Ferðatrygging frá Trygd fyri ein triðing av prísinum

Tryggingarfelagið Trygd økir nú um útboðið av tryggingum. Nú ber eisini til at tekna eina ferðatrygging, sum eitt ískoyti til tað vanligu familjutryggingina og tað ger at ferðatryggingin bert kostar ein triðing av prísinum hjá kappingarneytunum

Føroyski tryggingarmarknaðurin risti í sínum grundvølli tá Trygd aftur fekk loyvi til at tekna tryggingar.

Tað var sum tá Fossbankin á sinni tók dystin upp við stórbankarnar. Hesaferð var bara tryggingar ístaðin.

Men nýggja tryggingarfelagið, sum ikki var so nýtt hóast alt fór varisliga til verka.

Einki við at tekna tryggingar við ov stórum vanfa fyri missi at byrja við.

Men felagið fekk stak góða undirtøku.

Serliga tí at eitt nú sethúsatryggingarnar vóru munandi bíligari enn tær Brunatrygging kundi bjóða, og tí var áhugin at skifta rættiliga stórur.

Eftir stuttari tíð valdi Brunatrygging eisini at lækkað sínar prísir og so stóð á jøvnum, so at siga.


Trygd økir um útboðið

Tá Trygd læt upp segði stjórin Christian C. Nielsen, at felagið í framtíðini fór at økja um útboðið av tryggingum og nú er fyrsta nýggja skotið á stammuni komið.

Hesaferð er talan um ferðatrygging.

Tíðarbilið má sigast vera sera væl valt. Summar er og útferðarhugurin hjá fólki er stórur.

Hartil kemur at ferðatryggingin hjá Trygd er munandi bíligari enn tann hjá eitt nú Tryggingarsambandinum, samstundis sum hon dekkar meir.


Nógvir fyrimunir

Hvørjir fyrimunir eru so við at tekna ferðatrygging hjá Trygd?

? Fyri tað fyrsta dekkar tryggingin hjá okkum meir enn tryggingin hjá kappingarneytunum.

? Okkara ferðatrygging dekkar eitt nú tað sum verður kallað vandamikil ítróttur. Hetta er til dømis »river rafting«, »alpint skiløb« og líknandi ítróttargreinar. Fyrr hevur ikki verið møguligt at tekna slíkar tryggingar tí vandin hjá tryggingarfeløgunum var ov stórur, men við hesi tryggingini hjá okkum ber tað til uttan eykakostnað.

Christian C. Nielsen heldur tað hava stóran týdning fyri tey ferðandi at tey hava fullan dekning tá tey fara út at ferðast.

? Tað er keðiligt, um ein t. d. fær hug at royna at standa á skí, men ikki kann, tí tryggingin ikki dekkar ein møguligan skaða.

Stjórin í Trygd heldur eisini prísin verða ein týdningarmiklan part av fyrimununum við nýggju tryggingini.

Hvussu kunnu til halda prísin so lágan?

? Tað er tí, at henda tryggingin er ein partur av familjutryggingini. Hon er gjørd í samstarvi við SOS International, sum er ein heimsumfatandi tryggingarfelagsskapur, men vit hava tikið alt sum eitur dupultdekningur út.

?Familjutryggingin dekkar so at siga alt í Føroyum. Vit hava bara flutt ein part av familjutryggingini til útlandið.

Christian C. Nielsen leggur afturat, at ein orsøk til tann lága prísin er, at nýggja ferðatryggingin hjá Trygd er ein heilárstrygging. Hetta merkir at tryggingin verður teknað einaferð og verður hon skal sigast upp fyri at fara úr gildi.

? Hetta ger, at vit sleppa undan stovningarkostnaðum og søluprovisiónum til ferðastovurnar.

Aðrir fyrimunir við hesi ferðatrygging sigur Trygd verða, at teirra trygging ikki er persónbudin. Tað merkir at tey sum eru umfatað av tryggingini øll kunnu fara út at ferðast hvør í sínum lagi, bara ferðin ikki varir longri enn 30 dagar.


Gloyma ofta

tryggingina

Grundarlagið fyri ferðatryggingum í Føroyum er stór.

Umleið 71.000 ferðandi eru til og úr Føroyum og av teimum eru umleið 13.000 frítiðarferðir, so grundarlagið fyri tryggingum er so avgjørt til staðar, sigur Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd.

? Annars høvdu vit ikki farið undir hetta.

Men, leggur hann samstundis afturat, fólk gloyma ella »spara« ofta ferðatryggingina tá tey fara út at ferðast.

? Hetta er stórt spell, tí tað kann jú verða at eitt ella annað óhapp hendir, meðan tú ert úti og ferðast og tá er gott at verða tryggjaður.

Tað er í hesum sambandi vert at leggja afturat, at tað gula tryggingarskjalið ikki er fyri føroyingar og tí eru vit um ein háls, tá vit standa í eitt nú suðurlondum. Hesum trupulleika tekur nýggja tryggingin hjá Trygd hædd fyri.

? Kostnaðurin fyri hesa trygging er 500 krónur og tá kann ein ferðast óavmarkað í eitt ár, tó við teimum avmarkingum sum eru, eitt nú 30 daga regulin. Vanliga ferðatryggingin skal teknast av nýggjum hvørja ferð og skal tí eisini gjaldast hvørja ferð.

? Tað vil siga, at her eru nógvir pengar at spara, um ein ferðast eitt sindur úti í heimi, sigur Christian C. Nielsen at enda.