staðni, og økispedagogar eru settir í starv, sum eru góður stuðlar hjá dagrøktarmammunum. At tað kortini er so trupult at fáa fatur á nóg mikið av fólki, ið vilja átaka sær at verða dagrøktarmamma, kemst [...] ógvuliga bundið, og arbeiðsdagurin er longri enn hjá øðrum. Tey, ið starvast á dagstovnum eitt nú, hava ikki so langan arbeiðsdag, sigur Eyðun Jensen, leiðari á sosialu deild í Tórshavnar býráð. Tryggari og [...] Hvussu útlitini eru til, at fleiri dagrøktarmammur verða settar í starv, veit leiðarin á sosialu deild ikki. Hann vísir á, at bøttu arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarmammunum gera, at tað er væl tryggari og
sokallaði kvinnumál. Sjálv heldur hon ikki, at tey altíð eru so eym, men heldur mál, sum vera tagd burtur, um so var at m. a. hon ikki tók fatur í tey. ? Eg vil ikki siga, at eg leggi meg út í viðurskifti [...] Hóast málini, eftir hennara egna tykki, ikki eru eym, so viðgerð hon mál, sum flestu okkara hava eina meining um. Vit siga hana ikki øll alment, men hon er har. Kortini sigur Turið Debes Hentze, at hon ongantíð [...] viðurkenning? ? Ikki beinleiðis, men tað er nú soleiðis, at okkum dámar best tá vit fáa at vita, at tað er gott, sum vit hava gjørt, og eg eri ikki øðrvísi í so máta. Men viðurkenning nýtist ikki at vera ein
Hann fekk kortini seinni at vita, at bilurin stóð til sølu hjá bilasølu í Havn - og at hann als ikki átti bilin longur. Maðurin hevðu sjálvur staðið fyri bilinum, men konan, ið júst var flutt frá honum [...] honum, hevði verið á Tollstovuni í Havn og gjørt eigaraskiftið - hóast hon á pappírinum als ikki átti bilin. Sosialurin skilir, at tað ber einum og hvørjum til at fremja eigaraskifti á bili við at gjalda 600
sæti á fremstu røð er Lexus - nýggi luxusbilurin hjá Toyta. ?Ella tað er kortini ikki heilt rætt, tí hjá Toyota siga tey, at Lexus ikki er Toyota. Ein Lexus er ein Lexus. Toyota eigur bara partapeningin í [...] Skuldi tú gitt, so fanst tú ein kompaktan, lítlan tvørliggjandi motor - kanska ein v-motor, men so er ikki, tí Lexus hevur sum góðu gomlu bilarnir ein rekkjumotor - við seks sylindarum. Hann hevur bakhjólstrekk [...] og sjálvur stillar bremsutrykkið, tá hjólini eru um at missa fótatestið. Hetta ger, at bilurin kortini heldur vegtakið - tí hann sjálvur veit, hvussu nógva ella lítla effekt, hvørt hjólið skal hava. Saman
stóru vegarbeiðini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tað ikki er framkomandi nakrastaðni. Neyvan er tað heilt rætt, men heilt við síðuna av er tað heldur ikki. Og tað finst eisini ein skilgóð frágreiðing um hví [...] er. Nógv av tí, sum gjørt verður kann bert gerast á sumri. Til dømis ber als ikki til at asfaltera um veturin, so tað er ikki bara fyri at arga bilførararnar, at so verður farið fram. Seinasta árið hevur [...] tað er ikki bara sum at siga tað, soleiðis at leggja vegin av nýggjum, tí samstundis sum vegurin verður stongdur verður eitt øgiligt trýst lagt á hinar vegirnar í býnum, og úrslitið hevur ikki latið bíða
men tað haldi eg als ikki..! ? Hetta er at vísa hvørjum øðrum virðing, eins og tað gevur fólki frið at arbeiða, sigur professsarin í námsfrøði, og leggur dent á, at skúlin kortini ikki skal gerast kúgandi [...] Hesin sami ringdi til Egelund, og spurdi um danin ikki vildi koma aftur til Atlantsflog. Egelund var vorðin professari í januar, men játtaði kortini at koma til Føroya at flúgva í november sama árið. [...] og at tað sostatt ikki er neyðugt, at børnini duga so væl at lesa, sigur ein avgjørdur Egelund, ið eisini heldur tað vera tiltrongt at spyrja, um tað er í lagi, at donsk børn ikki skikka sær serliga væl
Endalig tilsøgn um stuðul er kortini ikki komin úr Íslandi enn, men hon er á veg. - Noreg hevur fyribils boðað frá, at tey hava ikki áhuga í at vera við, men tey lata kortini dyrnar standa á glopp. Fyri [...] tilsøgnirnar úr ymsu londunum, ið eru við. Ikki fyrr enn alt hetta er komið uppá pláss hvílir verkætlanin í sær sjálvari. Fólkini, ið stríðast fyri verkætlanini, eru ikki hvørji sum helst, men fyrrverandi íslendski [...] stovnar, har nógv fólk vitja dagliga, liggja ikki væl fyri har úti, tí tað er eitt sindur uttan fyri býin. Eitt nú hevði Føroyahúsið eftir mínum tykki ikki ligið væl fyri har, men hinvegin kundu størri
eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór út eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð, sigur Høgni og hyggur út í fjørðin. Var tú ikki bangin í hasum veðrinum! ? Sjálvandi var eg tað [...] sum stóðu á landi hevur hann fingið at vita, at tað stilti av, meðan teir vóru í sjónum! Kortini dylir Høgni ikki fyri, at tað vóru góðu svimjievnini hjá Hannusi, sum gjørdu størsta munin. ? Hannus leyp [...] hann fór fram um meg. Hann svam skjótt út eftir og fekk tak á dreinginum. Hevði Hannus ikki verið har, so veit eg ikki, um vit høvdu fingið fatur á honum so skjótt, sigur Høgni Mohr. Drongur hjálpti eisini
- men munurin í hesum føri er kortini tann, at menninir settu egna lív í vága - tað gert tú ikki, tá tú gevur hjartamasasju, leggur Petur Seloy dent á. Tað sum kortini vakti undran millum manna á Argjum [...] Hetta sigur brandmeistarin í Havn, Peter Seloy, sum fegin rósar monnunum fyri dirvi, teir sýndu. ? Ikki minst tað, at teir settu egna lív í vága, sigur hann. Peter Seloy sigur, at hetta er eitt gott dømi [...] Sjálvandi eiga vit at hava ein bát tøkan á Brandstøðini, sum vit altíð kunnu taka við okkum, tí tað er ikki altíð, at vanlukkurnar henda á Havnarvág, sigur Petur Seloy, sum vísir á, at teir eisini rykkja út
teir fyrstu sjúkradagarnar hjá tímaløntum - og ikki landið. Fólkaflokkurin vil als ikki hoyra um nakað slíkt, og Sjálvstýrisflokkurin helt, at tingið ikki skal blanda seg upp í at javnseta tímalønt og fastlønt [...] hevur hann nú víst. Flokkurin fær ikki tikið seg saman um annað enn fullveldið - og tí mugu allar aðrar ósemjur við borgarliga Fólkaflokkin liggja - flokkurin tykist ikki tora at taka eitt stríð um 10 milliónir [...] Tað var sum fryktað. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við at tryggja tí tímalønta somu rættindi sum tí fastalønta við at broyta lógina um dagpening soleiðis, at dagpeningur fæst frá fyrsta sjúkradegi