Tað eru fýra brøður, ættaðir úr Rituvík, sum hava keypt høsnahúsið við tí fyri eyga at taka tað niður. ? Grundin er, sigur Áki Højgard, sum er ein teirra, sum keypt hevur og granni hjá høsnahúsinum, at [...] gjørdi skaða. Hann sigur, at tað tilfarið, sum brúkast kann, verður tikið frá og fyribils goymt í lægra partinum, sum stendur eftir, meðan alt tað tilfarið, sum ikki kundi brúkast til nakað, er burturbeint [...] stóru høllini verður tikin niður og seld. Fyribils eru stálbjákarnir tað einasta tilfarið úr húsinum, sum avsett er. Teir skulu flytast yvir á Skála, har teir eftir ætlan verða settir upp aftur í skýlinum
teimum, sum fyrireika jólakalendaran í Sjónvarpi Føroya er hetta als ikki ov tíðliga. Tey byrja at verða jólalig nógv fyrr enn øll onnur. Fyrireikingarnar og upptøkurnar av jólakalendaranum í ár eru sum sagt [...] sagt farnar í gongd, og Post-Boði, sum kalendarin eitur, hevur nú brúk fyri hjálp. Tí ætlanin er at vísa upptøkur, sum hyggjarin sjálvur hevur gjørt. Og tað vil siga, at ein og hvør kann senda eina upptøku [...] so ber tað eisini til. Upptøkan, sum send verður inn, skal verða umleið tveir til tríggjar minuttir til longdar, og so hevur SvF ætlanir um at vísa tríggjar upptøkur, sum eru sendar inn, hvønn dag. Bandið
mest seldi bilur í Danmark fleiri ár á rað, kemur í vár sum ein nýggjur og størri bilur. Í stødd nærkast Polo nú VW Golf og er á leið somu stødd sum Golfarnir vóru fyrr, nú hann er longdur við 15 sentimetrum [...] og lítið hoyrist til motorin inni í bilinum. Viskarar úr gummi Sum nakað heilt nýtt eru viskararnir gjørdir úr gummi, t.v.s. eisini tað sum viskaragummiið er heft í. Hetta hevur við sær at viskararnir larma [...] til lakkeringina av bilinum uttan. Talan er um ein rúmligan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum Skoda Fabia. Polo fæst eisini við klimaanleggi við automatiskari hitastýring. Elektrohydrauliska s
Íslandi og sjálvsagt Danmark eisini, sum føroyska lagnan er heft at. Í bókini, sum er umleið 400 blaðsíður, eru 60 savnsmyndir úr føroyskari søgu, og tekningar, sum Ingálvur av Reyni hevur gjørt. Hetta [...] høvundin hava søgufrøðingurin Kristian Hvidt, dr. phil, sum í nógv ár var arkivarur í danska fólkatinginum, og Steen A. Cold, skrivstovustjóri. Hesin var sum kunnugt fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum [...] um høvuðstættirnar í føroyskari samfelags- og mentanarmenning, sum kemur út í Norðurlondum síðani bókina eftir Jørgen-Frants Jacobsen, sum kom fyri 70 árum síðani. Bókin verður seld í øllum Norðurlondum
fyrsta umfarinum, sum nú verður gjørt, er ætlanin at taka ein góðan kilometur. Arbeiðið, sum gjørt verður í ár, fer væntandi at kosta einar níggju-tíggju milliónir. Tá eru ymiskar útreiðslur sum projektering [...] g o.a. uppií, sigur hann. Vegastrekkið, sum nú verður gjørt, er boðið út, og er tað byggifelagið Højgaard & Schultz, sum ger arbeiðið. Tilboðið frá Højgaard & Schultz upp á sjálvt arbeiðið var upp á knappar [...] knappar fimm milliónir, sigur landsverkfrøðingurin. Samlaða vegalongdin, sum gerast skal, verður 4.350 metrar, sigur hann. Annað stig i vegagerðini verður boðið út at gera í komandi fíggjarári. Landsve
skipið fyri at vera eitt annað skip, sum var á beinari leið. Hóast skipanin nú er fýra ára gomul, er málið framvegis í ferðslumálaráðnum og verjumálaráðnum, ið sum vera man harmast um, at tað ikki er loyst [...] noyðast at taka stig, sum kunnu tykjast víðgongd, sigur stórtingskvinnan. Frammanundan hevur formaðurin í Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, skotið upp at avmarka tey skipaðu giftarmálini, sum eru vanlig millum [...] Vandamikil farleið Í Danmark sýtir sjóverjan fyri at góðtaka ta trygdarskipanina, sum skal tryggja, at skip og bátar ikki sigla á stabbarnar undir brúnni um Stórabelti. Skipanin varð tikin í nýtslu fyri
?Vit vilja gera inntøkusíðuna soleiðis sum Javnaðarflokkurin vil hava hana, sigur Vilhelm Johannesen, sum hevur lagt broytingaruppskot fyri tingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002. Seinastu [...] nevnliga eisini broytingar á útreiðslusíðuni. Hesar umfata fyri tað nógva eldraøkið. Sum heild er talan um meirútreiðslur, sum fara at kosta landskassanum 98 mío. Tá ið Vilhelm ?bert? ætlar at skerja ríkisveitingina [...] Seinastu fýra árini er ríkisveitingin hækkað við 107 mío, og hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin ynskir at skava burturav ríkisveitingini. Hetta er tó ikki tað einasta, ið Vilhelm Johannesen hevur borið niðan
men alt, sum higartil hevur verið virkað, verður flakt. Poli sigur, at høvuðsrávøran er toskur og upsi, men tey hava eisini flakt og saltað smáar nøgdir av brosmu. Meginparturin av fiskinum, sum virkaður [...] og Jóhan David Joensen, sum standa aftan fyri hetta virksemi í Sørvági. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við Norðís Seafood á Eiði og saltfiskavirkið, Sammut, í Klaksvík, sum somu menn eiga og reka. [...] Sørvágur: Tey, sum arbeiða á lítla saltfiskavirkinum, Vestís Seafood í Sørvági, eru ikki arbeiðsleys hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum. Poli Hansen, virkisleiðari, sigur, at nógv var at gera uppundir
innrættingin, sum teir ætla at verða lidnir við seint í heyst. Sigurd Lamhauge, stjóri í fyritøkuni Jóannes Thomsen, sigur, at nú verður alt virksemið hjá felagnum savnað undir einum taki. Sum er arbeiðir [...] rættiliga trongligt,sigur hann. Eini 20 fólk arbeiða á virkinum, sum millum annað ger el-talvur og ymiskt stýrisystem til alivinnu. Eitt, sum elvirkið hjá Jóannesi Thomsen ger nógv av, er undirvatnsljós og [...] sigur hann. Sum dømi um stýringarnar, virkið ger alistøðir og smoltstøðir, nevnir Sigurd Lamhauge, at smoltstøðin Sandá á Selatrað hevur fingið ta ivaleyst mest framkomnu stýringinga, sum finst, frá Jóannesi
Nyrup Rasmussen, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í morgun fekk svarið frá forsætismálaráðharranum upp á seinasta útspælið frá landsstýrinum, sum var brævið, ið varð sent forsætismálaráðharranum 31 [...] útrokningarnar fara at vísa eitt annað tal, enn tær 356 milliónirnar, sum vit hava roknað út, at blokkstuðulin skal lækka, sigur løgmaður, sum tó heldur, at tað verður ikki langt av leið. ? Vit hava okkara [...] Rasmussen er at lesa á síðu 4). Anfinn Kallsberg tulkar svarið frá Poul Nyrup Rasmussen soleiðis, sum at stjórnin nú viðurkennir ætlanirnar hjá landsstýrinum í fullveldisgongdini. ? Hetta er eitt postivt