum sjálvur hevur [...] kredittvirðið í tí landinum, sum hann stýrir, er so gott sum møguligt, og at tú hevur so nógvar møguleikar fyri kredittum sum tilber. -Eg kann ikki góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga [...] eina fíggjarlóg, sum í 1997 hevur eitt yvirskot uppá 150 mill. kr. Tað er við rokfiskiskapi, og frá teimum 150 mill. kr. stava tær 134 mill. kr. beinleiðis frá Føroya Banka, tvs. at tað veruliga yvirskotið
Av teimum samlaðu ferðsluóhappunum á vegakervinum í 1997 hendu 25% á landsvegunum; hetta er ein minking uppá 2% í mun til 1996, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsverkfrøðinginum fyri 1997. Verða fe [...] ferðsluóhappini sammett í mun til ferðsluarbeiðið sæst, at í 1996 hendu fyri hvørjar koyrdar mió. akfarskilometur 2,3 óhapp, meðan sama lutfallið í 1997 er 1,9. Av hesum sæst, at í mun til ferðsluarbeiðið
føroyingar skulu hitta í Europa-Cup fótbólti í ár. Og tað gjørdist eitt heitt lutakast. Ið hvussu er fyri B36 og GÍ, sum skulu suðureftir at spæla á hásumri, og fáa ein øðiligan hita at stríðast við, umframt [...] Svangaskarði vísti ongan mun millum liðini, meðan ógvusligi hitin í Budapest var størsta forðingin fyri einum betri úrsliti, og tá vóru klaksvíkingar fullkomiliga rendir um koll. B36, sum spælir í Champions [...] útivølli fyrst, tí teir eru av landinum á venjingarlegu beint undan dystinum, og tí hevði tað passaða teimum væl at fara av venjingarleguni og beinleiðis til dystin í Finlandi. Seinni dysturin verður spældur
Brian Laudrup sigur, at hann tók avgerðina fyri einum hálvum ári síðani, og at orsøkin er, at hann er við at verða mettur av fótbólti, og tískil vil geva pláss fyri yngri kreftum. Hann leggur tó dent á, at [...] kappingini. Heldur fram við liðfótbólti Tíbetur fyri fótbóltsáhugaði hevur Brian Laudrup ongar ætlanir um at gevast heilt við at spæla fótbólt, og fyri okkum, sum dáma væl at fylgja við í enskum fótbólti [...] Brian Laudrup gevst, meðan hann leikliga er í hæddini. Fyri knappari viku síðan, bleiv hann úttikin av FIFA til eitt heimslið, sum var valt út frá teimum fyrstu 54 dystunum, sum vóru leiktir undir HM.
roknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri 1997 er endað og roknakapurin framlagdur. Úrslitið av roknskapinum hjá Strandferðsluni fyri 1997 var at stovnurin fyri fyrstu ferð helt játtanina og enntá fekk [...] fingið á teimum útreiðslur, sum kunnu stýrast. Skipini hjá Strandferðsluni eru gomul og krevja nógv viðlíkahald, eins og vandin fyri umfatandi ellisbrekum er rættuliga stórur og tí er vandi fyri, at útr [...] Strandfaraskip Landsins man verða ein av teimum almennu fyritøkum, sum hevur fingið mest umtalu í fjølmiðlunum. Oftast hevur tað verið í sambandi við, at stovnurin hevur fingið eykajáttan, ella tí at
báðar Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard og Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, hava í longri tíð arbeitt við tí fyri eyga, at sýna fram í Smiðjuni. Aggi hevur búð og virkað í Danmark í 10 ár. Hon hevur gingið á Lis [...] Listaakademinum í Odense, og hevur nú verkstað í Keypmannahavn. Hon er 32 ára gomul, og hevur fyri stuttum fingið fyrsta barnið. Henni leingist ofta heimaftur, og myndir hennara bera boð um kenslur og hugalag [...] arbeiðið. Tað er heldur ikki so løgið, heldur Aggi, tí tær báðar hava altíð hava havt stóran áhuga fyri listini. Tað var eisini mammusysturin, sum lærti Aggi at tekna, tá hon var smágenta. Tær báðar Vígdis
órogvandi tankar um hetta og hatta, og her var framførslan perfekt. Har var megi í teimum kraftmiklu passagunum og friður yvir teimum stilla og innarligu, og skiftini millum tey ymisku hugløgini bar brá av drúgvari [...] var stórt sæð onki sum kom skeivt fyri. Bara einkulta staðni var samljóðið ikki heilt perfekt, men minni kann jú eisini gera tað. Sangsolistarnir vóru eitt kapitul fyri seg. Tey sum heilt klárt gjørdu størst [...] slagi eg havi hoyrt í Føroyum. Men eg haldi eisini at man eigur at hyggja uppeftir fyri at sammeta seg við tey stóru, fyri á tann hátt at blíva betri. Og sjálvandi er har eitt petti enn. Men vit eru væl á
tryggingina Grundarlagið fyri ferðatryggingum í Føroyum er stór. Umleið 71.000 ferðandi eru til og úr Føroyum og av teimum eru umleið 13.000 frítiðarferðir, so grundarlagið fyri tryggingum er so avgjørt [...] tryggingarskjalið ikki er fyri føroyingar og tí eru vit um ein háls, tá vit standa í eitt nú suðurlondum. Hesum trupulleika tekur nýggja tryggingin hjá Trygd hædd fyri. ? Kostnaðurin fyri hesa trygging er 500 [...] ikki var so nýtt hóast alt fór varisliga til verka. Einki við at tekna tryggingar við ov stórum vanfa fyri missi at byrja við. Men felagið fekk stak góða undirtøku. Serliga tí at eitt nú sethúsatryggingarnar
kenni einki til teir, men eri glaður fyri, at vit sleppa til Ísraels heldur enn at fara eystureftir, sigur Pól Thorsteinsson, sum skal royna Europa-Cup fótbólt fyri fyrstu ferð. Hann hevur tó royndir frá [...] eru øll sterkari enn tey føroysku, og serliga á útivølli fara føroysku spælararnir at fáa sína sak fyri. ? Eg kenni púrt einki til FC Budapest, men vit vita væl, at tað verður ein stór uppgáva. Tað sum [...] frá landsliðsfótbólti, og er ein av teimum nýggju monnunum hjá Allani Simonsen. ? Tað verður strævið at spæla í hitanum í Ísrael, men málið hjá okkum hevur allatíðina verið at koma víðari. Beitar Jerusalem
FÓTBÓLTUR: Todi Jónsson og teir skulu í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar spæla ímóti Karabakh Agdam úr Aserbadjan. Hetta er annað árið á rað, at FCK skal eystureftir at spæla Europa-Cup dyst. [...] verið við í Champions League er got. Men sjálvur kenni eg lítið til teir, og vit mugu hyggja nærri at teimum sigur Ebbe Skovdahl, venjari hjá Brøndby, og staðfestir harvið, at hann ikki ivast í, at teir skulu